Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-21, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. mai 2015síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. MAI 2015 SOSIALURIN 58 28 Viðskiftadepilin – søkir avloysara fyri starvsfólk til reingerð í samband við hjálpartól Talan er um eitt avloysarastarv 36 tímar um vikuna, at seta frá 22. juni 2015 til 15. september 2015. Setanarstaðið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Viðskiftadeplinum. Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið í 3. lønarflokki. Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 03.06.2015 kl 12. Almannaverkið søkir starvsfólk av.fo>Leys størv Sí lýsingina á heimasíðu okkara: Bókhaldari til Føroya Pedagogfelag Føroya Pedagogfelag sóknast eftir einum bókhaldara 30 tímar um vikuna, at byrja 17. august 2015. Vit kunnu bjóða arbeiði í eitt av størstu fakfeløgunum á almanna arbeiðsmarknaðinum í Føroyum. Í umsitingini starvast 4 fólk dagliga. Tað er eitt arbeiðspláss við nógvum fjølbroyttum uppgávum, har ongin dagur er eins. Vit vanta av tær at tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt, ert fleksibul og dugir at halda fokus. Harumframt, at tú hevur hollan teldukunnleika, dugir at arbeiða við Microsoft Dynamics Navision og Excel. Løn sambært sáttmála við avvarandi fakfelag. Arbeiðstíðirnar eru í dagtímunum millum kl. 08:00-16:00. Nærri upplýsingar um starvið, fáast við at venda sær til Jógvan Philbrow, formann, ella Biritu Jacobsen, umsitingarleiðara á 35 75 76 Hevur hetta tín áhuga, ert tú vælkomin at senda eina umsókn og C.V. til: Føroya Pedagogfelag Tungugøta 1 FO-100 Tórshavn Ella til: pedagog@pedagogfelag.fo , viðmerk Bókhaldari Freistin at søkja starvið er 05.06.2015 kl. 12.00. Ognir í Tórshavn til sølu Við hesum verður “Adventistaskúlin” við tilhoyrandi bygningum lýstur til sølu, um nóg høgt boð fæst. Møguleiki er eisini fyri at lata “Adventistakirkjuna” innganga í eitt møguligt keyp. Ognin “Adventistaskúlin” er eitt jarðarstykki, matr. nr. 1056h, til støddar 2.809 fermetrar, við tveimum ástandandi bygningum frá ávikavist 1966 og 2007. Bygningarnir, ið eru ávíkavist uml. 435 og uml. 261,5 fermetrar til støddar og í ávíkavist tveimum og einari hædd, eru brúktir til ávíkavist skúlavirksemi og barnagarðsvirksemi. Ognin “Adventistakirkjan” er eitt jarðarstykki, matr. nr. 1056k, til støddar 1088 fermetrar við ástandandi bygningi frá 1978 í trimum hæddum. Bygningurin, sum hevur verið nýttur sum fríkirkja, er uml. 504 fermetrar til støddar. Tekjan er skift um aldarskiftið. Báðar ognirnar eru fevndar av Serstøku Byggisamtykt nr. 7 fyri Tórshavnar kommunu, og økið er sambært Serstøku Byggisamtykt nr. 7 ætlað til almenn endamál. Seljarin tilskilar sær rætt til frítt at velja millum innkomin boð, ella ikki at taka av nøkrum boði. Nærri fyrispurningar og møgulig boð kunnu sendast til: Jens Andrias Vinther, adv. jav@advokat.fo Undir Bryggjubakka 21 · Postsmoga 106 · 110 Tórshavn tel: (+) 298 359595 · fax: (+) 298 359596 advokat@advokat.fo · www.advokat.fo Aðalfundur Aðalfundur í Marte Meo felag Føroya verður leygardagin 06. juni kl. 13.00. á Virkni, Berjabrekku 2 Tórshavn. Skrá sambart viðtøkunum felagsins. Nevndin Fríggjadagin 22. mai 2015, hevur Petur Jacob Sigvardsen opið hús í Fútalág 25, frá kl 12 og frameftir í sambandi við, heiðursdoktaraútnevningina Vísindaligt hjálparfólk - 2 tíðaravmarkað størv á Søgu- og samfelagsdeildini Hevur tú áhuga í at royna teg sum vísindaligt hjálparfólk innan søgu og samfelag, so hava vit tvey tíðaravmarkað størv sum granskingarhjálpari leys at søkja. Bæði størvini verða sett í 6 mánaðir, frá 1. august 2015 at rokna. Uppgávurnar í starvinum verða fyrst av øllum knýttar at nýggju master- útbúgvingunum á deildini, sum byrjað í heyst. Tann, ið sett/ur verður, kemur tí í høvuðsheitum at stuðla undir tað virksemið, sum fer fram í samband við hesar útbúgvingar, eitt nú projektarbeiði, lestrarbólkar, fyrilestrar e.l. Arbeitt verður í tøttum samstarvi við vísindastarvsfólkini á deildini. Starvslýsing Sæst á www.setur.fo Umsókn og freist Umsókn við viðkomandi skjølum, cv, prógvum o.a, umframt møguligum vísindaligum avrikum, skulu sendast til: umsokn@setur.fo í seinasta lagi mánadagin 1. juni 2015, kl. 12. Nærri upplýsingar Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda tær til Gest Hovgaard, útbúgvingarleiðara tlf. 292595; mail: gesturh@setur.fo. Upplýsingar um virksemið á Fróðskaparsetrinum eru at finna á heimasíðuni: www.setur.fo. J. C. Svabos gøta 14 • Postrúm 272 110 Tórshavn • www.setur.fo