Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-21, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. mai 2015síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. MAI 2015 SOSIALURIN 58 31 Fallin og stongin lá eftir “Nú liggur vinkonan lágt”, skrivar ein yrkjari til mín fyri fáum føgum síðani, og hann heldur fram: “Hon var góð við teg, hóast hon ikki var nakar tjóðveldisfjeppari.” Tað skiltist á lagnum, at andsborni littereri skansin Ebba Hentze var farin undir ta tungu processina, at smoyggja jarðiska hamin av sær. Mett av døgum, nú likamið ikki orkaði meiri. Nú er hon fallin, sum professarin av Viðareiði tók til. Sum flestu føroyingar kendi eg Ebbu av navni, men bara sum eitt skaldsligt hugtak, fyribrigdi, haðartil okkara slóðir heldur tilvildarliga runnu saman fyri 15 árum síðani. Sjálv­andi visti eg hvat hon tókst við, og onkuntíð hevði eg borið eygu við hana í havnargøtum, tað slapst ikki undan, karisman var so eyðsýnd og originaliteturin so frábærur, og so var hon so deiliga autentisk, har var onki filtur og ongin mascara, ið fjaldi fyri hesum øgiliga kraftarverkinum, sum átti búgv í hennara sál. Ein heystardag í 2000 hevði eg játtað tveimum skøldum, at vit skuldu hittast á fundi í Mentamálaráðnum. Á Hoyvíksvegnum. Hesir báðir vóru Carli og Jóanes. Vit spjallaðu um leyst og fast, um alt tað sum kundi hava áhuga hjá einum nýsettum ráðharra. Nú fellur prátið brádliga á Ebbu. Vit gjørdust samdir um, at tjóðin ikki hevði givið Ebbu ta virðing og ta tign hon so søttliga hevði uppiborið. Menta­málaráðharrin staðfesti, at bøtast skuldi um hetta sum skjótast, – hetta var um tað mundið, hon fór um sjeyti ára hvarvið. Føðingardagin heiðraðu vit henni so hóskiliga. Við heiðursbrævi, gávu og eini veitslu, har hitt andborna par­nassið í vinarskara hennara so hóski­liga var umboðað. Sum ein yrkjari skrivaði: “Men halt kjaft, hin veitslan var góð, veruliga av teimum frægu.” Lítil samkoma varð hildin úti í Tinganesi, har vit báðir Jóanes fluttu fram røður, og á sjálvum býar­innar Parnassi fagnaðu vit Ebbu til ta heilt stóru medaljuna. Ongantíð fyrr, tíansheldur seinri, havi eg hoyrt so kveikjandi røður og hjartanemandi heilsanir til ein andsfrænda sum hetta kvøldið og út á náttina við. Sjónleikaralegendan Eyðun Johannessen legði frá landi, áðrenn undanrætturin var komin á borðið, og síðani gekk tað bara slag í slag. Eg hevði varðhugan av, at tær almennu Føroyar nú høvdu bøtt um eitt mistak, og eftir øllum at døma hevði Ebba somu fatan. Eftir hetta átti eg í Ebbu Hentze eina veruliga vinkonu. Vit tosaðu javnan umvegis máltráðin og onkun­tíð vitjaðu vit hvønnannan. Í C. Pløyens­gøtu og á Húsabrúgv. Tað er ongin loyna, at vit bæði høvdu eitt sera komplicerað sinnalag. Opinskárað við eini løðing í temperamentinum, sum kann stoyta viðkvæmar sálir frá sær, og kanska var tað ein orsøkin til, at tað rann so væl sam­an hjá okkum. Kemiin hóskaði. Kann vera, at kontroversiellar og onkun­tíð ómøgu­ ligar sálir finna ugga í veikleikunum hjá hvørjum øðrum. Einaferð hon fór strúkandi til gongu eftir Vaglinum, í trivaligum sólbrillum, ein vetrardag, tá fólvið mjúkliga legði seg um hár, limir og tún, helst var hon ávegis niðan á Bóka­savnið, ringdi eg til hennara. Helt fyri, at hon sá út sum ein frá­ boð­an um, at Greta Garbo var farin at ganga aftur. Nú gjørdist hon spurin, huglagið hveptist og sáttaðist, men tað var okkurt dularfult við hesi ma­ dammuni, sum stóð til at bresta av skili og intelligensi. Hóast onki filtur og ongin mascara var ímillum tað innara og hitt uttara, so hugsi eg, at tað var ikki hvør sum helst, ið slapp inn um grindina - innar í hennara stóra sálarrúm. Atkomulig var hon ikki, men tá tú einaferð var sloppin inn um, hevði fingið acceptina, so var onki óført. Hetta kann vera ein orsøkin til, at fleiri hildu hana vera eina krukku. Tað var hon kanska eisini, men tað tók hon ikki so tungt, hon hevði sínar egnu reglur at ganga eftir, hon var ein drotning, ein skaldadrotning, sum sveimaði í einum loftlagi væl omanfyri okkum deyðiligu, og hevði hon m.a. hug at festa sær í ein vindul í einum hýruvogni, ímillum tvær destinatiónir í høvuðsborgini, ja, so gjørdi hon tað, og vei tann bilstjóra, sum dittaði sær til at muta ímóti spælireglunum hjá frk. Hentze. Hon lat sær onki siga, tí ráddi tað um at peila av og leggja til miðis, alt eftir hvussu reykurin nú einaferð stóð, skuldi tú hóra undan í hennara áhugaverda selskapi. Ebba Hentze var borin í heim hin 25. september 1930. Mær er sagt, at hon kom í verðina í Tjekkoslovakínum. Hetta er ein av mongum mýtum um Ebbu, - kanska. Sjálv var hon ikki pírin við at leggja við til mýtubálið. Men vit vita, at hon varð ættleidd til Tvøroyrar, og vaks upp í hesum spennandi býi hjá teimum báðum Peter Christian Pauli Hentze og Olivia Sophie Skaalum. Hon tók studentsprógv í Keypmannahavn í 1950. Síðani hevur hon lisið mál- og bók­mentafrøði í Keypmannahavn, Uppsala, Wien, Roma, og á gitna Sorbonne universitetinum í Frak­ landi. Eitt tíðarskeið var hon for­ lagsráðgevi á danska blaðnum Politiken, og eisini var hon bók­ mentakonsulentur hjá Gyldendal forlagnum. Síðani fór hon sjálv undir at skriva, og tey flestu kenna helst bøkurnar um Antoniu, sum eru givnar út á fleiri málum, og eru lisnar upp á nationalum rásum í fleiri londum. Hon fekk Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs í 1984. Ment­anar­ virðisløn M. A. Jacobsens í 2006 og í 2008 hevði hon so dyggiliga uppi­ borið at fáa størstu tignina eitt føroyskt listarfólk kann fáa, sum nú er: Mentanarvirðisløn Landsins. Í 2012 var hon eisini tikin upp í tað valalið, ið fær árliga sømdargávu av fíggjarlóg Løgtingsins. Týdningurin Ebba hevur havt fyri føroyskan skaldskap kann ikki yvirmetast. Hetta var ikki pátikin dagdvølja, - hetta var hennara hjarta­ blóð. Umframt egnan skaldskap, kendur í fleiri londum, er eitt av megnarverkum hennara, allar týðingarnar, har hon hevur flutt verk hjá føroyskum skøldum yvir í onnur mál. Tað er tiltikið hvussu væl týðingarnar eru frágingar, og tær geva lesaranum eina greiða mynd av, hvussu væl Ebba dugdi at seta seg inn í hugsanina hjá honum ella henni sum átti upprunatekstin. Sum oftast rakti hon í solar plexus, ja, so væl, at onkuntíð kann ein føroysk upprunayrking taka seg betri út á t.d. donskum máli. Musikaliteturin hjá umsetaranum er eyðsýndur, fráboðan um eitt óvanligt talent, sum gav okkum so nógv, og sum nú er farið um sýnuna. Føroyingarnir, sum umvegis hennara málsligu transformatión, kvika heila og kønu hendur komu út um landoddarnar, eru t.d. Jens Pauli Heinsesen, Oddvør Johansen, Rói Patursson, Hanus Kamban, Jóanes Nielsen, Jógvan Isaksen, Tóroddur Poulsen og Ólavur Michelsen. Harumframt hevur hon týtt væl av skaldskapi úr øðrum europeiskum málum til danskt mál. Nú skáin gjørdist so stuttur at skriva hesi fáu orðini, fæst ikki alt fram á torg soleiðis í bráðskundi, men staðfestast kann, at Føroyar hava mist eina av sínum bestu døtrum og eina av dyggastu súlunum undir andslívi tjóðarinnar. Sjálvur havi eg mist eina góða vinkonu, nú Ebba Hentze er látin, og tað er við djúpari virðing, at eg minnist hana og allar tær ferðirnar, vit konverseraðu um smátt og stórt, førningurin var altíð rúmkaður eftir eitt prát við Ebbu, og í myndamáli kunnu vit siga við professaranum av Viðareiði, at Ebba er fallin, men stongin liggur eftir. Hamurin er fallin, men eftir stendur ein tjóðarogn, ein varði, sum frúgvin Hentze laðaði komandi ættarliðum at súgva sær andliga megi úr. Máttu teir sum ráða fyri borgum hinumegin hetta lívið tikið sær væl av vinkonuni. Tórbjørn Jacobsen