hósdagur 21. mai 2015síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 22. mai 2015
sosialurin 58
27
Komandi partur
Í komandi tveimum pørtum verður m.a. greitt frá Harry Wilson, ein av bretsku hermonnunum í
Føroyum og um Niklas Leo úr Vági, sum gjørdist kendur skipari í Grimsby. Langabbadóttir hansara var
eisini var við til minningarhaldið í Grimsby. Aftaná koma nakrir partar við frásøgn hjá Øssur Debes.
Henda sigling var eisini vandamikil, sum tað
kemur fram í frásøgn um Jens Arna í sambandi
við minningarhaldið í Normandínum:
Tydeligt berørt mindes 94-årige Jens Arne
Glinsvad, hvordan hans konvoj med omkring
40 skibe i foråret 1944 blev overrasket af en
såkaldt "wolfpack" - en gruppe af tyske ubåde,
som pludselig om natten dukkede op blandt
skibene og begyndte at torpedere til højre og
venstre.
- Jeg vågnede op ved et vældigt brag, og
udenfor var helvede brudt løs. Et par skibe var
allerede blevet torpederet og lå og brændte.
Det gentog sig fire nætter i træk og de nåede
at torpedere 22 skibe, fortæller han.
- Vi sejlede forbi mange søfolk, der lå i det
kolde vand med deres redningsveste med et lille
lys på, men vi måtte ikke standse. Det bevæger
mig stadig den dag i dag, siger Glinsvad, som
sammen med de andre veteraner fredag har
fået overrakt en medalje for indsatsen af
dronning Margrethe.
Hesum hendingum greiddi Jens Arne eisini
frá við døgurðan í Newcastle. Hann hevur lýst
sína lagnu undir krígnum, sum at hann var
“forfulgt af held.”
Arne sá ikki síni kæru aftur fyrr enn nærum
sjey ár vóru liðin. Tá hitti hann eisini gentuna,
hann hevði havt sum ungur, og sum trúføst
hevði bíðað eftir honum. Tey blivu gift eitt
hálvt ár seinni, og tey komu at halda gull
brúdleyp.
Aftaná kríggið gjørdist Arne flúgvara
navigatørur. Slíkum var brúk fyri, tá ið flogið
varð um Atlantshavið. Hetta starv er seinni
avloyst av teldum.
Í sínum starvi hevur Arne ofta flogið yvir
Føroyum. Ofta var yvirskýggjað og einki var
at síggja. Men so hendi tað meira enn so, at
Føroyar kundu síggjast í øllum sínum vakur
leika í 10 km hædd.
Hann vil fegin koma til Føroya og hann hev
ur eisini fingið at vita, at hann skal vera væl
komin. Hóast hann er 95 ára gamal er aldurin
eingin forðing.
Bruno Hansen bjargaði
lívinum av tilvild
Bruno Hansen var komin allan vegin frá
Vancouver vestast í Canada. Hann var tann,
sum hevði tað størsta fylgi. Tað varð tikin
ein familjumynd á móttøkuni aftaná guds
tænastuni, og tey vóru úti móti 15 á myndini.
Hetta vóru børn og abbabørn.
Bruno var ein av teimum, sum settu lívið
í váða við at sigla hernaðarliga útgerð um
Atlantshavið. Hann var eisini við til, at skip
hansara varð skotið niður, og hann kom at sita
trý samdøgur í einum bjargingarbáti.
Hóast rúsdrekka er rótin til alt ilt, so kann
hann takka tí fyri, at hann er á lívi. Hann var
sum nógvir aðrir danskir sjómenn staddur í
Newcastle, har hann ætlaði at fáa hýru. Ein
dagin var hann á veg til donsku hýruávísingina
fyri at fáa kjans við Peter Mærsk, sum søkti
eftir fólki. Men á vegin hagar hittir hann ein
vin, og teir fara inn á eina barr, har teir kanska
steðgaðu í longra lagi. Hetta gjørdi aftur tað, at
hann ikki kom at biðja um kjans tann dagin.
Tá hann royndi dagin eftir, var skipið full
mannað. Teir fara avstað og komu ikki aftur! So
sigast kann, at hugurin at fáa ein lítlan bjargaði
hansara lívi!
Bruno hevur skrivað sína søgu niður, og
kona hansara lovaði at senda hana.
Prestasonurin í Miðvági misti
eisini lívið undir krígnum
Ein annar luttakari var Anna Paludan. Hon
er cand. theol og hevur alt sítt lív verið virkin
innan mannarættindavirksemi bæði í Dan
mark og øðrum londum.
Hon vísti seg at hava eitt sterkt tilknýti til
Føroyar. Abbin, Kristian Keiding, hevði nevni
liga verið prestur í Miðvági frá 1919-1925.
Hetta visti hon nógv um, lutvíst frá frásøgn
um abban, sum pápi hennara hevði skrivað og
lutvíst frá brøvum, sum omman hevði sent
heim til vermammuna í Danmark. Hesi siga
eisini nokk so nógv um lívið hjá prestahjún
unum.
Um prestin verður millum annað sagt, at
hann var tann fyrsti at skipa fyri almennari
jólaveitslu í Miðvági.
Orsøkin til, at Anna var við í hesum minn
ingarhaldi var tann, at hon hevði mist ein
mammubeiggja, Hans Jørgen, undir krígnum.
Hann kann ikki teljast millum føroysku krígs
siglarnar, men hann hevur so búð í Miðvági frá
tí hann var 3 til hann var 9 ára gamal.
Anna hevur savnað nokk so nógv tilfar um
hann, og samandrátturin er hesin:
I sommeren 1941 traf den 25-årige 2. maskin
mester Hans Jørgen Keiding et valg der skulle
få skæbnesvangre konsekvenser. Efter at have
sejlet med neutrale svenske skibe siden 9.
april tog han hyre på det allierede (Lauritzen)
handelsskib Erna III. Den 22. september 1941
østnordøst for Grønlands sydspids, på position
61.45N, 35.15W , blev skibet torpederet af den
tyske ubåd 562. Ingen af de 27 om bord over
levede.
Han var krigssejler og frihedskæmper.
Formelt blev han krigssejler, da han valgte at
sejle selvom Anden Verdenskrig var brudt ud,
og da han yderligere valgte ikke at tage tilbage
til Danmark efter 9. april.
Hvad der end gjorde udfaldet, så valgte han
til sidst de allieredes side, blev sig bevidst som
krigssejler, blev dermed frihedskæmper og
betalte prisen. Han overtog med andre ord sin
formelle status som krigssejler ved et personligt
valg, på et tidspunkt hvor de tyske ubåde stadig
dominerede Nordatlanten.
Bruno Hansen og konan saman við ættarfólki
Her sæst Hans Jørgen saman við pápa sínum Kristian
Keiding. Myndin er helst tikin í Føroyum
Tað er takkað veri Edmund Petersen,
at vit eiga ta dramatisku søguna
hjá Petur W. Jacobsen úr Hvalvík
Mortan Bach umboðaði
danska sjófólkið. Her heldur
hann talu við døgurðan
Antoinette og Jens Arne Glensvad
settu lívið í váða fyri frælsi