hósdagur 21. mai 2015síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 22. mai 2015
sosialurin 58
21
Vestmenningar
krógvaðu seg í haganum
Tann 22. mai 1615, tá Jørgen Daa
og Jens Munk við skipum sínum
Victor og Jupiter snaraðu inn um
Egilsnes á Vestmanna, høvdu allir
gonguførir vestmenningar krógvað
seg í haganum einar tvær vikur.
Hetta síggja vit millum annað í tí
kenda brævinum frá føroyingum til
Christian fjórða, sum er tað elsta ting
skjalið frá hesi tíðini, ið er til skjals.
Brævið til kong er skrivað 6.
august ella góðar tveir mánaðir eftir
hendingina í Vestmanna. Í brævinum
verður biðið um kongsins verju, og
greitt verður frá, at sjórænararnir
serliga hava gjørt vart við seg í Vest
manna og Hvalba. Í skrivinum kemur
til sjóndar, at sjórænararnir rændu
tað, sum var fyri hond, og at fólkið var
farið til fjals at fjala seg í fjarløgdum
býlum.
Eisini frá Jens Munk fáa vit at
vita, at sjónrænararnir høvdu ligið á
Vestmanna í einar tvær vikur. Jens
Munk var farin í land í Hvalba fyri at
fregnast, og tá høvdu fólk har greitt
honum frá, at trý sjórænaraskip
høvdu ligið á Hvalba fyri 14 døgum
síðan, og at tey síðan vóru farin longri
norður. Jens Munk, sum var næst
ovasti hjá Jørgen Daa, hevur greitt
frá, at hvalbingar av ringum roynd
um kendu báðar skipararnar á ráns
mannaskipunum. Teir vóru Thomas
Tucker og Jan Mendoza.
Hvussu hvalbingarnir hava vitað,
at tað vóru Tucker og Mendoza, fáa
vit ikki upplýsingar um, tí sambært
brævinum, sum føroyingar sendu
kongi eftir hendingina, stóð sum
nevnt, at fólkið var farið til fjals at
fjala seg. Vit vita tó, at tað ikki altíð
bar til hjá gomlum ella sjúkum fólk
um at halda til fjals, og tí er tað hugs
andi, at onkur gamal hvalbingur, sum
sjórænararnir ikki hava lagt í at gera
seg inn á, hevur fingið frænir av,
hvørjir sjórænararnir vóru.
Jagstraðu tann
illa lýdda Mendoza
At Jørgen Daa og Jens Munk komu
fram á sjórænaraskipini í Vestmanna
var eitt sindur tilvildarligt. Uppruna
liga sendi Christian fjórði eitt annað
skip, Gabriel, til Føroya á sumri 1615,
at verja føroyingar fyri sjórænarum
og bretskum skipum, sum lógu og
fiskaðu tætt inni við land.
Men av teimum skrivum, sum 6.
august vórðu send kongi og Christian
Friis kanslara, skilja vit, at Gabriel ikki
var komin til Føroya í mai hetta sama
árið. Gabriel kom nakað seinni, og vit
vita, at yvirmenninir á skipinum vóru
á ólavsøkutinginum og lýddu á tað,
sum har fór fram.
Uppgávan hjá Jørgen Daa og
Jens Munk var í fyrsta lagi at halda
Danmarkar og Noregs yvirvaldsrætt
í Norðurhøvum. Í øðrum lagi var
málið at fáa hendur á tann illa lýdda
Mendoza. Norðurhøvini uddu um
hetta mundið av sjórænaraskipum,
kaparum, hvalaveiðiskipum og fiski
skipum, sum ikki hildu seg til lóg og
rætt og veiddu á einum havøki, sum
Danmørk gjørdi krav uppá.
Føroyar lógu sum tær liggja enn
mitt í renslinum hjá norður- og
suðurgangandi skipum, og tað gevur
okkum eina fatan av, hví fremm
and skip so tíðum vitjaðu føroyskar
havnir. Søgan hevur sett spurnar
tekin við, hvussu væl Christian fjórði
stýrdi sínum ríki, men eingin ivaðist
í, at hann hevði gott skil á sjólívi og
sigling.
Skuldu taka sjórænarar
og lógleys fiskiskip
Kongur hevði tí sjálvur givið boðini
um at taka sjórænarar og lógleys
fiskiskip. Victor og Jupiter lættu
akkerið upp úti fyri Bremerhólmi í
Keypmannahavn 5. mai 1615. Harður
norðanstormur gjørdi, at tað gingu
fimm samdøgur, til Jørgen Daa og
Jens Munk vóru leysir av Kullen á
svensku vesturstrondini.
Jørgen Daa og Jens Munk vóru
báðir á tí størra skipinum, Victor, sum
var ein av stoltleikunum hjá kongi.
Hitt skipið, Jupiter, sigldi skjótt og
var heldur minni og smalri far, har
ovastin var Klavs Povlsen, og næst
ovastin æt Johan Sem.
Meðan teir liggja og andøva
í Oyrarsundi og ótolnast eftir at
sleppa út í Norðsjógvin, fáa teir boð
umborð um, at nøkur sjórænaraskip
vóru komin til Føroya, har tey voldu
fólkinum stóran skaða við at ræna
og drepa. Gabriel, sum upprunaliga
skuldi beina leið til Føroya, var ikki
siglingarklárur um hetta mundið, og
Sjórænarar rændu og drupu fólk frá hond. Í 1627
vórðu 450 íslendingar rændir og í 1629 vórðu eini 30
kvinnur og børn í Hvalba rænd og flutt til Algir
Mynd: Søgusavnið í Vestmanna
Framhald á næstu síðu