hósdagur 21. mai 2015síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. MAI 2015
SOSIALURIN 58
30
Ebba Hentze farin
Bókmentirnar vigaðu mest í lívinum hjá heiðraða høvundanum, yrkjaranum og týðaranum,
sum støðugt hevur arbeitt við at fáa føroyskar bókmentir út í heim. Frá ungum árum gekk hon
sínar egnu leiðir - millum annað las hon bókmentir og mál bæði í Rom, Wien og Sorbonne
NØVN
Bibliografi:
1953 Hveitikorn - yrkingasavn
1953 og seinni Fleiri stuttsøgur, prentaðar í
Politikens Magasin
1981 Antonia og Morgunstjørnan - barnabók
1982 Antonia mitt í verðini - barnabók
1983 Mamman eigur meg - barnabók
1985 Kata, ein seinkaður nekrologur -
prosayrking
1987 Mia, skúlagenta í Havn - barnabók
1992 Gulleygað - barnabók
Bøkurnar um Antoniu vórðu skrivaðar á
donskum og seinni týddar til føroyskt. tær eru
lisnar upp í barnaútvarpi í Føroyum, Svøríki,
Noregi, Finnlandi og Íslandi, og eru eisini
givnar út í Hollandi og Belgia.
Týðingar úr føroyskum til danskt
• 1980 Bølgerne leger på stranden
(stuttsøgusavn Jens Pauli Heinesen)
• 1982 Livets Sommer (skaldsøga Oddvør
Johansen).
• 1984 Med Edgar Allan Poe i Solhavn
(stuttsøgur Hanus Kamban)
• 1986 Ligesom (yrkingar,Rói Paturson
• 1988 Saltet i dampende middagsgryder,
(yrkingar, Jóanes Nielsen), Ebba Hentze
hevur sjálv valt yrkingar hjá Jóanesi
Nielsen út, umsett tær til danskt og sett
tær saman til hetta savnið.
• 1990 Færøhesten, (Barnabók, Ólavur
Michelsen)[10]
• 1992 Gummistøvler er de eneste
tempelsøjler vi ejer på Færøerne,
(skaldsøga, Jóanes Nielsen)
• 1994 Kirkerne på havets bund, (yrkingar
eftir Jóanes Nielsen).
• 1995 Grå oktober, (krimi Jógvan
Isaksen)
• 1998 Sting, (yrkingar, Jóanes Nielsen).
• 2000 I morgen er der atter en dag
(skaldsøga, Oddvør Johansen)
• 2003 Blodprøver, (yrkingar,Tóroddur
Poulsen)
• 2005 Hedder noget land weekend?
(leikrit, Jóanes Nielsen)
Virðislønir og starvslønir
• Statens Kunstfonds engangsydelse[12]
• Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar
býráðs í 1984[13]
• Drassows Legat í 1992[14]
• Mentanarvirðisløn Landsins í 2001
• Lachmannska Priset í 2002
• Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens í
2006
• Mentanarvirðisløn Landsins í 2008
• Sømdargáva landsins í 2012
KELDA WIKIPEDIA
E
bba Hentze var fødd 25.
september í 1930. Hon er
ættleidd og vaks upp á Tvør
oyri. Foreldrini vóru Petur
Christian Pauli Hentze, sum var keyp
maður, og Olivia Sophie Skaalum úr
Hvalba.
Sum ung fór Ebba Hentze til Dan
markar at lesa.
Fyrst tók hon studentsprógv frá
Statens Kursus í Keypmannahavn í
1950. Síðani las hon bókmentafrøði
og málfrøði á lærda háskúlanum í
Keypmannahavn. Men Danmark var
henni ikki nóg mikið, og meðan hon
las, søkti hon í fleiri umførum um
studning, sum gav henni møguleika
at taka styttri tíðarskeið á øðrum
universitetum í Evropa. Umframt
at lesa í Danmark, var hon eisini
gestalesandi við universitetini í
Uppsala í Svøríki, Wien í Eysturíki,
Rom í Italia og Sorbonne í Fraklandi.
Langur vegur at fara fyri eina unga
tvørágentu, og meðan javnaldrar
hennara á Tvøroyri arbeiddu fisk,
savnaði hon sær upplivingar og lær
dóm úti í heimi.
Tá Ebba Hentze var liðug at lesa,
starvast hon eitt skifti sum for
lagsráðgevi fyri Politiken.
Hon hevur eisini starvast sum
bókmentaráðgevi fyri stóra forlagið
Gyldendal. Harumframt hevur hon
starvast sum fríyrkisfólk fyri bæði
danskt, svenskt og føroyskt radio.
Ebba Hentze hevur eisini verið
sera virkin týðari, og hon hevur um
sett fleiri føroyskar bøkur úr før
oyskum til danskt. Meðan hon búði
í Danmark, umsetti hon útvið 70
bøkur úr enskum, týskum, svenskum
og norskum til danskt, til dømis fyri
stóra danska forlagið Gyldendal.
Seinast í 70’unum flutti hon heim
aftur til Føroya at búgva, og hevur
búð í hjartanum á Havnini líka síðani.
Hon hevur støðugt arbeitt við at
gera føroyskar bókmentir kendar
úti í heimi. Hon hevur týtt bøkur og
hevur síðani funnið forløg, sum vóru
sinnað at geva tær út - sum dømi um
hetta kunnu vit nevna skaldsøgur og
yrkingasøvn hjá Jóanesi Nielsen.
Ebba Hentze hevur eisini havt
ymsar heiðursuppgávur í Føroyum
- til dømis hevur hon verið við í
bólkinum, sum tilnevndi føroyskar
bøkur til Bókmentavirðisløn Norð
urlandaráðsins.