Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. juli 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 135 - 17. juli 2004 Nr. 135 - 17. juli 2004 7 Gerhard Lognberg: Vónbrótandi at pengar verða tiknir Sandoyartingmaður- in, Gerhard Logn- berg, er serstakliga ónøgdur við, at peng- ar verða tiknir frá Lista- og handverk- araskúlanum í Sand- oynni til Musikkskúl- an. Hann ætlar sær at kanna málið nærri MUSIKKSKÚLIN Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Tá tað frættist, at játtanin hjá Musikkskúlanum skuldi skerjast við knøpp- um 500.000 krónum, ress- aðust fólk skjótt úr stólin- um. Ónøgdin var stór. Undirskriftir vórðu savnað- ar inn av foreldrum fyri at mótmæla avgerðini, og nú er vend komin í holuna. 450.000 krónur eru nú lagdar afturat játtanini til Musikkskúlan. Hesin pen- ingur er tikin burtur av teimum 500.000 krónun- um, ið vórðu játtaðar til Lista- og handverkaraskúl- an í Sandoynni. Og hetta dámar sandoyartingmann- inum, Gerhardi Lognberg, lítið. – Tá peningur verður tik- in frá Sandoynni, so skuldi hann eisini verið brúktur her á oynni, sigur Gerhard Lognberg. Hann leggur afturat, at Sandoyggin fær onga gleði burturúr pening- inum nú. Vónbrotin Sandoyartingmaðurin ætlar sær ikki at sita hendur í favn og lata peningin fara framvið borðinum. – Eg fari at kanna hatta málið og taka tað upp. Sandoyggin hevur eisini tørv á hasum peninginum, og eg haldi ikki, at tað kann vera rætt at taka pengar, har ongir pengar eru at taka, heldur Gerhard Lognberg. Hann heldur, at tá megin- landið hevur tørv á peningi, so átti peningurin eisini at vera tikin haðani. – Tað er vónbrótandi, tá peningur verður tikin. Av hálvu milliónini, ið játtað var til Lista- og hand- verkaraskúlan á Sandoynni, standa nú eftir 50.000 krón- ur. Tær skulu nýtast til at kanna, hvørt tað er møgu- leiki og tørvur á einum listaskúla á Sandoynni. Martin Mouritsen, musikkskúlaleiðari, gleðist yvir, at lands- stýrið hevur mælt til at veita Musikkskúl- anum eykajáttan. Um játtanin kemur ígjøgnum, kann Musikkskúlin halda fram á sama støði sum áðrenn skerjing- ina MUSIKKSKÚLIN Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Avleiðingarnar av at skerja játtanina hjá Musikkskúla- skipanini kostaðu umleið 100 undirvísingartímar. Hetta merkir, at 200 næm- ingar færri, kunnu fáa undirvísing. Men nú bendir alt á, at ein eykajáttan verð- ur latin skipanini soleiðis, at hon kann halda fram við verandi virksemi. – Nú havi eg ikki fingið boð um, at peningurin er játtaður enn, men tað er sjálvsagt gleðiligt, sigur Martin Mouritsen, leiðari á Musikkskúlanum. At Musikkskúlaskipanin fær knøppu hálvu millión- ina merkir í stuttum tað, at skipanin kemur aftur á støðið, hon var á í 2003. Tað merkir, at teir 100 undirvísingartímarnir verða lagdir afturat aftur. Ikki bert í Havn Musikkskúlaleiðarin greið- ir frá, at tað hevur verið ljóðað sum tað bert hevur verið Musikkskúlin í Havn, sum hevur havt tørv á peningi. Men so er ikki. Tað hevur verið tørvur á peningi hjá Musikkskúl- askipanini, og tað merkir hjá øllum teimum 16 skúl- unum kring landið. – Allir skúlarnir hava verið raktir. Onkustaðni er undirvísingin dottin heilt burtur. Í Runavík og Havn merkja skúlarnir tað væl, sjálvt um teir í prosentum ikki eru meinari raktir enn hinir, sigur Martin Mourit- sen. Tað er játtanin frá land- inum, sum avgerð støddina á Musikkskúlaskipanini. Kommurnar gjalda so hina helvtina av lønini hjá lærar- arunum. Skerjingin hevur merkt, at øll tey tíðarav- markaðu størvini eru dottin burtur, og so hava nakrir lærarar mist tímar. Um játtanin verður latin Musikkskúlaskipanini aft- ur, so merkir tað, at Mus- ikkskúlin kann halda somu kós sum higartil. – Um pengarnir koma úr Sandoynni er fyri sovítt líkamikið fyri meg, sigur Martin Mouritsen, sum nú helst verður noyddur til at leggja tímatalvuna av nýggjum. Myndatekstur: Sandoyartingmaðurin, Gerhard Lognberg, er argur og skuffaður yvir, at peningurin til Musikkskúlan er tikin frá Sandoynni. Hann ætlar at taka málið upp Savnsmynd Musikkskúlin aftur á somu kós Martin Mouritsen, leiðari á Musikkskúlanum, fegnast um, at landsstýrið hevur mælt til at lata Musikkskúlaskipanini eykajáttan Savnsmynd Merkja grind aftur TÍÐINDASKRIV Náttúrugripasavnið Hósdagin vóru fýra ár liðin, síðan Føroya Nátt- úrugripasavn setti fylgi- sveinamerki á fýra hval- ir úr grind í Sandavági og fylgdi ferðing og kaving teirra upp í 47 dagar. Náttúrugripasavnið hevur í longri tíð arbeitt við ætlanini at merkja grind aftur, og nú er komið so langt, at klárt er at merkja. Savnið vónar við merkingini hesaferð, at tað eydnast at fylgja grindini í hálvt ár ella meir. Savnið hevur fingið til vega 13 fylgisveina- sendarar. Ætlanin er at seta átta sendarar á eina grind, so skjótt høvi býðst, meðan hinir sendararnir skulu setast á grind seinni. Send- ararnir verða, eins og seinast, festir á hornið á hvalinum. Fylgisveinasendararnir eru so háttaðir, at teir senda bert, tá hvalurin er omaná, men teir savna tó data alla tíðina. Seks sendarar máta trýst fyri at rokna dýpið, har hvalurin kavar, meðan hinir sjey máta sjóvar- hitan fyri at kanna hitan á teimum leiðum, har hvalurin ferðast og á teimum dýpum, har hvalurin kavar. Hesar upplýsingar verða sendar til fylgi- svein, sum roknar út, hvar hvalurin er staddur. Fylgisveinurin sendir síðani upplýsingarnar til móttøkustøð í Frak- landi, haðani Náttúru- gripasavnið fær hesar umvegis alnótina. ÚTISJÓNLEIKUR Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ímyndi tykkum, at Havnin er ein sjórænarabýur, við einum kvinnuligum leiðara. Ein dag sendir hon allar sínar sjórænarar út við sjórænaraskipinum, og tá teir koma aftur, er skipið fult av øllum møguligum fantasifigurum, alt frá Harry Potter til Snjóhvítu. Tey verða hildin sum fang- ar í Havnini. Men ein dagin gera tey uppreistur. Kvinnuligi leiðarin ger av, at ístaðin fyri at drepa tey, skulu tey fáa ein møgu- leika. Tey skulu siga henni góðar søgur. Fyri hvørja góða søgu, fáa tey eitt petti av skattakortinum, sum vís- ir, hvar tann blóðreyði gim- steinurin er fjaldur. Og so fer alt harkaliðið á skatta- jakt ígjøgnum miðbýin, har tey ofta steðga á, og spæla eina lítla søgu fyri kvinnu- liga leiðaranum. Hetta er í stuttum Ólav- søkuleikurin, sum bert verð- ur framførdur eina ferð, nevniliga ólavsøkudag. Blóðreyði gim- steinurin Marita Dalsgaard, sum er útbúgvin innan sjónleik og dagliga arbeiðir við sjón- leiki í Danmark, er listarligur leiðari av leikinum. Hon sigur, at Birita Mohr setti seg í samband við hana í desember í fjør, og spurdi, um hon ikki vildi vera við at skipa fyri leikinum. Og tað vildi hon. – Eg haldi, at eg skrivaði einar tríggjar leikir, sum allir endaðu í ruskspannini. So tá ið hesin leikurin, nevndur Blóðreyði gim- steinurin, varð skrivaður, var tað komið nakað av tíðartrýsti á. Evni í leikin- um er kærleiki og ævintýr, og vit hava bæði sjórænar- ar, einglar og brúðarpør. Snjóhvíta er eisini sloppin við, greiðir Marita frá. Hon sigur, at sjórænarasøgan verður rammusøgan í leik- inum, meðan nógvar aðrar søgur verða spældar inni í leikinum. So tað skuldi verið nakað fyri allar aldr- ar, heldur hon. Ein slíkur útileikur má vera dialog- leysur, og tí er neyðugt at hava so einfaldar handling- ar, sum gjørligt. – Tónleik- ur, sangur, dansur og mi- mikkur er tað, vit hava at arbeiða við, sigur Marita. –Tað verða nógv róp og geyl, men eingin samrøða. Í hesum døgum hevur Marita ein langan arbeiðs- dag. Tað eru nevniliga 156 leikarar í aldrinum 2-70 ár, sum skulu instruerast og leiðbeinast. – Eg byrji kl 10 um morgunin og arbeiði til kl 23 um kvøldið. Teir leikarar, sum hava feriu, koma at venja um morgnarnar, meðan hini koma eftir arbeiðstíð. Vit byrjaðu venjingarnar 25. juni, so tað skal arbeiðast ógvuliga konsentrerað. Bert triðingurin av leikarunum hava spælt sjónleik fyrr, restin er púrasta nýggj innan sjón- leik. Men leikararnir eru fantastiskir, so tað er eingin trupulleiki, sigur Marita. –Teir hava eina ótrúliga orku og eitt framúr gott ar- beiðslag, heldur hon. Fyrireikararnir søktu eftir leikarum í bløðunum og bóðu allar vinir og kenn- ingar um at vera við. Eisini vóru nógv, sum hava verið við áður, sum meldaðu seg til. Soleiðis komu tey upp á nógv tað hægsta leikaratal- ið fyri Ólavsøkuleikin nakrantíð. Men illa ber til hjá 156 leikarum at venja úti í Havnargøtum hvønn dag, so leikurin verður fyrst vandur á Háskúlanum í Havn. Og tey brúka hvønn krók av skúlanum at venja í. Marita sigur, at alt má vera ógvuliga væl koreo- graferað, fyri at kunna fungera, táið tey flyta leikin útum. – Sjálvandi verða vit noydd at tilpassa okkum eftir áskoðarunum, men tað verður einki, sum v e r ð u r tilvildarligt á Ólavsøku, staðfestir Marita. Fíggjarætlan: 3000 kr Birita Mohr er annar av verkleiðarunum, og hon heldur tað vera alneyðugt fyri føroyskan sjónleik, at slíkir leikir verða settir upp. – Áhugaleikurin í Føroy- um hevur tað ikki so gott fyri tíðina og tað vísir seg vera torført at fáa leikir settar upp. Hetta er so ein alternativ roynd at vaksa um áhugan fyri sjónleikin- um, sigur hon og heldur fram, – Slík stór sjónleik- aratiltøk seta ofta eina myllu í gongd. Fólk, við áhuga fyri sjónleiki, finna týðum saman eftir slíkar s t ó r a r leikir og byrja at arbeiða við nýggjum tingum. So vit vóna, at hetta fer at kasta okkurt av sær seinni, sigur Birita. MáF hevur sett sær sum mál at fáa slíkar leikir upp at standa annaðhvørt ár, fyri at halda áhuganum við líka. Birita sigur víðari, at tað eisini er sera torført at fáa stuðul til slík tiltøk. – Vit hava søkt eftir stuðlum, men tað vísti seg at vera ógvuliga lítil áhugi. So okkara peningaliga orka til einar 160 búnar og rekvis- ittir var 3000 kr. Høvdu vit ikki havt eina gandakelling at gera búnar og senografi, so hevði verið illa vorið, sigur hon og sipar til Elisa- beth Pike, sum dugir væl at fáa nógv burturúr ongum. Fyrireikararnir máttu søkja í bløðunum eftir gomlum klæðum, sum fólk høvdu liggjandi á ovasta loftið. Og tað gav eisini úrslit. Fólk vóru ófør at koma við gomlum pløggum, sum Elisabeth so hevur seymað um til vakrar búnar. – So hóast vit ikki fingu so nógvan peningaligan stuðul, sum vit høvdu vón- að, so hava vit haraftur- ímóti møtt eini ótrúligari vælvild frá fólki. Allan vegin ígjøgnum hava tey verið sera røsk at hjálpt til, tá tað hevur tørvað. T.d. kann eg nevna, at fyri at gera leikin meiri spenn- andi, hava vit spurt um at sleppa at nýta privathús, sum standa framvið á leið- ini har sjónleikurin verður spældur. Og tað hava tey játtað okkum. So vit spæla ikki bara niðri á gøtuni, men eisini í vindeygum og balkongum í privathúsum framvið vegnum, greiðir Birita frá. Afturvendandi tiltak Marita og Birita siga, at tær hava prátað um, at gera leikin til eitt afturvendandi tiltak, sum verður á hvørj- ari Ólavsøku. Men at tað krevur ov nógv, sum nú er. – Í grannalondunum hava tey hvørt ár um jóltíðir sama leik, sum verður framførdur ár um ár. Og sum verður spældur fyri fullum salum. Tí tað kemur so skjótt traditión í. Fólk hugsa: "Nú nærkast jólini, so eiga vit at fara til handa leikin, hóast vit hava sæð hann fyrr". Høvdu vit havt eitt Ólav- søkuleikrit, sum kundi verið spælt hvørt ár á Ólav- søku, so hevði tað verið tað besta. Tað er so ótrúliga nógv arbeiði í at skula byrja heilt av nýggjum hvørt ár, og tað er eisini nógv dýrari. Men fólki dámar væl hesar útileikirnar á Ólavsøku, so tað er í grundini spell, at tað ikki er orka til at hava teir hvørt ár, sum eina traditión, siga tær báðar. – So eg fari at nýta høvið at koma við einum ynski til okkara rithøvundar. Skrivið okkum ein útileik, sum kann gerast ein Ólavsøku- siður, sigur Birita Mohr at enda. Leikurin um Blóðreyða Gimsteinin verður fram- førdur 29. juli. Byrjað verð- ur niðri við Bursatanga og Skansabrekku kl 14.30 og síðani verður hildið á í einar tveir tímar, ymsa- staðni runt í býnum. Leik- urin verður bert sýndur eina ferð. Havnin verður pallurin Skattakortið sum leikararnir fara at ganga eftir á ólavsøku. Byrjað verður á Kongabrúnni og endað verður uttanfyri Boysengarð, har blóðreyði gimsteinurin er fjaldur C M Y K 7 6