leygardagur 17. juli 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 135 - 17. juli 2004
Nr. 135 - 17. juli 2004
9
Mikudagin fóru tveir
av ungu og nýggju
rockbólkunum í
Føroyum, Speaker og
48 Pages til Íslands á
konsertferð
TÓNLEIKUR
Við Norrønu til Íslands
mikudagin fóru tveir av
ungu og nýggju rockbólk-
unum í Føroyum, Speaker
og 48 Pages. Farið verður
runt alt Ísland at halda kon-
sertir komandi tvær vikur-
nar. Bólkarnir hava sín upp-
runa í Margarinfabrikkini í
Havn, har tað undir leiðslu
og íblástri av Karl Anton
Klein, undirvísara og tón-
leikara, eru lagdir lunnar
undir ikki bert fleiri væl-
umtóktar bólkar, men eisini
tónleikaútgávu. Herfyri
góvu teir báðir bólkarnir
saman við Zink og Lama
Sea út fløguna Ampaljóð,
sum gongur sum heitt
breyð kring landið. Um-
framt alla útgerðina hava
teir so eisini hesa fløguna
við sær til Íslands, har teir
vóna at selja nakað til ís-
lendskan ungdóm, sum
dámar hetta slagið av tón-
leiki.
– Hetta eru ungir og nær-
lagdir tónleikarar, sum vit
kunnu vænta okkum nógv
av í framtíðini. At lata teir
sleppa at royna seg á
fremmandum palli verður
vónandi til felags íblástur
fyri teir, soleiðis at teir
koma aftur heimaftur við
nógvum upplivingum og
enn størri tónleikaførningi,
enn tá teir fóru avstað sigur
ein rættiliga avkláraður
Karl Anton Klein.
Hann hevur saman við
bólkunum gjørt eitt stórt
arbeiði fyri at leggja hesa
spennandi ferð til rættis.
Eitt nú hevur verið skipað
fyri konsertum og tiltøk-
um í bæði Havn og Fugla-
firði. Karl Anton fegnast
eisini um, at so mong
hava viljað stuðlað ferð-
ini.
Ferðalagið kom til
Seydisfjarðar hósdagin í
øllum góðum. Spælt
varð sama kvøld í ung-
mannafelagshúsi í bý-
num. Higani gongur
leiðin víðari til Húsa-
vík, Aðaldal, Akureyri
og síðani til Reykjavík
og aftur. Stegðað verð-
ur í nógvum øðrum
plássum á leiðini eis-
ini umframt at bólkar-
nir eisini fara at vitja
fleiri
av
teimum
kendastu
náttúru-
vøkru plássunum í
Íslandi.
Luttararar á ferð-
ini eru 48 Pages:
Frans Galán, Bjartur
Dal-Christiansen,
Bartal Læarsson og
Eyðun
Müller
Thomsen. Speaker
manningin er: Janus
Ramussen, Bogi Berg, Jan
Jensen og William Souvy
Olsen.
Stuðlar eru m.a. Menta-
málaráðið, Mentunargrunn-
ur Landsins, Grunnur Nuuk
Reykjavík Tórshavn, Fitur,
Tórshavnar Komm-
una,
mentanarnevndin,
Tórshavnar Skipasmiðja,
Margarinfabrikkin, Storno,
Oda Andreassen, Bacalao,
Kongshavnar Útgerðarfelag
o.o.
Forsíðan á snotuliga Føroyaprent-
faldaranum, sum føroysku bólkarnir hava við sær til Íslands
Manningarnar á Speaker og 48 Pages her saman við Karl Anton Klein, ferðaleiðara og Sámal Rasmussen, »roadie«, áðrenn farið
varð við Norrønu til Íslands
Føroyskir rockbólkar:
Fáa Ísland at skelva
Gøta verður í mið-
deplinum hetta
vikuskiftið. G!
Festivalurin og
Gøtustevna bjóða
eina ørgrynnu av
tiltøkum, og Erling
politistur, sum
kemur til Gøtu at
syrgja fyri sátt og
semju, verður helst
arbeiðsleysur, tí nú
eru øll samd í Gøtu
STEVNUR
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Fríggjadagin varð hol
sett á tey mongu tiltøkini,
sum verða í Gøtu um
vikuskiftið.
Í fleiri enn 20 ár hava
gøtumenn
havt
eina
summarstevnu hesa árins
tíð, og seinastu trý árini
er G! Festivalurin eisini
komin afturat. Tað hevur
við sær, at tað er nógv at
fara til í Gøtu hesar
dagar.
Á stóra pallinum á
sandinum í Syðrugøtu er
tónleikur frá seinnapart-
inum og út á náttina bæði
fríggjadag og leygardag,
og sunnudagin, tá ið G!
Festivalurin hevur spælt
sín seinasta tóna, verður
nógv annað á skránni í
Gøtu.
– Vit vænta at fáa eina
góða stevnu. Tað er sjáld-
an, at tað eru so nógv góð
tilboð at fara til í tríggjar
dagar, heldur Jógvan
Gregersen, sum er for-
maður í Gøtu Ítróttar-
felag, ið stendur fyri
Gøtustevnu.
Alt passar saman
Tað var eina tíð líkt til, at
G! Festivalurin og Gøtu-
stevna skuldu haldast í
hvør sínum lagi í nánd av
hvørjum øðrum, og hetta
komst av, at fyrireikarar-
nir av G! Festivalinum og
GÍ ikki kundu semjast
um onkur viðurskifti.
Mikukvøldið bar tó til at
semjast, og nú eru skráir-
nar fyri festivalin og
stevnuna samantvinnað-
ar, so at alt passar saman.
Í bløðunum í
gjár var nýggja
skráin fyri Gøtu-
stevnu lýst, og
broytingar
vórðu
gjørdar, so at stór
tiltøk á G! festival-
inum og Gøtu-
stevnu ikki bresta
saman.
Fríggjadagin var
lagt fyri við tón-
leikinum
á
G!
Festivalinum, og
tað eru nógv spennandi
nøvn á skránni. Úr Dan-
mark koma Kashmir, úr
Svøríki Lisa Ekdahl og
úr Føroyum og aðrastað-
ni koma nógv onnur góð
nøvn.
Gøtustevna
Tivoli verður allar dagar-
nar á festivaløkinum í
Syðrugøtu, í turkihús-
inum verður gokart-koyr-
ing og í grótbrotinum
paint-ball skjóting. Leyg-
arkvøldið spælir All That
Rain til dans á Kambs-
dali, og midnáttarrøða
verður á sandinum leyg-
arkvøldið trý korter eftir
midnátt.
Sunnudagin
verður
nógv á skránni. Millum
annað fara Trølla Pætur
og hansara harkalið at
undirhalda á sandinum.
Erling politistur kemur
til bygdina, men gøtu-
menn halda, at hann
verður arbeiðsleysur, tí
nú klandrast eingin í
Gøtu longur. Kanska
trøllini tó klára at beina
fyri friðinum...
Sunnudagin klokkan
hálvgum seks kunnu fólk
uppliva tað, sum nógv
teirra droyma um –
nevniliga at fótbóltsdóm-
arar detta á sjógv.
Eitt afturvendandi til-
tak í Gøtu hevur verið
sjógvtiltakið, og í ár skal
gangast á vatninum – ella
næstan. Runnið verður á
einum enda út á sjógv, og
fótbóltsdómarar fara at
leggja fyri. Onnur kunnu
eisini bjóða seg fram, og
tað ber til at vinna eina
uttanlandsferð frá Atlant-
ic Airways fyri tann, sum
er skjótast í vendingini.
Frásøgumenn vera Tor-
bjørn Jacobsen, Árant
Hansen og Jørgin Evald
Solmund, sum hevur ver-
ið ivasamur, men vænt-
andi verður til dystin fús.
Eftir tiltakið á sjónum
fer Gøtu kommuna at
heiðra Haldgrím Greger-
sen, sum hevur fingið ein
heiðursgávu frá FIFA.
Alt hetta og meira
verður at fáa við í Gøtu
um vikuskiftið.
Og tað er ikki bara í
Gøtu ein dag – tað er í
fleiri dagar...
Alt er á gosi
í Gøtu
Fløggini veitra í Gøtu í hesum
døgum
Krabbagágga í egnum landi:
Krabbagággan skrivar:
Hvat fær útlendingar at
koma til Føroya at ferðast?
Hvat vænta útlendsk ferða-
fólk sær her, hvat verður
teimum lovað, og hvat fáa
tey í veruleikanum?
Hesir spurningar eru mær
rættiliga ósvaraðir, nú áðr-
enn leiðin gongur út í Før-
oya land við ryggsekki á
baki. Ætlanin er at síggja
støð og møta fólki, bæði
lokalum og øðrum ferð-
andi, og sum frá líður at fáa
eina hylling av, hvussu Før-
oyar eru sum ferðamanna-
land.
Men alt veldst um eygað,
sum sær, og gestsins eyga
er gløgt, verður sagt. Ikki
altíð tí at gesturin er so
nógv gløggari enn hini,
men tí at gesturin ikki í
sama mun er bundin at fast-
grógvnum vanum í sínum
eygleiðingum og harvið
hevur lættari við at síggja
tað, sum onnur ikki geva
sær far um.
Fyri at fáa eina fatan av
Føroyum sum ferðamanna-
landi er tískil neyðugt at
royna at leggja egnar for-
dómar og hugsanir til viks
eina løtu fyri at hava møgu-
leika at síggja hetta landið,
sum ein ferðamaður kann
hugsast at síggja tað.
Halgabók
ferðamansins
Í eini roynd at koma aftur-
um sólbrillurnar á útlend-
ska ferðamanninum og
síggja Føroyar uttanífrá við
hansara eygum, havi eg
kagað í kendu avstralsku
f e r ð a h a n d b ó k i n a
Lonely Planet, sum í
spølni ofta verður
umtalað sum halga-
bók ferðamansins.
Lonely Planet bøkurnar
eru trúgvir ferðafelagar hjá
flest øllum fjakkaranum og
munnu hava tænt mongum
føroyskum fjakkara væl, og
meðan hann hevur verið
langt av landi skotin.
Men fyri eina avstralska
ferðahandbók eru Føroyar
eins fjarskotnar og Fifi
oyggjar og Sumatra, og í
bókini »Lonely Planet –
Iceland, Greenland and
the
Faroe
Islands«
verða tey
trý
londini
í
útnorðri
viðgjørd sum ferðamál á
sama gjølliga og sakliga
hátt sum aðrar bøkur í røð-
ini viðgera aðrar partar av
heiminum.
Her
verður
einki spaltupláss brúkt til
romantiserandi gliturmynd-
ir – bara til fakta og prakt-
iskar vegleiðingar.
Omanfyri eru nakrir úr-
dráttir úr bókini (umsettir
beinleiðis úr avstralskum).
Føroyar sæddar
ígjøgnum sólbrillur
Tú kanst senda krabbagágg-
uni uppskot og góð ráð um
ferðamál og annað á teldu-
post adressuni:
krabbagaggan@sosialurin.fo
Hjálp
krabbagágguni
»Hetta er eitt av hesum loyndarliga langt burtur støðunum, í
ætt við Aleutoyggjar og Falklandsoyggjar, sum tey flestu høvdu
havt ilt við at funnið á einum korti, fyri ikki at tala um havt
ætlanir um at vitjað. Hesir 18 blettarnir av landi í Norður
Atlantshavi tykjast at fáa sera lítla umtalu, og, hóast teir bert
eru eitt hanagleiv frá europeiska meginlandinum, hugsa euro-
pear sjáldan um teir.
Av tí sama eru vitjandi vanliga púra ófyrireikað til óreingiliga
vakurleikan í føroyska landslagnum. Sæð frá sjónum ein góð-
veðursdag (sum í Føroyum merkir alt frá smáskýggjaðum himli
til sirm) eru brøttu bergini, lagkøkufjøllini, brimið og milliónir-
nar av sjófuglum, sum stoyta seg niður móti litríku føroysku
fiskibátunum ein estetiskur skelkur. Tað er júst soleiðis, sum tú
kundi væntað at »baldrut norðuratlantslond« síggja út. Legg
løgna vitan á óslætta tanganum afturat, og tú hevur tað, sum
málningar avmynda.«
Lonely Planet um Føroyar:
»Kanska orsakað av sterku støðuni hjá kristnu Luthersku kirkj-
uni í Føroyska samfelagnum, eru viðurskiftini hjá teimum sam-
kyndu ikki eitt nógv umtalað evni í Føroyum. Hóast føroysk fólk
á ongan hátt eru ótolerant, verða samkynd pør rádd til at vera
stillfarandi fyri ikki at øsa nøkur av teimum meira siðbundnu
lokalu. Ongar barrir ella náttklubbar serliga fyri samkynd eru á
oyggjunum.«
Lonely Planet
um samkynd ferðafólk:
»Tað fyrsta vitjandi leggja til merkis við siðbundna føroyska
kostinum er manglandi grønmetið afturvið altíð hjástadda kjøt-
inum og eplunum. Men partur av stuttleikanum við at ferðast
er at uppliva ymiskar livihættir, og føroyski kosturin kann ikki
vera SO vánaligur – miðal livialdurin millum føroyingar er ein
tann hægsti í heiminum.«
Lonely Planet um sið-
bundnan føroyskan mat:
»Langfara ruturnar hjá Bygdaleiðum eru framúr.Tær fylgja ein-
ari neyvari og hentari ferðaætlan og sambinda, saman við
ferjutænastunum, so at siga hvønn krók av landinum, harímill-
um nøkur rættiliga fjarskotin støð so sum Trøllanes á Kalsoy,
Dalur á Sandoy og Bøur í Vágum.«
Lonely Planet
um bussambandið:
»Fram til 1992 var hugburðin hjá føroysku stjórnini mótvegis
rúsdrekka á markinum til tað paranoida. Síðan tá er hugburð-
urin búnaður, og nú er møguligt at keypa sær eitt glas av sterk-
um á loyvishavandi matstovum, barrum og í náttklubbum. Men
fyri ferðafólk er almenni føroyski hugburðurin mótvegis alko-
holi framvegis eitt skemtiligt evni.«
»Hóast fyribyrgjandi átøkini hjá kristnum og fráhaldsrørslum
er alkoholisma ein lutfalsliga stórur trupulleiki í Føroyum. Tað
eru tó ikki so nógv full fólk at síggja nú sum áðrenn rúsdrekka-
lógin varð linkað, og tað kann kanska vera ein ábending um
effektivitetin av forboðum.«
Lonely Planet
um rúsdrekka:
»Um tú tolir veðrið, er tað at tumla bæði ein góður máti at
koma runt í Føroyum og ein góður máti at møta lokalu fólk-
unum. Harafturat skal tú ongantíð bíða leingi eftir at verða tik-
in uppí ein bil, um ikki tú ert sera óheppin. Bilar steðga hóast
tú bara gongur fram við vegnum uttan at hava tummilin úti.
Hóast tað helst er tryggari at tumla í Føroyum enn nakra
aðrastaðni í Europa, so er tað ikki ein fullkomiliga tryggur máti
at koma runt. Kvinnur eiga at vísa vanligt varsemi áðrenn tær
fara uppí bilar, og øll eiga at ansa eftir ikki at fara í bilar, har
førarin er fullur.«
Lonely Planet
um at tumla:
Á síni ferð skal krabbagággan hjá Sosialinum liva fyri í
mesta lagi 300 krónur um dagin. Fyri hesa upphædd skal
hon gerast mett hvønn dag og helst sova undir føstum taki
hvørja nátt, ásannandi at Føroyar ikki eru nakað tjaldingar-
paradís.
Krabbagággan er ókunnufólk mestsum alla aðrastaðni
enn innanfyri ringvegirnar í Havn, og velur tí so ofta sum
gjørligt fyriskipaðar útferðir framum at fara einsamøll til
gongu.
Ferðaseðla- og útferðaprísir verða ikki íroknaðar í tær
300 krónurnar, sum krabbagággan hevur at liva fyri, men
hon fer at lata orð falla, um hesir tykjast henni ov dýrir, tí
eisini her roynir hon at vera sparin.
Krabbagággan hevur ongan bil, men tveir tumlar. So sært
tú nakran standa í vegjaðaranum og veipa við tumlinum,
kann tað væl vera okkara krabbagágga.
Krabbagággan
C
M
Y
K
9
8