leygardagur 17. juli 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 135 - 17. juli 2004
Nr. 135 - 17. juli 2004
3
ov stutt. Hon heldur, at
hetta tilboðið átti at verið til
børnini í aldrinum 6 til 10
ár.
– Á einum frítíðarskúla
arbeiða vit við at menna
børnini til at gerast sjálv-
støðugar einstaklingar og
hvørjum líkist tað, at eitt-
ans ári verður nýtt til nakað
so týdningarmikið, spyr
hon.
Samstundis heldur hon,
at tað er løgið og ógvuliga
viðvent, at sum støðan er í
dag, arbeiða foreldur fulla
tíð, meðan børnini eru í
vøggustovu
og
barna-
garðsaldri. Men Ann-Elisa-
beth hevur upplivað, at
onkur foreldur hava verið
noydd at farið niður í tíð, tá
børnini fara í annan flokk,
vegna manglandi tilboð.
Mangan hevur verðið ført
fram, at børn ikki tíma
frítíðarskúlarnar so væl. Til
hetta svarar Ann-Elisabeth,
at tað sjálvandi ikki er
galdandi generelt, men har
tað er komið fyri, heldur
hon, at tað er onki at siga
til, tí karmarnir eru onki at
reypa av.
– At leiga ítróttarhallir
ella hvat tað nú skal vera
eru bara lappaloysnir. Tað
er als ikki nøktandi, og við
so
vánaligum
karmum
verður tað nærum ógjørligt
hjá
starvsfólkunum
at
skapa ein trivnað fyri børn-
unum, slær hon fast. Men
samstundis
leggur
hon
afturat,
at
Tórshavnar
kommuna
hevur
gjørt
munandi batar á hesum
økinum. Ynskið hjá Ann-
Elisabeth er tó, at stovnar
verða bygdir til endamálið.
Fyribyrgjandi
At enda tosar Ann-Elisa-
beth nakað um tað fyri-
byrgjandi í at hava frítíðar-
skúlar.
Hon vísir á, at tað er
nakað fyribyrgjandi í at
hava tilboð til børn, tá tey
koma úr skúlanum, so tey
ikki ganga og mala fyri vág
og vind, til foreldrini eru
liðug at arbeiða.
– Tað er ikki neyðugt, at
tað gerst so dýrt. Tað týdn-
ingarmesta er, at børnini
kenna tað, sum at tey hava
ein vaksnan at venda sær
til. Eina støð, har tey kunnu
koma í teirri frítíð, har tey
eisini kunnu fáa íblástur til
tað, sum tey hava hug at
gera, greiðir hon frá.
Í hesum liggur eisini eitt
samstarv millum lærarar og
pedagogar, heldur hon.
– Ongin orsøk er at fara
inn á arbeiðsøkið hjá hvørj-
um øðrum, men eitt sam-
starv um heildina á barnin-
um er sera umráðandi,
sigur Ann-Elisabeth Joen-
sen, sum er leiðari á frí-
tíðarskúlanum í Hornabø
og næstformaður í peda-
gogfelagnum.
Eitt pallborð verður eis-
ini á skránni á fakfesti-val-
inum, har millum annað
spurningur verður reistur
um, hvør politiska ætlanin
er við frítíðarskúlunum, og
eitt
møguligt
samstarv
millum lærarar og peda-
gogar.
Tilmelding til hendan
fakfestivalin fer fram á
heimasíðuni hjá synergi:
www.synergi.fo
Fríggjadagin 13.
august skipar felagið
Synergi fyri einum
fakfestivali fyri tey, ið
dagliga starvast við
skúlabørnum og
teimum elstu børn-
unum í dagstovn-un-
um. Tað er eftir áheit-
an frá leiðarum á
frítíðarskúlum kring
landið, at Synergi
hevur fingið hendan
festivalin í lag
FAKFESTIVALUR
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Ann-Elisabeth Joensen er
leiðari á frítíðarskúlanum í
Hornabø. Hon greiðir frá,
at tey hava regluligar leið-
arafundir bæði í Tórshavn-
ar kommunu og kring land-
ið. Tað er hesin bólkurin av
leiðarum, sum hevur heitt á
Synergi um at skipa fyri
einum fakfestivali til tey, ið
dagliga starvast við børn-
um beint undir og í skúla-
aldri.
– Frítíðarskúlarnir eru
eitt pedagogiskt tilboð til
børnini. Tað er sera umráð-
andi at fáa tað sligið fast, at
talan ikki er um ein barna-
garð. Børnini hava frí, tá
tey koma á frítíðarskúlar-
nar, og tí eigur dagurin at
verða tilrættislagdur eftir tí,
sigur Ann-Eliasabeth Joen-
sen, sum eisini er næstfor-
maður í Føroya Pedagog-
felag.
Á skránni á festivalinum
er millum annað fyrilestrar,
kjak, pallborð, spurningar,
netverk við meira.
Millum
evnini,
sum
verða lýst á festivalinum,
eru, hvat frítíð er í ný-mót-
ans samfelagnum, eitt boð
upp á frítíðarpedagogisku
uppgávuna og samstarv
millum lærarar og peda-
gogar.
Danin Stig G. Lund, sum
hevur nógvar pedagogiskar
royndir innan frítíðarskúlar
og heildagsskúlar fer at
halda fyrilestur um frítíðar-
pedagogikk. Hann fer mill-
um annað at koma inn á
spurningin, hvat er frítíð í
nútímans samfelagnum.
Børn 0 – 18 ár
Ann-Elisabeth
Joenesen
leggur dent á, at ein stórur
trupulleiki í Føroyum er, at
tá børnini náa skúlaaldur,
er bert eitt pedagogiskt
tilboð til teirra, og er tað
eitt ára frítíðarskúli.(Hetta
er galdandi í Tórshavn,
blaðkv.)
Næstformaðurin í peda-
gogfelagnum hevur ferðast
nógv innan fyri sítt øki, og
hon sigur, at í londunum
rundan um okkum, er tað
púra vanligt, at børn verða
bólkað frá aldrinum 0 til 18
ár.
– Í Føroyum tosa vit bert
um børn í aldrinum 0-7 ár,
tá tað kemur til pedagogisk
tilboð.Hví gera vit tað, tá
vit hava ábyrgdina av teim-
um til tey hava fylt 18 ár,
spyr Ann-Elisabeth Joen-
sen.
Hon heldur, at tað er av
stórum týdningi, at hetta
kjakið verður tikið upp í
Føroyum og tað ongantíð
ov skjótt.
Saknar lóggávu
Frítíðarskúlar eru nakað
nýtt í Føroyum. Tann fyrsti
kom í Tórshavnar komm-
unu í 1996. Síðani komu
teir so við og við úti á bygd.
Ann-Elisabeth eftirlýsir
eina lóg fyri frítíðarskúlar-
nar. Tað finst ein lóg fyri
barnagarðarnar, men hana
kunnu tey ikki nýta til nógv
í frítíðarskúlunum, sam-
bært leiðaranum á frítíðar-
skúlanum í Hornabø.
Hon greiðir frá, at í norð-
anlondum hava tey eina lóg
fyri frítíðarskúlarnar. Tað
heldur Ann-Elisabeth kundi
verðið eitt gott hugskot.
– Vit hava sjálvandi eina
stovnsætlan við grund-
leggjandi
pedagogiskum
virðum, men tað kann ikki
verða sagt ov ofta, at ein
frítíðarskúli má ikki metast
sum ein barnagarður, og tí
áttu vit at havt eina lóg fyri
frítíðarskúlarnar,
sigur
Ann-Elisabeth.
Viðvend verð
Tilboðið um frítíðarskúla í
Tórshavnar kommunu er
fyri fyrsta skúlaár. Tað
heldur Ann-Elisabeth er alt
Frítíðarskúlarnir undir sjóneykuna
Felagið Synergi skipar fyri
einum fakfestivali um
frítíðarpedagogikk. Hetta
verður gjørt eftir árheitan frá
leiðarum á frítíðarskúlum
kring landið
Tilvildarlig mynd
C
M
Y
K
3
2