Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-21, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. mai 2015síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 22. mai 2015 sosialurin 58 38 Ikki við: Jónas Tór Næs (økslin), Alex Mellemgaard (lærkrikin) Ibrahima Camara (leikbann) Ikki við: Pál M. Joensen (knæið) Við aftur: Andrew av Fløtum (leikbann) Ikki við: Gert Hansen (knæskaði, 2 vikur) Súni Olsen (knæskaði, 3 vikur) Heðin Hansen (burturstaddur) Ivasamir: Sølvi Vatnhamar (knæskaði), Andreas Lava Olsen Við aftur: Geza Turi (leikbann) Ikki við: Jens Joensen (knæskaði, byrjaður at venja aftur) Jonhard Frederiksberg (rivjabein, 1 vika) Hákun Edmundsson (lærkriki, 1-2 vikur) Ikki við: Rasmus Dan Sørensen (baklær, 2 vikur) Ivasamur: Arnar Dam (baklær), Leif Niclasen (tá), Árni G. Olsen (baklær) Jóannes Hansen T rettanda umfar í EFFO deildini er á skránni 2. hvítu­sunnudag. Merkis­ vert er tað, at fyrru hálv­final­urnar í kappingini um løg­mans­steypið vórðu spældar í gjár­kvøldið, eftir at hesar reglurnar vórðu skrivaðar. Tað kann hava aðrar fyritreytir við sær enn tær, sum tað her verður roknað við. Seinastu vikurnar hevur tað av álvara verið trýst á. At NSÍ, B36, HB og Víkingur vóru í dysti í gjárkvøldið ber sjálvandi við sær, at fyritreytirnar hjá fýra teimum ovastu í landskappingini 2. hvítusunnudag verða øðrvísi, enn tær verða hjá hinum liðunum. Víkingur og B36 hittust í gjárkvøldið, og tey hittast aftur mánadagin. Tá skal HB spæla ímóti ÍF, og NSÍ skal spæla ímóti EB/Streymi. NSÍ er framvegis topplið. Fjat­ støðan aftur til B36 er trý stig, og aftur til HB er hon seks stig. Støðutalvan sigur, at toppliðið eigur besta mál­ munin, og at toppliðið hevur skorað flest mál. Síðani 2005, tá ið kappingin varð snikkað til í tí formi, sum hon nú hevur, er tað bara tvær ferðir áður komið fyri, at eitt lið í tólv teimum fyrstu umførunum hevur megnað at skora fleiri mál, enn NSÍ hevur higartil í ár. Metið eiga teir í Runavík. Tað settu teir í 2011. Hóast teir eftir tólv umfør lógu á fjórða plássi og vóru seks stig aftanfyri oddaliðið B36, sum seinni á árinum tryggjaði sær FM heitið, so drógu teir gulu og svørtu fyrstu tólv umførini 36 mál í posan. Tað verður so ofta víst á, at NSÍ fer so illa við botnliðunum. Soleiðis var tað eisini í 2011. Methøga máltalið fyrstu tólv umførini komst serliga av, at tað í sætta umfari endaði við 9-0 sigri á heimavølli ímóti 07 Vestur, og at tað í áttanda umfari endaði við 6-1 sigri á útivølli ímóti B71. Eftir 27 umfør vóru 07 Vestur og B71 niðast á talvuni og fluttu harvið niður. HB plagar at teljast millum liðini, sum eru óførast at skjóta mál. Hagtølini siga, at HB eigur næst­ hægsta máltalið eftir tólv umfør. Tað var í 2009, tá ið HB í tólv teimum fyrstu umførunum og á veg ímóti FM heit­inum skoraði 34 mál. Meðan tað oftast hevur gingið sum smurt við at skjóta mál hjá HB, so hevur tað verið meiri striltið higartil í ár. Støðutalvan sigur, at HB higartil hevur skorað nítjan mál. Tað er eitt færri enn eftir tólv umfør í 2011, tá ið HB endaði á áttanda plássi. HB hevur síðani 2005 ongan­tíð áður skorað færri enn tjúgu mál í tólv teimum fyrstu umførunum. Tað er trýst á AB TB - AB Kári J. á Høvdanum Mánadagin klokkan 15.00 Síðsta sunnudag tapti TB 1-0 í Klaks­ vík. Tá vóru tvøramenn vón­brotnir. Teir ásannaðu, at sum tíðin leið, so hevði heimaliðið nógv fleiri mál­ møgu­leikar. TB spælararnir vóru vónsviknir av sær sjálvum, tí teir halda seg hava orsøk at rokna við, at teir skulu megna at vinna stig í øllum dystum. – Vit eru ikki nøgdir við verjupartin hjá okkum í Klaksvík. Nú eiga vit heimavøll. Har hevur tað ikki roynst so væl higartil í ár, sum tað plagar, men tað er einki sum eitur. Um vit skulu hugsa um møguleikan at røkka út í Europa, so skulu vit vinna ímóti AB, og tað ætla við okkum, sigur Patrik Johannesen hjá TB. Argjamenn eru sera vónsviknir um gongdina higartil. Sunnudagin vóru fyritreytirnar eina góða løtu góðar ímóti HB á Argjum, men enn eina­ferð endaði tað við tapi: – Vónbrotið ætla vit okkum at vaska burtur í Trongisvági. Hetta rokna vit at vera ein av dystunum, tá ið tað er møguleiki at venda sera soltnu gongdini higartil í ár, sigur Jónas Stenberg. Tá ið TB vitjaði á Argjum í øðrum umfari og í ódnarveðri, var úrslitið 1-1. Hava fingið um endan í HB HB - ÍF Páll Augustinussen Mánadagin klokkan 15.00 Hóast tað higartil í ár hevur gingið illa at finna vegin til meskarnar í mótstøðumálinum, so halda teir í HB ikki, at tað er orsøk at stúra. Støðu­ talvan sigur, at HB er á triðja plássi, og at tað ikki eru fleiri enn seks stig fram til NSÍ. Hóast samlaða máltalið er lágt, so hava avrikini verið betri seinastu ferðirnar. 3-1 tapið í grannauppgerðini ímóti B36 var stórt vónbrot. Síðani tá hevur úrtøkan verið tíggju stig í fýra dystum. – Spælið er vorðið alt betri, hug­ burð­urin er góður, og vit fáa nógv burturúr venjingunum. Tað eru fram­ vegis nógv stig eftir at spæla um. Vit hava sjálvsálitið, sum skal til fyri at vera við í kappingini um FM heitið, og tað er neyðugt at vinna á heimavølli, um tað skal eydnast, sigur Andrew av Fløtum. Orsaka av leikbanni var Andrew ikki við í Runavík hóskvøldið. Tað var Fróði Benjaminsen heldur ikki. Teir vera báðir við ímóti ÍF 2. hvítu­ sunnudag. Merkisvert er tað, at átjan ára gamli Bartal Wardum nú hevur vunnið sær fast pláss á verjukendum miðvallarplássi, har hann er undir liðini á Fróða Benjaminsen. LIÐ TÍÐINDI B36 HB Víkingur NSÍ EB/Streymur Fótbóltur HB hevur higartil í ár skorað færri mál í tólv teimum fyrstu umførunum enn nakrantíð áður, síðani kappingin varð broytt at fevna um 27 umfør Upptakt til Effodeildina ítróttur NSÍ eigur bestu mál­ maskinuna