hósdagur 21. mai 2015síða 39
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 22. mai 2015
sosialurin 58
39
Ikki við:
Jákup B. Andreasen (leikbann)
Ivasamur: Sørmundur Kalsø
(skaddur í tjúkkanum)
Við aftur:
Mayowa Oladele Alli (leikbann)
Ikki við: Áki Petersen
(Baklær, ógreitt hvussu leingi)
Ivasamur: Nenad Saric
Við aftur: Bartal Eliasen,
Dánjal á Lakjuni
Ikki við: Rógvi Poulsen (burturst.),
Teitur Jóannesarson (kænið),
Jobin Drangastein (økslin,
1 vika - møgulig skurðviðgerð),
Gert Drangastein (fóturin, 5 vik.)
Ikki við:
Teitur Justinussen (leikbann)
Arthur Poulsen
(brotið fótin, 4-6 vikur)
Rógvi Joensen (burturstaddur)
Allir mans tøkir
Eyðkennið fyri ÍF hevur higartil í
ár verið óstøðug avrik. Úrslitini hava
verið nógv upp og niður, ferðslan inn
og út av liðnum hevur verið stór, og
rokeringarnar í uppstillingini hava
verið nógvar – eisini undir dystunum.
Eftir 3-0 sigur á útivølli ímóti EB/
Streymi var 3-0 heimatapið ímóti
Víkingi sera stórt vónbrot.
– Hetta kunnu vit ikki bjóða okk
um sjálvum einaferð aftrat, sigur ÍF
liðformaðurin og miðvallarin Fritleif
í Lambanum. Ímóti Víkingi var stórur
saknur í stríðsmonnunum Bartali
Eliasen og Dánjali á Lakjuni, sum eru
tøkir aftur, nú ÍF fyrireikar seg at fara
suður í Gundadal. Har hevur ÍF ikki
vunnið stig ímóti HB síðani 16. juni
2013, tá ið tað endaði málleyst.
Tá ið HB vitjaði í Fuglafirði í øðrum
umfari og í vánaligum líkindum, var
úrslitið 1-1.
Illa statt botnlið fær
vitjan av toppinum
EB/Streymur - NSÍ Rúni Gaardbo
Mánadagin klokkan 15.00
NSÍ ríður á aldukambinum, og teir
í Sundalagnum mugu smyrja seg
við, at tað kemur sjáldan fyri, at eitt
lið er so stórur favorittur, sum NSÍ
mánadagin verður tað við Margáir.
Eftir tólv umfør hevur NSÍ vunnið
22 stig fleiri enn EB/Streymur!
Tað ger tað ilt verri hjá EB/Streymi,
at fýra av teimum, sum hava verið á
besta liðnum higartil í ár, ikki eru
førir fyri at spæla.
– Vit taka einki fyri givið, og tað
sæst aftur og aftur, at tað ikki minst
er í sovornum dystum sum hesum,
at tað er týdningarmikið at vera
hundrað prosent forkuseraðir, sigur
NSÍ venjarin Trygvi Mortensen.
Toppskjúttin Klæmint A. Olsen
hevur ikki skorað tvær tær seinastu
ferðirnar. Nú fæst at síggja, um
hann fer at gera eitt nýtt hál. Tá ið
EB/Streymur í øðrum umfari vitjaði
við Løkin, vann NSÍ 5-1, og tá skoraði
Klæmint A. Olsen tvey mál.
Tað eru stórar avbjóðingar við
Margáir. Sunnudagin vitjaði B36, sum
er næstfremst, og nú er toppliðið á
skránni.
– Ímóti B36 megnaðu vit at halda
tætt allan fyrra hálvleik. Tað var
harmuligt, at teir skoraðu so tíðliga
í 2. hálvleiki og so vunnu 2-0. NSÍ
spælir við longum innleggum, har teir
miðja eftir høvdinum á Klæminti, so
tað verður øðrvísi dystur. Hóast vit
eru aftastir, so er tað stutt fram til
bjargingina, og vit rokna framvegis
við, at tað skal eydnast okkum at
varðveita plássið í bestu deildini,
sigur Niels Pauli Danielsen, sum er
liðformaður hjá EB/Streymi.
Trýstið er á Víkingi
Víkingur - B36 Eiler Rasmussen
Mánadagin klokkan 15.00
Fyri aðru ferð í fýra dagar hittast
Víkingur og B36 í Sarpugerði mána
dagin. Hóast víkingarnir eru átta stig
frá toppinum og NSÍ og fimm stig
frá B36 og næstfremsta plássinum,
so rokna teir í Víkingi framvegis
við, at tað skal eydnast at vera við í
kappingin um FM heitið.
Tá ið hesar reglur vórðu skrivaðar,
var í báðum legunum fult fokus á
hálvfinaluni í steypakappingini,
sum varð spæld í gjárkvøldið. Tað
verður ikki fyrrenn í kvøld, at tað
verður farið undir fyrireikingarnar
til landskappingardystin 2. hvítu
sunnudag.
Tá vera royndirnar frá í gjár
kvøldið týdningarmiklar at leggja
ætlanir út frá.
Tá ið B36 fyri tveimum vikum
síðani var í Runavík, endaði undir
haldandi toppuppgerðin 2-2. Í B36
leguni vóru teir ikki so misnøgdir við
tað úrslitið, og tað man vera lítið at
ivast í, at tað heldur ikki hevði verið
heilt við síðuna av, um tað aftur
mánadagin eydnaðist árstalsfelag
num at vinna stig við sær suður aftur.
Trýstið er størri á Víkingi. Um tað
ikki eydnast at vinna fulla úrtøku
ímóti B36, og um NSÍ vinnur favo
rittsigur við Margáir, so verða tað
ellivu stig frá NSÍ og aftur til Víking,
og tað er ógvuliga nógv.
Hjá Víkingi kemur tað illa við, at
fleiri av stuðulsspælarunum ikki eru
tøkir.
Tað var rættiliga undirhaldandi og
málríkt, tá ið Víkingur í øðrum umfari
var í Gundadali. Úrslitið var 3-3, eftir
at Víkingur tríggjar ferðir hevði verið
frammanfyri.
Teir lokalu lyfta í Klaksvík
KÍ - FC Suðuroy Alex Troleis
Mánadagin klokkan 15.00
Fótbóltslagið í Klaksvík er betri nú,
eftir at tað eydnaðist at vinna 1-0 á
heimavølli ímóti TB, og eftir at fót
bóltsspælið var munandi betri, enn
tað hevur verið flestu ferðirnar fyrr
í ár. Undan kappingarbyrjan vórðu
íløgur gjørdar í útlendskar spælarar,
sum fyrstu umførini vóru á liðnum,
meðan nógvir av teimum lokalu sótu
uttanfyri.
Sunnudagin vóru fleiri klaks
víkingar á liðnum, meðan nýggju
menninir sótu á beinkinum, og tá
gekk spælið betri og úrslitið var full
úrtøka.
– Vit hava havt trupulleikar við at
halda tætt í verjuni. Ímóti TB eydn
aðist tað at halda teimum frá at
skora, og tað eru vit væl nøgdir við,
sigur KÍ liðformaðurin Jonas Flindt
Rasmussen.
FC Suðuroy hevur longu verið
einaferð í Klaksvík fyrr í ár. Fyrru
ferðina var úrslitið 3-0 heimasigur.
Sunnudagin tapti FC Suðuroy 3-1
á heimavølli ímóti NSÍ.
– Vit mugu ansa eftir ikki at geva
so løtt mál burtur í deyðbóltsstøðum.
Hetta eru keðilig mál at fáa ímóti okk
um. Tær seinastu ferðirnar hava vit
skorað í hvørjum dysti, og um vit
halda fram við tí og binda fyri í verj
uni, so eigur at vera møguleiki fyri
at vinna stig í Klaksvík, sigur Jón
Krosslá Poulsen hjá FC Suðuroy.
joannes@sosialurin.fo
KÍ
ÍF
AB
TB
FC Suðuroy
Effodeildin støðan
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1
NSÍ
12
9
1
2
33
17
+16
28
2
B36
12
7
4
1
26
13
+13
25
3
HB
12
6
4
2
19
14
+5
22
4
Víkingur
12
5
5
2
30
19
+11
20
5
KÍ
12
5
2
5
19
19
0
17
6
TB
12
3
6
3
18
15
+3
15
7
ÍF
12
3
5
4
20
21
-1
14
8
FC Suðuroy
12
3
0
9
15
35
-20
9
9
AB
12
0
6
6
10
18
-8
6
10 EB/Streymur
12
1
3
8
10
29
-19
6