Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-21, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. mai 2015síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 22. mai 2015 sosialurin 58 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 24 Eirikur Lindenskov F yri at verða við í kappingini um at gerast besta mat­stov­ an í norðurlondum, so skal tú fyrst vera við á listanum yvir tær 66 bestu matstovunar. Á hes­ um lista var Koks nummar 18. Hvørt ár verða so fimm av hes­um 66 matstovum innstillaðar til at ger­ ast ársins besta matstova í Norð­ur­ londum. Í tríggjar vikur í janauarmánaði ferð­ast dómsnevndin runt til allar tær innstillaðu matstovurnar, har ein sokallaður »nomineringsdøgurði« verð­ur hildin, og út frá hesum nom­i­ ner­ings­døgurða dømir dómsnevndin. Á samkomuni, sum var á heim­ sins bestu matstovu, Noma, í Keyp­ manna­havn mikukvøldið var so vinn­ ar­in avdúkaður. Og tað eru ikki hissini matstovur, sum Koks hevur kappast við. Allar hava tær Michelinstjørnur, sum er heim­sins týdningarmesta vørumerki hjá eini matstovu at fáa. Matstovurnar, sum vóru í finaluni um heiðurin sum ársins besta mat­ stova í Norðurlondum, »Nordic Prize«, í ár vóru: • Ylajali, Oslo, sum hevur 1 Michelin-stjørnu • Esperanto, Stockholm, sum hevur 1 Michelin-stjørnu • Marchal, København, sum hevur 1 Michelin-stjørnu • Ask, Helsinki, sum hevur 1 Michelin-stjørnu • Og so KOKS, sum tann einasta uttan Michelinstjørnu Johannes Jensen, stjóri á Koks, er sum vera man sera fegin og errin um heiðurin. – Hetta hevur stóran týdning fyri okkum, og hetta hevur stóran týdn­ ing fyri matstovuvinnuna í Før­ oyum, og hetta hevur stóran týdn­ ing fyri ferðavinnuna í Føroyum, sig­ur Johannes Jensen, sum bæði er stjóri á Hotel Føroyum og formaður í ferðaráðnum, Visit Faroe Islands. Koks kosin besta mat­stova – í Norðurlondum Mikukvøldið vann føroyska matstovan Koks heiðurin sum besta norðurlendska matstovan – og tað fór fram á heimsins bestu matstovu, Noma, í Keypmannahavn »Hví skulu hini vera heimsins best, tá tey nýta okkara rávøru?« Leif Friis Jørgensen, sum handaði heiðurin, Karen Visth, víntænari á Koks, Poul Andrias Ziska, sjefkokkur á Koks, og Bent Christensen frá Den Danske Spiseguide Hví skulu vit ikki vera millum heim­sins bestu, tá vit hava heimsins bestu rávøru Johannes Jensen