hósdagur 21. mai 2015síða 40
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. MAI 2015
SOSIALURIN 58
40
Í
øðrum londum fagna tey nú
í vár, at týska hersetingin
endaði sum eitt fullkomiliga
miseydnað konsept fyri 70
árum síðani.
Slíkt er eisini vert at hátíðarhalda,
so sanniliga, skilst, og stuttligt eisini
at síggja og hoyra gomlu gubbarnar,
sum settu lívið í váða fyri føðilandið
og hugsaðu meira um tað enn um egið
lív og egna heilsu. Tá var egoisman
ikki ein sjálvsøgd dygd. Hon var ikki
inni.
Føroyar vóru eisini hersettar undir
krígnum. Men her hevur eingin
fagnaður verið og heldur ikki
nakað hátíðarhald, nú hasi 70
árini eru farin. Jú, flaggdagurin
er hvørt ár, men annars einki.
Men flaggdagurin verður
ikki hildin fyri at fagna, at
kríggið endaði, og Føroyar
sluppu undan bretsku
hersetingini og fingu ta
donsku aftur.
Hví fagna vit ikki? Tí í Føroyum
leggja fólk einki í at vera hersett.
Vit lata okkum trælalynda. Jú, men
hugsar tú ella sigur, kæri lesari,
munur var á herseting. Tey
»góðu« hersettu okkum, tey
»óndu« hertóku Danmark,
Noreg, Sovjetsamveldið
og onnur lond.
Gamaní. Men
er ein herset
ing ikki ein
herseting, í prinsippinum um ikki
annað?
Tað verður so bara giting. Men hvat
var hent í Føroyum, um týskarar, ikki
bretar, komu higar tá í apríl í 1940?
Eisini í Føroyum vóru fólk, sum hildu,
at Hitler var ein skilamaður og dugdi
bara væl.
Tað ber til at kjakast um, ikki hetta
til jólaaftan, men í allar ævir, til hvønn
jólaaftan, sum eftir er.
Og Danmark hevur havt Føroyar
hersettar í øldir. At herseta er at verja
eitt ríki móti fíggindum.
Í fjør hersetti Sea Shepherd Føroy
ar. Tað var í lagi, hildu tey flestu, ein
demokratiskur rættur. Sea Shepherd
kemur skjótt aftur at herseta Føroyar.
Nú hava myndugleikarnir kortini fyri
reikað seg. Og tað er ikki í lagi, halda
nógv, fyrst og fremst tey, sum hugsa
danskt og hava allar sínar grund
gevingar úr Danmark. Tí í Danmark
drepa tey ikki grind. Tí eiga vit heldur
ikki at drepa grind í Føroyum.
Sea Shepherd fólkini fóru úr
Føroyum í september í fjør. Hvørki
fagnaður ella hátíðarhald vera í
Føroyum í september í ár, tann dagin,
djóravinirnir fóru hiðani.
Men, ein hissini herseting, hvat
ger hon?
Tá onkur fiskaverndarfelagsskapur
sendir fólk at herseta Føroyar, tí vit
drepa fisk, eru eisini tey vælkomin. Tí
hví skal fiskur drepast? Hevur hann
ikki sama rætt at líva sum vit?
Teimum á baki koma so alilaksa
verndarfólk, tí tað er ræðuleiki fyrst
at ala ein laks við øllum góðum og
síðani drepa hann við køldum blóði.
Og tá teir í IS, ríki islams, frætta,
at í Føroyum eru vit so megakristin,
er eisini ein møgulig herseting har,
duld sum flóttafólk. Sum sagt, øll eru
vælkomin.
Ein herseting er sum sagt ein verja.
Sea Shepherd vil bara verja okkum
móti øllum eitrinum í grindini. Vit
eiga at takka teimum. Og tey fólkini
brúka eisini nógv fleiri pengar her
enn vanlig ferðafólk. Og tað er júst
endamálið við at fáa fólk til Føroya,
at fáa pengar frá teimum. So, sum
maðurin segði: hvat er problemið?
Okkum dámar herseting. Tí biðja
vit landsfólk okkara í Danmark um
at koma og herseta okkum. Hóast
skilaleyst er at lokka fólk úr einum
landi, har sum alt, alt, er betri enn í
Føroyum.
Spurningurin er ikki: hvat kann eg
bjóða Føroyum? Tann tíðin er farin.
Nú er spurningurin: hvat kunnu
Føroyar bjóða mær?
Men í Føroyum eru longu 48.800 og
okkurt fólk, sum grenja, grenja, grenja,
krevja, krevja, krevja og mótmæla,
mótmæla, mótmæla. Hví so biðja fleiri
leggjast afturat?
So, tit, sum búgva í Danmark, væl
signaði gerið okkum og tykkum tann
beina ikki at flyta til Føroya.
Herseta seg á okkum
Bjarni Arge
Høgni Djurhuus
fekk Móðurmáls
viðurslønina
2012
Høgni
Djurhuus
MYND: HEINESEN MYNDIR
Yrki: Lesandi
Bústaður: Hoyvík
Hvat ætlaði tú at blíva, tá tú bleivst vaksin:
Vildi verða fótbóltsleikari heilt fram til matur vann á bólti. Tá talentið at
eta bleiv størri enn talentið at sparka. So vildi eg sleppa at lesa og skriva
restina av lívinum.
Hvat burdi hitt kynið vitað um títt kyn:
At vit eisini vísa kærleika til tær, tá tárini trilla av, at Gerrard gevst í
Liverpool.
Hvat burdu børn vitað um tað at vera vaksin:
At kreativitetur, hugflog og barnalyndið saktans kunnu førast víðari úr
barndóminum í vaksnamannaaldurin.
Hvat var seinasti dreymurin, tú gjørdi til
veruleika:
Tað var at seta ein virðiligan enda á Føroyaportalin.
Um tú tordi, so hevði tú:
Latið fleiri ting til spontanitet og tilvild. Hoppað úr einum flogfari við
Tórði Mikkelsen og vónað, at hann kláraði at finna útav fallskíggjanum.
Hvat hevði gjørt heimin til eitt betri stað:
At skilja sjónarmið úr øllum sjónarhornum. Men tað er ikki so frægt, at
eg megni tað sjálvur.
Nær vart tú seinast veruliga ovfarin:
Sólarmyrking. Eg hevði ongar vónir, men hendingin setti nógv
í perspektiv. Ein rørandi løta, sum fyri fyrstu ferð veruliga vísti
mær, at vit bara eru eitt komma í eini ritgerð. Men tað eru eisini
nógv, ið halda komma vera vigtigari enn ritgerðir.
Tað seinasta, tú hevur lært, er at:
Hyggja minni í teldu og hyggja meira út í heim.
Tann støðuga ringa samvitskan snýr seg um,
at tú:
Tað er nokk, at eg ikki virðismeti tær lítlu løturnar, fyrr enn tær dukka
upp aftur sum nostalgiskir bitar úr fortíðini.
Enda setningin: Føroyingar burdu......
Hugt at øllum yvirskriftum í føroysku miðlunum og sett
flugubein við tær, sum onkursvegna vísa, at Føroyar
eru eitt paradís. Soleiðis fann eg útav, at vit
liva í heimsins besta samfelagi. Og tað er
uttan at siga, at tað er gott nokk.
BAKSÍÐAN