hósdagur 21. mai 2015síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 22. mai 2015
sosialurin 58
20
søga
helgi jacobsen
U
ppgerðin var somuleiðis
byrjanin til ta størstu
staðfestingina av her
flotavaldinum í Norður
høvum hjá Christiani fjórða kongi,
tá Jørgen Daa og Jens Munk nakrar
vikur seinni bastu Mendoza í Hvíta
havsflógvanum í Norðurrusslandi.
Hendingin í Vestmanna er sera
væl skjalfest og er tí hvørki í ætt við
giting ella søgn. Í minsta lagi fimm
keldur vísa til hendingina. Í fyrsta
lagi er hon staðfest í dagbókunum hjá
Jens Munk. Í øðrum lagi hava vit frá
sagnirnar við penninum hjá Jørgen
Daa, soleiðis sum hann skrivaði tær í
sínum frágreiðingum til kong.
Í triðja lagi hava vit samskifti mill
um Føroyar og kong, har Vestmanna
fleiri ferðir verður umrødd. Í fjórða
lagi vísir tingbókin í 1616 til hending
ina, og í fimta lagi hava vit frásøgnina
í endurminningunum hjá íslending
inum Jóni Ólafssyni, soleiðis sum
hann hoyrdi tær, tá hann kom til
Keypmannahavnar á heysti 1615.
Jón Olafsson var skjútti hjá
Christiani fjórða kongi, og hann hev
ur skrivað um ferðir sínar, millum
annað tá ið hann var í Føroyum
saman við Jørgen Daa nøkur ár eftir
sjórænarauppgerðina í Vestmanna.
Vestmanna og Hvalba nógv
heimsøktar av sjórænarum
Vestmanna er ein av teimum før
oysku bygdunum, sum hava verið
nógv heimsøktar av sjórænarum.
Hóast sjórænarar hava vitjað tær
flestu oyggjarnar og komu til so
óatkomuligar bygdir sum Trøllanes,
so plágaðu sjórænarar mest bygdir
nar við teimum bestu havnunum.
Í skjølum, bæði úr Føroyum og frá
donsku myndugleikunum, sum um
røða sjórænarar, verða Vestmanna og
Hvalba tiknar fram sum bygdir, har
sjórænarar gjørdu nógv um seg.
Herviligar sjórænaratíðirnar vóru
longu í 1400 árunum, tá krígg mill
um lond í Evropa førdu til lógloysi á
heimshøvunum. Longu í 1420-1425 vita
vit úr íslendska fornbrævasavninum,
at onglendingar gjørdu stórar ónáðir
bæði í Íslandi og í Føroyum.
Onglendingarnir verða í skjøl
unum umrøddir sum skipsmenn, og
møguliga hevur talan verið um fiski
skip. Manningarnar kravdu at fáa
seyð og neyt, og fingu manningarnar
ikki tað, sum tær løgdu á, tóku tær
tað við valdi. Í sama brævi stendur,
at ránsmenninir brendu og herjaðu í
Sandoynni og settu eld á fleiri garðar.
Bygdu vaktarhús
kring alt landið
Stóran part av 16. øld vóru Føroyar
eisini hart nívdar av sjórænarum. Tá
vóru tað serliga franskir sjórænarar,
sum gjørdu um seg. Fyrsti føroyski
lutherski biskupurin, Jens Riber,
rýmdi úr Føroyum, eftir at franskir
sjórænarar høvdu gjørt seg inn á
biskupsgarðin í Kirkjubø.
Sjórænaraágangurin helt fram
í 17. øld. Bæði turkar, algeriskir sjó
rænarar, skotar, írar, onglendingar,
orknoyingar og fransar vitjaðu
Føroyar í ránsmannaørindum. Árini
1611-12, 1615-17, 1627, 1629, 1630 og 1667
vóru ring, men herviligast var støðan
undir danska og hálendska krígnum
móti Fraklandi í 1675-79, teirri so
kallaðu fransatíðini. Eisini vóru ring
sjórænaraár í 1686 og 1687.
Óttin fyri sjónrænarum fær okk
um at skilja, hví orsøk var at vera á
varðhaldi, tá ið fremmandu skipini
komu undir land. Tær geva okkum
somuleiðis eina fatan av, hvussu neyð
ugt tað var hjá føroyingum at byggja
vaktarhús at sita á varðhaldi ella velja
sær støð í haganum og í brattlendi at
fjala seg fyri sjórænarum.
Í hvussu er 60 ymist navnnevnd
støð eru í Føroyum, har fólk antin
hava hildið vakt ella hava fjalt seg
fyri ágangandi fremmandafólki. Í
Vestmanna er helst kendasta eftirlits
staðið Vaktarhúsið ella Vaktaratoftin,
einar 300 metrar í ein útnyrðing úr
Tjørnini á Vestri, har toftirnar enn
síggjast væl. Haðan er gott útsýni
vestur í hav, bæði í ein útnyrðing og
í ein vestan.
Ein skipan var fyri at glaða til
aðrar bygdir, tá ið sjórænaraskip
nærkaðust. Vestmenningar skuldu
fáa boð frá sær til Kvívíkar, og kví
víkingar hildu vakt oman fyri bygdina
og skuldu boða frá, tá ið fremmanda
skip komu sunnanífrá.
400 ár síðani
sjórænara
bardagan
í Vestmanna
Um morgunin 22. mai 1615 komu kongsins skip Victor og
Jupiter á Vestmanna við herflotayvirmanninum Jørgen
Daa og kenda sjómanninum Jens Munk sum næstovasta.
Seinni sama dag gjørdist Vestmanna pallur fyri helst
størstu uppgerðini við sjórænarar í Føroyum
Victor var eitt av teimum størstu skipunum hjá Christiani
fjórða kongi og varð ofta nevnt kongsins skip