hósdagur 21. mai 2015síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 22. mai 2015
sosialurin 58
19
Hoyrilíkindini batna
munandi komandi árið
Árni Gregersen
F
øroya Tele arbeiðir við at fáa
eina 4G skipan til fartelefon
netið at virka í Føroyum.
Hetta fer at gera hoyrilík
indini munandi betri og á hædd við
góðskuna hjá faartelefonbrúkarum í
øðrum londum.
Johan Dahl, landsstýrismaður við
vinnumálum, sigur, at ásannast má,
at nøkur støð eru á landsvegunum,
har dekningurin enn ikki er nøktandi.
Føroya Tele arbeiðir í løtuni við
eini umfatandi útbygging av fartele
fonnetinum, sum kemur at tryggja
góðsku og dekning á hædd við tey
bestu í heiminum. Væntast kann tí,
at trupulleikin við vantandi dekningi
summstaðni, verður loystur komandi
árið.
Spurningur frá tingmanni
Hetta kemur fram, eftir at Eiuvin
Jacobsen, tingmaður fyri Sambands
flokkin, hevur spurt landsstýris
mannin, um ætlanin er at gera nakað
við, at fullgóður dekningur ikki er á
fartelefonnetinum, tá ið ein koyrir
eftir landsvegnum.
Eivin Jacobsen vildi eisini fegin
vita, um Føroya Tele hedvur nakað
yvirlit yvir, hvussu dekningurin er.
Til tann spurningin svarar Johan
Dahl, at fult yvirlit er yvir dekningin.
– Tað finst eitt dekningskort, sum
Føroya Tecle nú eisini fer at leggja út
á heimasíðuna hjá Føroya Tele, sigur
landsstýrismaðurin.
4G er ein víðari útbygging av net
verkinum, sum gevur munandi hægri
ferð enn 3G, sum vit hava nú.
Fortreytin er kortini, at telefonin
ella teldilin kann brúka 4G. Skipanin
er kortini gjørd soleiðis, at tekur tele
fonin ikki 4G, so velir hon 3G í staðin
fyri.
Í spurninginum til landsstýris
mannin vildi Eivin Jacobsen vita um
tær 30 milljónirnar sum stóra før
oyska fyritøkan hevði í avlopi – ahrav
30 milljónir til landskassan – ikki eiga
atkoma brúkaranum til góðar.
Landsstýrismaðurin sigur, at góðu
úrslitini hjá Føroya Tele koma før
oyska brúkaranum til góðar á tann
hátt, at Føroya Tele hevur møguleika
og kapital til áhaldandi at útbyggja og
nútímansgera netið, eisini við góðum
hoyrilíkindum, ið sum nevnt vænt
andi verða upp aftur betri í næstum.
Góðu úrslitini hava við sær, at
Føroya Tele sjálvt kann fíggja stór
an part av íløgunum og hevur hetta
harafturat við sær ein lægri rentu
kostnað.
Í Føroyum eru tvær telefyritøkur,
sum bjóða samskifti við fartelefon til
brúkaran.
Føroya Tele er telerisin, sum situr
á umleið 20 prosentum av marknað
inum, meðan Vodafone situr á restini.
Føroya Tele seldi tænastur fyri
slaka hálva milljard í 2013, meðan
Vodafone seldi tænastur fyri slakar
100 milljónir krónur sama ár.
Kristjan Davidsen er stóri á Føroya
Tele, meðan tað er Gudny Langgaard,
sum stjórnar Vodafone.
Føroya Tele-samtakið eigur alla
telelinjur í Føroyum, sum Vodafone
leigar seg inn á. Tá ið tað snýr seg
um fartelefonir, hava fyriktøkurnar
tó hvør sítt net við mastrum kring
landið.
Meðan kappingin hevur verið
avmarkað seinnu árini, so sær út til,
at hon hevur tikið seg uppaftur av
álvara nú.
Seinasta broytingin hjá báðum
feløgunum er, at nú ber til at
ringja til kundar í Norðanlondum
og Grønlandi fyri sama prís, sum
tað annars kostar at ringja fyri í
Føroyum.
Hendan príslækkingin kemur fyrst
og fremst, tí brúkararnir eru farnir
at brúkar aðrar samskiftishættir,
so sum Skype, Facetime og annað.
Hetta ger, at telefyritøkurnar ikki
fáa nakað sum helst eyka fyri tað,
tá ið brúkarin hevur samband við
onnur lond.partvís kemur at fevna
um demensøkið.
Nógv at svara uppá
Landsstýrismaðurin hevur nógv,
hann noyðist at svara uppá, men
bæði fíggjarnevnd og sjálvt Løgtingið
eru partur av viðgerðini um at játta
pening til heilsuverkið.
Ferð eftir ferð hevur tað víst seg, at
politiski myndugleikin velur at seta í
minna lagi av til heilsuverkið – hetta
helst fyri at noyða stóra og týðandi
verk eisini at hugsa um rationaliser
ingar.
Fleiri landsstýrisfólk og stjórar
á Landssjúkrahúsverkinum hava
merkt sviðan av hesum slag av
politikki og hava verið noydd at
leggja frá sær.
Sølan av leigubilum er eksploderað
seinastu árini. Síðani 2011, tá 32 leigu
bilar vóru seldir, er sølan hækkað til
554 leigubilar í 2014.
Orsøkin er, at bilar, sum hava
verið skrásettir sum leigubilar
sleppa munandi bíligari í avgjøldum,
tá ið teir verða seldir víðari.
Tá er MVG-gjaldið av bilinum
bert gjald av vinninginum – altso
muninum á tí, sum bilurin er
keyptur inn fyri og tað sum hann
skal seljast fyri.
Hetta helt fíggjarmálaráðið ikki
vera rætt.
Illgruni var um, at bilsølurnar
hava smoygt sær uttanum reglur
nar og bert havt bilin skrásettan,
sum leigubil í fáar dagar, áðrenn
hann so er seldur víðari við lægri
MVG-gjaldi.
Í lógaruppskotinum var talað um
leigubilar, demobilar og skúlavognar
og har stóð at bilarnir í minsta lagi
skuldu hava verið skrásettir sum
leigubilar í eitt hálvt ár.
Fíggjarnevndin tók undir við
uppskotinum, men legði afturat,
at í eitt hálvt ár, so skuldi bilurin
útleigast minst 10 ferðir um hann
skuldi sleppa við minna avgjald
inum.
Tað vil siga, at skal ein leigubilur
seljast við lægri MVG, so skal hann
minst vera hálvt ára gamal o,ghava
verið útleigaður 10 ferðir – ella vera
meira enn trý ára gamal.
post@sosialurin.fo
Tað fer at hoyrast munandi betri at tosa í fartelefon komandi
árið. Tað sigur landsstýrismaðurin við vinnumálum
politikkur
Leigubilar verri at selja nú teir
skulu hava havt minst 10 leigarar
Løgtingið hevur broytt lógina fyri avgjaldi av sølu av
leigu- og demobilum, umframt skúlavognum
Føroya Tele og Vodafone kappast um kundarnar á fartelefon økinum
Johan Dahl, landsstýris
maður, boðar frá, at 4G er
ávegis og at hoyrilíkindini
verða betri komandi árið