Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-17, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. juli 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 135 - 17. juli 2004 Nr. 135 - 17. juli 2004 5 Proformasølur skapa arbeiðsloysi Øll arbeiðarafeløgini eru nú komin við eini áheitan til landsins myndugleikar um at taka neyðugu stigini til at forða fyri, at so nógvur ótilvirkaður fiskur fer av landin- um og skapar ar- beiðsloysi. Men forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelagi, Inge- borg Vinther, hevur einki konstruktiv uppskot um, hvussu trupulleikin skal loysast. – Tað er ábyrgdin hjá politiska myndugleikanum, sigur fakfelagsleiðar- in. Veruligi trupul- leikin tykist vera í sonevndu proforma- sølunum ÁHEITAN Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Í eini yvirlýsing mótmæla føroysku arbeiðarafeløgini nú, at so nógvur ótilvirkað- ur fiskur fer av landinum, tí hetta er sambært teimum ein beinleiðis orsøk til vaksandi arbeiðsloysi. "Sum støðan er nú, so verða arbeiðspláss útflutt úr Føroyum saman við fisk- inum, tí tann fiskur, sum sjálvsagt skuldi verið til- virkaður og góðskaður her heima, verður fluttur uttan- lands, har hann skapar ar- beiði til túsundtals arbeiðs- fólk", stendur m.a. at lesa í áheitanini. Talan hevur leingi verið um ein trupulleika viðvíkj- andi keypi og sølu av fiski í Føroyum, og ein nevnd arbeiðir í løtuni við eini loysn á sonevndu pro- formasølunum, sum við- gjørdar eru seinni í greinini. Einki uppskot Men forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelagi, Ingeborg Vinther, hevur einki ítøki- ligt uppskot um, hvat kundi verið gjørt at betra um viðurskiftini, og hon vil ikki útdýpa nakað av tí, sum stendur í áheitanini. Sostatt eru arbeiðarafel- øgini hóast neyðarrópi ikki eitt íkast til kjakið um sølu og keypi av fiski í Før- oyum. – Tað er uppgáva politik- arans at loysa trupulleikan og skaðiligu samfelagsligu avleiðingarnar av, at so nógvur ótilvirkaður fiskur fer av landinum. Arbeiðs- loysið er vaksandi, vit út- flyta nógv arbeiðspláss hvønn dag, og hesum mót- mæla vit, sigur Ingeborg Vinther, sum ikki vil koma nærri inn á, hvørja ítøkiliga loysn arbeiðarafeløgini síggja fyri sær. Ingeborg Vinther sigur, at áheitanin er sent øllum tí politiska myndugleikanum, fyrst og fremst Føroya Landsstýri, tí tað eru teir, sum eru valdir til at loysa slíkar trupulleikar. Tungt hjá ALS Beinharði fakfelagsleiðarin úr Vági sigur seg stúra fyri, hvussu leingi ALS-kassin megnar at halda fram at halda neyðini burtur frá durunum hjá vaksandi ar- beiðsleysa skaranum í Føroyum. – Vit vita jú øll, at ar- beiðsloysisstuðulin (ALS) bert er ein avmarkað neyð- loysn, og tað gerst tyngri og tyngri við vaksandi ar- beiðsloysinum. Um gongd- in heldur fram, m.a. orsak- að av ótilvirkaða fiskinum, sum fer av landinum, verð- ur tað skjótt tungt hjá ALS- kassanum, sigur Ingeborg. Hon vísir á, at øll Suður- oyggin er í andaleypi, og at líknandi eyðkenni eru at síggja aðrastaðni í landin- um. Tímalønin eingin orsøk Serfrøðingar hava víst á, at høga tímalønin hjá arbeið- arastættini er orsøkin til, at so mong virki liggja still í Føroyum í dag. Vaksandi tímalønin hevur sambært eitt nú stjóranum í Føroya Sparikassa skaða kapping- arførið hjá virkjunum so mikið, at tey ikki megna at keypa fiskin fyri tann minstaprís, reiðararnir áseta, og so verður farið t.d. til Skotlands at selja fyri størri vinning. Tímalønir- nar eru sum kunnugt farnar upp við støði í arbeiðara- verkføllunum seinnu árini, og spurd, um tey ikki sjálvi partvís hava skuld í støð- uni, er Ingeborg greið. – Tað ereinki minni enn vanvirðandi og mannmink- andi at geva lægst lønta ar- beiðaraflokkinum skuldina fyri, at so nógvur ótilvirk- aður fiskur fer av landin- um, og at arbeiðsloysið veksur. At tímalønin skal vera orsøkin til vánaliga kappingarførið, er ein bílig undanførsla, sigur Inge- borg. Nýhugsan Spurd, hvat hon so metir vera orsøkina til trupul- leikan, eftirlýsir fakfelags- forkvinnan eina hugburðs- broyting. – Okkum tørvar nýhugs- an og árræði frá politiskari síðu at taka neyðugu stigini til at forða fyri, at ogn Før- oya fólks - fiskurin - verður tikin úr hondum okkara og latin øðrum samfeløgum. Politikararnir eru valdir til júst at loysa slíkar trupul- leikar, men teir lata standa til, og tað góðtaka vit ikki, sigur Ingeborg Vinther. Proformasølur Í longri tíð hevur talan ver- ið um dúgligt kjak millum Føroya Arbeiðsgevarafelag, føroyskar framleiðarar, Reiðarafelagið og Ráfiska- seljarafelagið um keyp og sølu av fiski í Føroyum, og serliga hevur kjakið gingið fyri seg í Dimmalætting. Sambært lógini skulu minst 75% av fiskinum bjóðast út í Føroyum við endamálinum at forða fyri, at so nógvur ótilvirkaður fiskur fer av landinum, men í praksis fer tann størsti parturin av ogn Føroya fólks, fiskurin, ótilvirkaður av landinum og skapar ar- beiðspláss uttanlanda, með- an føroysk virki liggja still. Ein orsøk, sum Arbeiðs- gevarafelagið og føroyskir framleiðarar hava víst á, er, at fiskurin verður bjóðaður út í Føroyum fyri ein prís, sum eingi føroysk virki megna at keypa fyri, og mangan er talan um sama keypara og seljara. Hetta verður gjørt, tí avreiðingar- prísirnir í t.d. Skotlandi eru hægri. Mangan er fiskurin á veg til onnur lond, í somu løtu sum hann verður bjóð- aður út í Føroyum, og hetta tykist vera ein tigandi, kar- tell líknandi samtykt í før- oysku fiskivinnuni, har endamálið við lógini um vinnuligan fiskiskap als ikki verður nátt. Fyri at fáa ein betri prís hava reiðarar og skiparar funnið hol i lógini, og hetta eru tær so- nevndu proformasølurnar. Marknaðarkreftirnar Sambært t.d. Arbeiðsgev- arafelagnum er útbjóðingin í Føroyum bert eitt útflutn- ingsloyvi, tí útbjóðingin verður tillagað soleiðis, at einki føroyskt virki er ført fyri at keypa. Hetta er sjálv- sagt ein útgáva av søguni, sum t.d. Jákup Sólstein og Árni Joensen umboðandi ávikavist Reiðarafelagið og Ráfiskakeyparafelagið ikki brýggja seg um. Teir siga, at um føroysku keypararnir bjóða nóg høgan prís, fer ikki ein stertur av landin- um, og at seljarin sjálvandi fer hagar, vinningurin er størstur við støði í markn- aðakreftunum, antin í Føroyum ella uttanlanda. Allir tykjast tó verða samd- ir um, at støðan ikki er nøktandi. Neyðarróp er komið frá Arbeiðarafeløgunum, men eingin konstruktiv loysn er at hoyra.. - Okkum tørvar nýhugsan og árræði frá politiskari síðu at taka neyðugu stigini til at forða fyri, at ogn Føroya fólks - fiskurin - verður tikin úr hondum okkara og latin øðrum samfeløgum, sigur Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelagi Loysnin kemur í heyst – Ein nevnd arbeiðir við trupulleikanum við stóru mongdini av út- fluttum ótilvirkaðum fiski, og uppskot um møguliga loysn kemur helst í heyst, sigur Bjørn Kalsø, fiskimálaráð- harri Landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum sigur, at enn er ov tíðliga at úttala seg um, hvørjar ítøkiligu loysnirnar vera í málinum um sokallaðu proformasølurnar og ótilvirkaða fiskin, sum í stórum nøgdum fer av landinum. – Støðan skal broytast, tað verður arbeitt við málinum, og vónandi fer tað ikki at líða ov langt út á heystið, áðr- enn møguligar loysnir koma á borðið, sigur Bjørn Kalsø. Fiskimálaráðharrin er ikki nøgdur við núver- andi støðu, sum ikki fullfíggjar endamálið við lógini um, at 75% av fiskinum skal bjóðast út í Føroyum. – Mín uppgáva er m.a. at syrgja fyri javnbjóðis kapping, og kappingin tykist ikki vera í hásæti nú, sigur Bjørn Kalsø. Hann ivast eisini í, um so stórur munur er á prísinum í Føroyum og uttanlanda. – Men allir partar skulu hoyrast í málin- um, áðrenn nøkur niður- støða verður gjørd, sigur ein fáorðaður landsstýr- ismaður við fiskivinnu- málum at enda. HíS C M Y K 5 4 Ikki meir til SvF Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður við mentamálum, sigur seg ikki duga at síggja, at Sjónvarpið fær meira pening í núverandi støðu SVF Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Sjónvarp Føroya hevur kunngjørt sína ársfrágreið- ing fyri 2003. Føroya Løg- ting gjørdi av at strika játtanina til tøkniíløgur, og Sjónvarpið sigur í frágreið- ingini, at tað "helst verður noytt at fíggja hesar íløgur um raksturin." Harumframt verður sagt, at "støðan viðvíkjandi framtíðini hjá SvF er enn líka óavklárlað, sum hon var, tá núverandi leiðsla tók við í august 2001. Eingin politisk avgerð er tikin, og einki politiskt kjak hevur verið um framtíðarstøðuna og uppgávurnar hjá einum almennum føroyskum sjón- varpið… Minni føroyskt …Politiski myndugleikin má tí taka støðu til, um vit skulu hava eitt sjónvarp, sum skal dúva upp á teir umleið 8 tímarnar av før- oyskum tilfari um vikuna, sum kunnu framleiðast við verandi fíggjarorku, ellu um vit skulu hava eitt før- oyskt sjónvarp við eini munagóðari skrá, ið er sett saman av føroyskum tilfari og útlendskum sendingum, sum eru týddar til før- oyskt." Undarligt – Eg haldi, at tað er eitt sindur undarligt at koma við einum politiskum boð- skapi í einari ársfrágreið- ing. Eg ætli mær at taka ein fund við sjónvarpsstjóran um hetta málið. Tað stendur í samgonguskjalinum, at vit skulu endurskoða kring- varpslógina, og tað verður arbeitt við hasum økinum. Tað verður viðgjørt, sigur Jógvan á Lakjuni, lands- stýrismaður. Fólksliga kravið Sjónvarp Føroya skrivar í frágreiðingini, at tað var "ikki gjørligt at standa ímóti fólksliga og politiska kravinum um, at tann stóra økingin í hyggjaragjaldin- um skuldi síggjast aftur í øktum tali av tímum á skýggjanum." Men nú røkist alt fyri, at føroyingar fáa minni før- oyskt tilfar, um onki verður gjørt frá politiskari síðu. SvF sigur, at virksemið hjá Sjónvarpinum komandi ár verður minni enn tað var, áðrenn SvF gjørdi av at hækka sjónvarpsgjaldið. Tað vil siga minni fyri meir. Ikki meir – Tað er klárt, at tað er ein alvorligur boðskapur. Men eg ivist í, um tað er so ógvusligt. Eg dugi ikki at síggja, at vit fáa skaffað Sjónvarpinum meira peng- ar í løtuni, sigur Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður. Yvirskotið hjá Sjónvarpi Føroya í 2003 gjørdist kr. 179.000. Næstan 98 % av hesum skuldi Sjónvarp Før- oya gjalda til landskassan. Tískil varð veruliga yvir- skotið hjá SVF kr. 4.000. – Tað er ongin ivi um, at Sjónvarpið má liva við teimum pengunum, sum teir hava. Um tað verður minni sjónvarp, tað dugi eg ikki at taka støðu til, sigur Jógvan á Lakjuni. Brúk fyri 100 milliónum – Vit vilja vísa støðuna, sum hon er. Verandi fíggjarorka røkkur til umleið átta tímar av framleiðslu um vikuna, og tann nøgdin økist ikki við verandi fíggjar- grundarlag, sigur Mikkjal Helmsdal, stjóri í SvF. – Harumframt hevur Sjónvarpið virkað í 20 ár, uttan at nakrar munandi íløgur í høvuðsskipanirnar í framleiðslu og heldur ikki í sendinetið. Vit eru komin hartil, at hesar skipanir eru so niðurslitnar, at tað er ein spurningur um, nær framleiðslan steðgar upp, sigur Mikkjal Helmsdal. – Skulu vit hava eina fulla skrá við føroyskum tilfari, so krevst ein fíggjarætlan upp á 100 milliónir krónur um árið, sigur Mikkjal Helmsdal, stjóri í SvF. -hkm Tað er ongin ivi um, at Sjónvarpið má liva við teimum pengunum, sum teir hava