Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-21, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. mai 2015síða 32

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. MAI 2015 SOSIALURIN 58 32 Skip til yvirlitstroling eftir makreli fyri Havstovuna 2.-27. juli 2015 Í sambandi við yvirlitstroling eftir makreli í summar, søkir Havstovan eftir nótaskipi at gera royndirnar. Kanningin verður fíggjað við granskingarkvotu. Upp til 3.500 tons av makreli er ætlað at fíggja yvirlits­ trolingina. Kvoturnar kunnu fiskast í føroyskum ella altjóða sjógvi, og verða lætnar sum eginkvotur. Tíðarskeiðið og krøvini, ið skipið skal lúka, eru lýst niðanfyri. Freistin at søkja er mánadagin 1. juni 2015 við telduposti til hav@hav.fo Tað ella tey reiðarí (skip), ið lúka krøvini, verða biðin um at geva boð uppá, hvussu stóran (ella rættari sagt lítlan) part av kvotunum omanfyri, tey kunnu gera ætlaðu kanningarnar fyri. Tikið verður av nøktandi tilboði. Tíðarskeið: Yvirlitstrolingin verður í tíðarskeiðinum 2. til 27. juli 2015. Henda kanningin verður gjørd sum ein felags kanning eftir sama leisti sum í fjør, har Føroyar, Ísland og Noreg luttaka. Krøv til skipið í sambandi við kanningina: • Ekkólodd: Simrad EK(ER) 60 kHz lodd við bæði 38 og 200 kHz splitbeam botnum. • Skipið skal hava tóvmegi til at tóva við flótitroli (Vónin 832 m) í vatnskorpuni við upp til 5 míla ferð. Reiðskapur: Eitt (Vónin 832 m MULTPELT) flótitrol við tilhoyrandi útgerð. Lemmar: Injector F-15, 6 m2, 2000 kg. • Trolveirur: Skipið skal hava flótiveir (Dynema ella líknandi, í minsta lagi 500 m), av tí at tóvað verður í vatnskorpuni. • Skipið skal hava Scanmar ella Marport dekkseind, troleyga og sensorar, ið skulu brúkast til at máta ymsar parametrar á trolinum/lemmunum. • Skipið skal hava koyggjupláss til fimm fólk frá Havstovuni. • Kanningarumhvørvið umborð: Tað skal vera gjørligt at standa innandura og taka prøvar av veiðuni. Her skal borðpláss (minst 100x60 cm) vera til mátibretti og elektroniska vekt. • Internetsamband skal vera umborð, við eini vælvirkandi LAN skipan. EK60 teldan og arbeiðsteldurnar skulu hava samband við netið umborð. • Á brúnni skal verða arbeiðspláss til tveir granskarar at sita við skriviborð at viðgera tølini frá ekkóloddunum. Útreiðslur í sambandi við kanningina: Í sambandi við yvirlitstrolingar í summar, kann roknast við útreiðslum á umleið kr. 500.000, ið skulu fíggjast yvir kvoturnar, t.e. í sáttmálanum millum Havstovuna og tann, ið tekur av. Útreiðslurnar í sambandi við túrin fevna millum annað um ymsa útgerð til túrin, løn og siglipening til fólkini umborð, og til fyrireiking og at arbeiða upp prøvar, tiknir umborð. Endaligu útreiðslurnar verða uppgjørdar eftir túrin. Umsóknin skal sendast til: Havstovan (hav@hav.fo) Nóatún 1 100 Tórshavn Att: Erling í Liða eblaðið sos.fo www.gevidblod.fo GEVA BLÓÐ? Felagið Blóðgevi Blóðbankin á Landssjúkrahúsinum J.C. Svabos gøta 43 100 Tórshavn Telefon: 30 45 22 Teldupostur: bbank@lsh.fo Blóðgevarar í Suðuroy Rannsóknarstovan á Suðuroyar Sjúkrahúsi Sjúkrahúsbrekka 19 800 Tvøroyri Telefon: 34 32 70 Teldupostadressa: lab@ssh.fo Klaksvíkar Blóðdonorlið Rannsóknarstovan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi Sniðgøta 1 700 Klaksvík Telefon: 45 45 45 Teldupostadressa: labblod@ks.fo Vilt tú vera við til at bjarga lívum, kanst tú teknað teg hjá einum av blóðgevarafeløgunum ella umvegis heimasíðuna www.gevidblod.fo Fólk kunnu geva blóð 3. hvønn mánað. Ein posi av blóði kann bjarga upp til trimum mannalíum