hósdagur 21. mai 2015síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 22. mai 2015
sosialurin 58
23
var settur upp onkustaðni úti fyri
Heyganesi millum Válin og Gjógvará
ósan.
Hvar so vestmenningar dagarnar
frammanundan hava fjalt seg fyri
sjórænarunum, so hava teir alla
tíðina havt njósnarar til tess at eyg
leiða sjórænararnar á vágni ella á
landi. Og nú hjálpin var komin úr
Danmørk, kyknaði dirvið helst upp
aftur, og tey djarvastu hava tí leitað
sær oman í bygdina at vita, hvussu
leikur fór.
Kúlurnar fóru
niðan um bygdina
Leikurin er sum áður nevnt prógv
aður í minst fimm ymiskum skjølum
í Danmørk og Føroyum, men aðrar
leivdir vísa eisini aftur á tilburðin.
Eitt nú eru kanónkúlur funnar í
Vestmanna, sum sigast vera frá júst
hesi hendingini. Tann eina kúlan var
funnin í bønum í Svínsstøðuryggi,
sum er nakað niðan frá gjónni í
Gjógvará.
Tann kúlan var leingi í Jákupsstovu
í Skálum og er nú í varðveitslu á
bygdarsavninum í Vestmanna. Fólk
kunnu sjálvandi undrast á, hvussu
tað ber til, at ein kúla frá einum
skipi inni á Vestmanna er endað
langt oman fyri gomlu bøgarðarnar
í Vestmanna.
Men einki ónatúrligt tykist vera
í hesum, um vit hyggja at umstøð
unum. Eitt goturstykkisskot um hetta
mundið kundi røkka 1500 metrar,
sum er nógv longri enn av miðjari
havnini niðan á Svínsstøðurygg. Men
fyri at raka so nøkulunda beint, mátti
skipið ikki vera meira enn 500 metrar
frá málinum.
Í endurminningunum hjá Jens
Munk stendur, at Jørgen Daa legði
Victor rættiliga nær ensku sjórænara
skipunum. Hann hevur kanska bara
verið einar 200-300 metrar frá mál
inum. Og hugsa vit okkum, at nakrir
av teimum um leið 20 skjúttunum á
aðrari síðuni hava fingið boð um at
miða eftir ovara partinum av mastru
num, og onkur ikki hevur rakt, ja, so
er væl hugsandi, at kúlan er farin í ein
hálvrundan boga niðan á Svínsstøðu
rygg.
Vit vita eisini, at manningin á
Victor og Jupiter henda túrin ikki
var av teimum bestu. Hetta kemur til
sjóndar ein mánað seinni, tá Jørgen
Daa og Jens Munk stríddust við at fáa
bilbugt við Mendoza uppi við Hvíta
havið. Jens Munk greiðir frá, at júst
tí manningin ikki var so góð og eis
ini tí at kongsins menn ikki vóru so
nógvir í tali, valdu teir at bíða við ein
um beinleiðis samanbresti við skipini
hjá Mendoza.
Teir valdu heldur at vinna bar
dagan við snildum, og hetta eydnaðist
eisini. Jens Munk nevnir, at fleiri av
skjúttunum ikki vóru so væl vandir,
hóast allir komu av Bremerholm.
Hugsa vit okkum, at ein av hesum
óvandu skjúttunum var áhaldsin, júst
tá fjúsið festi í krútið, kundi kúlan
enda hvar sum helst í Vestmanna.
Játtaðu seg sekar
Vit hava sum nevnt onga frásøgn frá
hvørki Jens Munk ella Jørgen Daa um,
hvussu støðan hjá vestmenningunum
var, ella um bygdin var fólkatóm,
meðan uppgerðin millum kongsins
skip og sjórænararnar fór fram. Men
Jens Munk sigur í síni frágreiðing, at
áðrenn onglendingarnir vórðu revs
aðir, játtaðu teir seg sekar í at hava
rænt kirkjurnar og at hava stolið frá
teimum fátæku. Jens Munk skrivar
kirkjur í fleirtal, og tað kann benda
á, at teir eisini hava rænt kirkjur í
Suðuroy og í Kvívík og aðrastaðni
við, umframt kirkjuna í Vestmanna.
At sjórænararnir rændu frá hond
hetta árið vita vit frá klaguni og
bønini, føroyingar sendu til danska
yvirvaldið í august hetta sama árið.
Skip, sum vóru knýtt at Tucker
og hansara monnum, vitjaðu
aftur í Vestmanna á vári árið eftir.
Ørindini tá vóru at rudda upp eftir
ósigurin, og tá vitnaðu fýra bøndur
í Vestmanna um hendingina. Tað
kann ikki merkja annað, enn at teir
onkursvegna hava fylgt við tí, sum
fór fram. Tí er hugsandi, at onkur
djarvur vestmenningur eisini hevur
fylgt við tí, sum hendi árið fyri, tá
goturstykkisskotini frá Victor tving
aðu ensku og írsku sjórænararnar at
geva seg yvir.
Dømdir og hongdir
Rættarfundur varð settur 23. mai á
Victor. Allir teir bakbundnu fangarnir
vórðu førdir av teimum báðum sjó
rænaraskipunum yvir á dekkið á
Victor, har Jørgen Daa og Jens Munk
leiddu fundin.
Jens Munk skrivar í sínum endur
minningum, at níggju vórðu frí
kendir, tí teir kundu prógva, at teir
høvdu verið tvingaðir at vera í tæn
astu hjá sjórænarunum.
Jørgen Daa sigur í síni frágreiðing,
at teir vóru um 18 mans, sum vórðu
fríkendir. Treytin var, at teir skuldu
mynstra við Victor. Jens Munk og
Jørgen Daa eru eisini ymiskir á máli
um, hvussu nógvir vórðu dømdir at
verða hongdir. Jens Munk sigur, at
teir vóru um 13 mans, og Jørgen Daa
skrivar, at teir vóru átta. Men teir
høvdu skund at fremja dómin.
Longu sama kvøld reistu teir í
skundi ein gálga inni á landi, og ein
maurari bjargaði lívinum, tá hann
játtaði at vera bøðil. Nógvar giting
ar hava verið um, hvar á leið gálgin
mundi verða reistur, men í frágreið
ingunum stendur bara, at hetta var
inni í havnini.
Vit vita heldur ikki, hvar teir
hongdu vórðu grivnir, men fleiri
sagnir eru frá hendingini. Millum
annað er ein søgn, at ein av sjórænar
unum royndi at flýggja undan monn
unum hjá Jørgen Daa. Hann skuldi
leypa um Skjaldagjógv á Grønanesi,
men endaði í gjónni og doyði har.
Søgn hevur eisini verið um, at sjó
rænararnir vórðu hongdir og grivnir í
Kálgarðinum. Tað finnast eingi prógv
fyri hesum, men søgnin er ivaleyst
orsøkin til, at nógv í Vestmanna
hava kallað staðið Gálggarð í staðin
fyri Kálgarð.
Jørgen Daa og Jens Munk kendu
seg sum rættar sigursharrar. Bara
fjúrtan dagar eftir, at teir vóru farnir
úr Keypmannahavn, høvdu teir fingið
sín fyrsta fong. Teir tríggjar bátarnar,
sum sjórænararnir høvdu stolið í
Hvalba, lótu teir aftur til Hvalbiar,
og annað av sjórænaraskipunum
við nógvum virðismiklum rændum
lutum varð latið til vetrarfútan, sum
so skjótt sum gjørligt skuldi fáa tað
til Keypmannahavnar. Hitt skipið
skuldi fylgjast við Victor og Jupiter.
Tað kundi jú væl henda, at tørvur fór
at verða á stuðli, tá Mendoza skuldi
takast.
Jørgen Daa tekur Mendoza
27. mai stevndi Jørgen Daa aftur út
av Vestmanna við trimum skipum.
Hvalbingar høvdu greitt frá, at
Mendoza var farin til Norðurlond.
Tað kann merkja so nógv, men tað er
ikki óhugsandi, at Jørgen Daa hevur
fingið skipararnar á bretsku sjó
rænaraskipunum at geva sær upplýs
ingar um, hvagar leiðin hjá Mendoza
lá. Skipini hjá Tucker og Mendoza
høvdu jú ligið saman inni á Hvalba og
helst eisini á Vestmanna. Ið hvussu
er fóru donsku skipini norðureftir
og inn í Hvítahavið og komu fram á
Mendoza 15. juni.
Har byrjaði ein hørð jagstran, sum
vardi í fleiri dagar, men tíggju dagar
seinni eydnaðist tað umsíðir donsku
skipunum at fáa tamarhald á støðuni.
Allir menninir uttan Mendoza, kap
teynurin Walther Brahe og skiparin
Linnert og ein skipsdrongur, 54 í tali,
vórðu revsaðir eftir grein 31, stk. b, í
krígsrættarfyriskipanini.
Tveir og tveir vórðu teir bakbundn
ir og vippaðir fyri borð. Mendoza,
Brahe og Linnert vórðu tiknir við til
Keypmannahavnar, har teir vórðu
settir fyri ein kongligan dómstól og
hongdir 29. august á staðnum, har
Kongens Nytorv nú er. Linnert varð
hongdur upp í ein vanligan gálga,
men Mendoza og Brahe fingu tann
heiður at vera teir fyrstu, sum royndu
ein nýggjan vippugálga, sum júst var
komin til landið úr Týsklandi.
»Og har hingu teir framvegis, tá
eg kom aftur til Keypmannahavnar
um heystið 1615, heilir og óskalaðir í
sínum silkiklæðum við gulltráði og
gullbaldýraðum skóm. Teir skuldu
vera øllum ógudiligum til ávaringar
og áminningar um umvending frá
einum syndigum levnaði,« skrivar Jón
Ólafsson í sínum endurminningum.
Hesin Jón Ólafsson gjørdist seinni
skjútti hjá kongi og stóð á bryggj
uni fyri Jørgen Daa og Jens Munk
á Bremerhólmi, tá teir komu heim
aftur í august. Jón Ólafsson skrivar,
at eingin kundi minnast, at eitt skip
nakrantíð var komið til Keypmanna
havnar við so stórum ríkidømi. Um
framt tað eina sjórænaraskipið, sum
teir høvdu tikið í Vestmanna, høvdu
teir við sær trý fullfermd baskisk
hvalaveiðiskip, sum høvdu rikið ólóg
liga hvalaveiði norðanfyri.
Skipini hjá Mendoza vóru sokkin í
bardaganum, men virðislutirnir vóru
bjargaðir. Millum skattirnar vóru
níggju kistur við silvur- og gullmynt
um. Gullkistan var so tung, at tíggju
mans máttu bera hana.
Upprunahandritið av frágreiðingini hjá Jørgen Daa til
kong um álopið á sjórænararnar í Vestmanna
Sjórænaraskipini vóru ymisk til støddar. Mangan
var talan um skip, sum ófriðarkroppar høvdu rænt.
Sjórænararnir høvdu ofta nógv fólk við skipunum, 60 til
200, alt eftir stødd, og tey vóru útgjørd við kanónum