Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-21, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. mai 2015síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 22. mai 2015 sosialurin 58 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 26 Óli Jacobsen Lagnur í Newcastle À eini minningargudstænastu sum henni, sum var í Newcastle tann 10. mai eru nógvur serstakar lagnur umboðaðar. Vit taka nakrar fram her. Her vóru eisini áhugaverdar slóðir til Føroya Krígssøgan 7. partur Á hesi minningargudstænastu og á døgurðan um kvøldið vóru fleiri áhugaverdar lagnur umboðaðar. Tað var sera hugtakandi at kunna hitta fólk, sum høvdu verið beinleiðis við í heimsbardaganum. Hetta eru fólk, sum høvdu verið beinleiðis í lívsvanda fyri at bjarga heiminum frá eini ræðuligari skipan sum teirri nasistisku. Eisini var tað serligt at hitta fólk, sum vildu koma til hetta minningarhald at minnast teirra avvarðandi, sum høvdu mist lívið fyri somu søk. Sum fyrr nevnt í hesi røð vóru umstøðurnar hjá teimum donsku sjófólkunum, sum sigldu fyri teir sameindu, munandi øðrvísi enn hjá teimum, sum sigldu við føroyskum skipum. Men tað vóru eisini nógvir føroyingar, sum sigldu við donskum skipum. Teir høvdu somu royndir sum donsku sjófólkini. Teir vóru eisini fleiri føroyingar við donskum og útlendskum skipum, sum ikki bóru boð í bý. Fingu krígssøgu um føroying frá Edmund Eitt slíkt dømi var Petur W. Jacobsen úr Hvalvík. Hann var við danska skipinum Axel Carl, sum lá í Leningrad tann dagin í juni í 1941, Týskland legði á Sovjetsamveldið. Tískil var Danmark roknað sum eitt fíggindaland, og øll manningin varð tikin til fanga. Hetta endaði við eini ferð gjøgnum fleiri ár til fleiri fangalegur í Sovjetsamveldinum, har umstøðurnar vóru útav vánaligar. Tað var ikki fyrr enn í januar 1943, at manningin kom fram til Teheran í Iran. Ferðin hevði tá vart hálvt annað ár. Tá fóru teir flestu at sigla fyri teir sameindu og komu ikki heim aftur fyrr enn aftaná krígslok. Tá giftist Petur við Jóhonnu í Pállshúsi av Eiði, sum hevði bíðað trúføst eftir honum. Hetta hevði alt verið so hart, at Petur vildi ongan­tíð greiða frá hesum. Men tíbetur var tað ein, sum vildi greiða frá. Hetta var yngsti mað­ ur umborð, Edmund Petersen. Hann hevur giv­ið fleiri frágreiðingar um tað, sum teimum hevði verið fyri. Vit hittust í Newcastle í 2005. Hann mintist væl føroyingin, sum hann hevði ver­ið saman við og kundi greiða frá onkrum sum ikki hevði verið frammi fyrr. Edmund upplivdi eisini at verða torpe­ der­að­ur, tá ið hann sigldi við Inge Toft. Men hep­ni var við honum. Hann saman við øðrum bjarg­aðu seg upp á eina rekandi trælúku av skipi­num. Edmund var eisini ein av teimum donsku sjó­monnunum, sum komu til Newcastle. Hann kendi eisini Pat, ið sum fyrr greitt frá, giftist við Klæ­mint Jacobsen úr Havn. Edmund er nú um 89 ára, og tíverri er hann nú ikki so væl fyri, at hann kundi koma við til minningarhaldið í Newcastle. Søgan hjá Jó­hon­nu og Petur hevur fyrr verið í hesi røð. Kvinnan, sum sigldi vandasjógv Ein av teimum trimum donsku krígs­siglar­un­ um, sum vóru við í Newcastle, var Antoinette Meld­gaard, sum nú er blivin 92 ára gomul. Hon er ein av teimum fáu kvinnunum, sum sigl­du undir krígnum. Vit hittust eisini til minn­ing­ar­ hald­ið í 2005, tað var sera hugnaligt at síggja hana aftur. Antoinette var í 1939 komin til Íslands at a­r­beiða á einum mjólkarvirki. Hon hevði ætlað sær at steðga í Íslandi í eitt ár, og heimferðin var goldin. Men tá ið Danmark varð hersett, slapp hon ikki heim aftur. Ísland var í somu støðu sum Føroyar. Tað var fyrst hersett av bret­um og síðani av amerikanarum. Hetta merk­ti, at einki samband var millum Danmark og Ísland krígsárini. Í 1942 fór Antoinetta at sigla fyri teir sam­ eindu. Hon fór við norska ferða­manna­skipi­ num Lyra, sum eisini var kent í Føroyum. Lyra var tikin av bretum og sigldi millum Ísland og Bretland við bretskum hermonnum. Tað vóru sjey skandinaviskar kvinnur við. At hetta var vanda­mikið verður eisini undirstrikað av, at skip­ið sigldi eisini við lóður. Hetta fekk hon tó ikki at vita fyrr enn seinni. Tey sigldu vanliga 11 skip í eini konvoy. Ein morgun­in fingu tey at vita, at eitt skip fremri í kon­voy­ini var skotið til botns. Men boðini vóru, at teirra skip kundi ikki steðga upp fyri at bjarga fólkinum. Tað kundi bert seinasta skipið í kon­voyini gera. Men veðrið var so vánaligt, at neyvan nakar varð bjargaður. Hetta var sjálvsagt skakandi fyri øll um­borð og Antionetta át ikki í fleiri dagar. Tað vóru eisini aðrir skakandi tilburðir. Ein av teimum var ein dagin, hon sólaði sær á ovas­ ta dekkinum. Tá hoyrdi hon eitt flogfar og helt í fyrsta umfari, at tað var bretskt. Tá tað kom nærri sá hon hagakrossin á flogfarinum. Tað kom so nær, at hon sá flogskiparan við sínum serligu flogbrillum. Tá stívnaði hon, men tað ikki meira. Antoinette hevði eina góða song­ rødd, og hon plagdi at syngja Vera Lynn sang­ir fyri hermonnunum. Hon helt á at sigla, tí hon helt, at á henda hátt kundi hon geva eitt íkast til frælsið. Tá kríggið var liðugt kom hon so heim aftur til familjuna, giftist og fekk ein son. Hon er bú­sit­andi í Århus. Tað gekk leingi, áðrenn danska stjórnin við­ ur­kendi innsatsin hjá teimum, sum sigldu und­ ir krígnum. Men hetta er so gjørt seinni. Hon var eisini saman við øðrum donskum krígs­ siglar­um boðin við til Normandíið seinasta ár í sa­mband við, at 70 ár vóru liðin síðan sam­ eindu innrásini, sum var við til at gera enda á Hitler og hansara stýri. Tá føldu donsku krígs­ siglar­nir, at teir fingu viðurkenning fyri at hava ver­ið við í mótstøðurørsluni móti nasismuni. Jens Arne: Kundu ikki bjarga druknandi sjómenn Við í Normandínum var eisini tann 95 ára gamli Jens Arne Glinsvad, sum eisini var við í Newcastle. Hann hitti eg eisini fyri 10 árum síðani og fekk hansara dramatiska søgu. Jens Arne fór til sjós í 1940, hóast hetta dámdi foreldrunum illa. Hann fór at sigla úti í heimi í amerikanskum sjógvi. Tann 9. apríl 1940 ætlaði hann at ringja heim, men hann fekk ikki sam­band við Lyngby Radio. Tað plagdi ikki at vera nakar trupulleiki, men skjótt kom hann eftir, hvat ið bagdi, tað var týska hersetingin. Tað kom skjótt boð frá danska aðal­ konsulat­inum í New York, har tað var boðið teim­um fría ferð til Keypmannahavnar um­ vegis tað uttanveltaða Portugal. Men bert ein av teimum 45, sum manningini taldi, tók av hes­um tilboði. Sum Jens Arne sigur: “Vi skulle hjælpe med at få Hitler og hans kumpaner til­ intet­gjort og få Danmark frit”. Jens Arne kom at sigla tvørtur um Atlants­ havið í konvoy. Hetta var vandamikil sigling. Churchill segði, at “slagið um Atlantshavið” var tað ein­asta, hann óttaðist fyri at tapa. Men tað hendi sum kunnugt ikki. Siðsøga Danskir hermenn stóðu heiðursvakt uttan fyri St. Nikolas kirkjuna