hósdagur 21. mai 2015síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 22. mai 2015
sosialurin 58
22
søga
Jørgen Daa og Jens Munk gjørdu tí
av at seta kós í ein útnyrðing móti
Føroyum, so skjótt teir vóru leysir
av Skagen.
Komu á Hvalba 20. mai
Millum Hetland og Føroyar fingu
teir eyga á eitt lítið fiskifar, sum teir
løgdu seg við síðuna av. Teir tvingaðu
tveir av manningini umborð á her
flotaskipini, soleiðis at teir kundu
loðsa skipini til onkra góða
havn í Suðuroy. Teir komu
á Hvalba 20. mai. Har
fær Jens Munk at vita,
at sjórænaraskipini
høvdu verið á Hvalba,
men vóru farin longri
norður fyri 14 døgum
síðan.
Jens Munk skriv
ar í sínum endur
minningum, at hepni
hevði verið við teim
um, tí hetta vóru júst
teir sjórænararnir, sum
kongsins skip leitaðu eftir.
Tá Jørgen Daa og Jens Munk
frættu, at Mendoza og Tucker
fyri 14 døgum síðan vóru farnir av
Hvalba, fingu teir skund.
Hvalbingar hildu seg vita, at
Mendoza var farin til Norðurnoregs.
Jens Munk skrivar í endurminn
ingunum, at skipið hjá Tucker var
burturgingið ella sokkið, meðan tað
hevði ligið á Hvalba, men at Tucker
hevði rænt eitt bretskt fiskiskip, og
at menninir hjá honum høvdu rænt
tvey onnur fiskiskip.
Heilt samsvar er ikki millum
endurminningarnar hjá Munk og
frágreiðingina hjá Jørgen Daa, tí tá
ið teir komu á Vestmanna, høvdu
Tucker og hansara menn tvey skip
og tríggjar bátar, helst áttamannafør,
sum teir høvdu stolið í Hvalba.
Tá ið Jørgen Daa hevði fingið frá
greiðingina frá hvalbingum, sendi
hann ein bát av Hvalba til fútan í
Havn at vita, um hann visti nakað
um, hvar sjórænaraskipini mundu
vera.
Boðini vóru, at fútin beinanvegin
skuldi geva manningini úr Hvalba
svar, men av tí at hann var sunnan
í ættini við frískum vindi, fóru Daa
og Munk longu morgunin eftir, at
teir vóru komnir til Hvalbiar, haðani
og bíðaðu sostatt ikki eftir svari úr
Havn.
Victor kemur á Vestmanna
Úti fyri Stóru Dímun løgdu teir at
borði hjá einum báti, sum lá og royndi.
Menninir á bátinum søgdu frá, at
tvey sjórænaraskip lógu í einari havn
onkustaðni á Streymoynni. Jørgen
Daa kallar í sínum frágreiðingum frá
ferðini hesa havnina Wessbindhaffn,
og í endurminningunum hjá Munk
eitur hon Vesper-Havn. Tað er Vest
manhavn.
Spurningurin var nú, um tað
vóru Tucker og Mendoza, sum ill
grunaleysir hildu fram við sínum
ránsmannaferðum. Jørgen Daa setti
øll segl norður um Skopunarfjørð,
gjøgnum Hestfjørð og Vestmanna
sund og skrivar í frágreiðingini, at
»soleiðis lagaðu Gud og vindurin
tað, at tá eg kom hagar tann 22. mai,
høvdu sjórænararnir flaggið uppi,
admirálurin á hægstu mastur og
næstovastin á fremstu mastur, og tá
teir fyrst bara sóu Jupiter koma inn
móti teimum, hildu teir, at teir høvdu
fríar ræsur, men tá eg kom inn við
Victor og vant flaggið upp, mistu teir
mótið«.
Tað var Tucker, sum lá á Vest
manna. Mendoza hevði eisini verið
har, men var farin víðari móti norður
norsku leiðunum. Er frágreiðingin
hjá Jørgen Daa álítandi, so hava sjó
rænararnir, sum lógu á Vestmanna,
ivaleyst ikki vitað, at Jørgen Daa
jagstraði teir.
Tá ið kongsins skip komu undan,
hildu teir í fyrstu atløgu, at tað var
eittans skip. Jørgen Daa skrivar, at
tá ið sjórænararnir sóu Jupiter, sum
ikki var serliga stórt skip, gjørdu teir
við flagginum greitt, at teir vóru til
reiðar at leypa á. Men tá ið Victor løtu
seinni kom undan Egilsnesi, fullu sjó
rænararnir mest sum í fátt.
Tað var heldur eingin píningur
av einum skipi, sum henda várdagin
legði seg sum ein verjugarð millum
Gassá og Stíggj. Victor var meira ella
minni eitt av persónligu skipunum
hjá Christiani IV. Victor var 600
tons stórt, tað mundi vera út móti
50 metrar langt og einar 10 metrar
breitt, og frá kjølinum og upp á flagg
knappin á stórmastrini mundu vera
einir 45 metrar.
Victor hevði einar 40 kanónir á
tveimum dekkum, og við sínum 276
navngivnu skipum í kongsins
sjótænastu
umboðaði
Victor ein tann størsta
herflotan í heiminum
um hetta mundið. Tað
vistu sjórænararnir,
tá ið teir sóu donsku
fløggini, og tað var
tí ikki so løgið, at
menninir á enska
kaparanum gjørdust
linir í knøunum.
Jens Munk skrivar,
at Tucker hevði tvey
skip, og har lógu eisini
teir tríggir bátarnir, sum
teir høvdu rænt í Hvalba.
Líka so væl fyrireikaðir, sum
Daa og Munk vóru til bardaga, líka
so illa fyrireikaðir vóru menninir hjá
Tucker, og teir høvdu tí ongan møgu
leika móti donsku skipunum.
Nóg mikið við
einari breiðsíðu
Jens Munk sigur frá, at so skjótt sum
Victor snaraði inn á Vestmanna,
flýddu 10 írar í land í einum skipsbáti.
Jørgen Daa sendi 15 musketerar
eftir teimum, men tað eydnaðist
írunum at sleppa undan. Sambært
Lucas Debes komu teir eysturum
í Sundalagið, har teir stjólu ein bát
og royndu at koma sær til Hetlands,
men Jens Munk sigur einans, at teir
fyrst vóru farnir til Havnar til gongu,
og at teir haðan vóru farnir víðari við
báti.
Hinir á sjórænaraskipunum vildu
ikki geva seg yvir og fyrireikaðu seg
til bardaga. Jørgen Daa sigldi Victor
heilt tætt at skipunum, legði aðra
síðuna til, og sambært frásøgnunum
frá ovastanum sjálvum var tað nóg
mikið at loysa av eina hálva breiðsíðu.
Tríggir sjórænarar doyðu beinan
vegin av kanónskotunum og fýra
særdust.
Tað vísti seg, at hóast hetta vóru
skipini hjá Tucker, so funnu teir
ongantíð Tucker sjálvan. Ovastin
var Abell skipari og næstovastin
Simon Phlitzer. Bardagin var av,
allir menninir vórðu fyribils tiknir
til fanga og bakbundnir og skuldu
setast fyri ein rættarfund dagin eftir.
Hugflogið hevur eingi mørk, og
vit kunnu bara ímynda okkum, hvat
áskoðararnir – vestmenningarnir á
landi – hava sagt til henda leik, sum
Gamla bygdin í Vestmanna var við kirkjuna, men seinni fluttu
fólk í býlingar uppi í bygdini. Ein hugsan er, at tað var tryggari
at búgva ovarlaga í ófriðartíðum. Vatnlitsmynd: Poul Jensen
Soleiðis sóu kanónkúlurnar
út, sum vórðu brúktar í 16.
øld. Henda varð funnin í
Svínsstøðuryggi oman fyri
bygdina. Hon er til skjals
á bygdarsavninum í Vest
manna. Kúlan vigar 2,55
kilo og er 28 cm í ummáli
Mynd: Vestmanna Bygdarsavn
Vatnlitsmynd: Poul Jensen
400 ár síðani sjórænara-
bardagan í Vestmanna