Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-17, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. juli 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 135 - 17. juli 2004 Nr. 135 - 17. juli 2004 11 Tað er einki yvir at dylja, at støðan innan fiski- ídnaðin á landi gerst meira álvarsom fyri hvønn mánað, sum gongur. Minni og minni av fiski kemur til høldar, og av hesum sama verður minni arbeiði til tað tímalønta fólkið. Arbeiðs- loysið er støðugt vaksandi innan hetta økið, og ásannast má, at hetta er ein sera álvarsom støða. Vinnulívsmenn hava rópt varskó og nú eru eisini fakfeløgini farin at ressast. Í opnum brævi til landsstýrið í fyrradagin heita fleiri fakfeløg á landsstýrið um at taka neyðugu stigini til at forða fyri, at fiskur, veiddur í før- oyskum sjóøki, framhaldandi fer ótilvirkaður av landinum. Feløgini minna á, at fiskurin er ogn Føroya fólks, og tað er tí ábyrgdin hjá okk- ara politiska myndugleika, at tryggja, at hesin fiskur eisini kemur øllum føroyingum til góðar. Víðari vísa feløgini á, at sum støðan er nú, so verða arbeiðspláss beinleiðis útflutt úr Føroy- um saman við fiskinum, tí tann fiskur, sum sjálvsagt skuldi verið tilvirkaður og góðskaður her heima, verður fluttur uttanlands, har hann skapar arbeiði til túsundtals arbeiðsfólk. Við- komandi feløg halda tað vera skylda hjá av- varðandi myndugleikum at tryggja, at so nógv sum gjørligt av fiskinum verður tilvirkaður í Føroyum. Tað má ásannast, at feløgini hava grein í sínum máli. Fyri stuttum vísti ein vinnulívsmaður á, at tørvur er á einum føroyskum rávørupolitikki. Politisku myndugleikarnar noyðast við øðrum orðum at fyrihalda seg til henda sera álvarsama trupulleikan. Hetta verður ikki lætt, tí her bresta tvey ósameinilig principp saman: tær frælsu marknaðarkreftirnar og tann politiskt stýrda vinnan. Hetta mál prógvar betur enn nakað annað, at hvørki av hesum princippum er nýti- ligt í føroyska samfelagnum. Landsins politikk- arar eru nú noyddir til at finnan ein gyltan millumveg, og hesin vegur gongur beina leið aftur til Keynes. Her er eingin bøn! So mugu yuppieøkonomarnir rína og hvína, sum teimum lystir! Fær arbeiðsloysið í flakavinnuni loyvi at vinda uppá seg, so breiðir hetta seg til alt samfelagið. Arbeiðsloysið má fyribyrgjast her og nú! Sostatt noyðast myndugleikarnir at stýra rávørugongdini so ella so. Hetta hastar! Jú longri verður bíða, jú truplari verður at koma aftur um aftur. DAGSINS MEINING Sosialurin Arbeiðsloysið fyribyrgjast! VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. TÍÐINDASKRIV Enn eru nøkur pláss eftir á útbúgvingunum, sum byrja á Fróðskaparsetrinum í heyst. Á Føroyamálsdeildini verður tikið upp til B.A.- og M.A.-lestur í føroyskum máli og bókmentum. Á Náttúruvísindadeildini verður tikið upp til: B.Sc. - lestur í ravmagnsverkfrøði, kolvetnisverkfrøði, jarð- alisfrøði, teldufrøði og lív- frøði. Á Søgu- og Samfelags- deildini verður tikið upp til hjánám í søgu og stjórn- málafrøði Upptøkutreytir Fyri at lesa á Fróðskapar- setrinum krevst miðnáms- skúlaprógv ella samsvar- andi kunnleiki. Til útbúgv- ingarnar á Náttúru-vísinda- deildini eru eisini krøv um ávíst støði í fleiri læru- greinum. Kunning um upp- tøkukrøv til ymsu útbúgv- ingarnar fæst frá deildini ella á heimasíðuna hjá Fróðskaparsetrinum www.setur.fo Umsóknarbløð Umsóknarbløð fáast á heimasíðuni ella við at venda sær til Fróðskapar- setrið. Á heimasíðuni er kunning um útbúgving- arnar. Umsóknir Umsóknir skulu sendast til Fróðskaparsetur Føroya, J.C. Svabos gøtu 14, Post- rúm 272, 110 Tórshavn Umsóknarfreistin er 5. august 2004, tó fyri Søgu- og Samfelagsdeildina 1. august. Hevur tú hug at læra nakað nýtt? Harmiligt er at hoyra Tjóðveldisflokkin, sum hevur útnevnt seg sjálvan til verja hjá mentanini, nokta fyri at bjarga einum so grundleggjandi mentanarstovni, sum Musikskúlanum. JOHN JOHANNESSEN tinglimur Javnaðarfloksins mentanarnevndin "Ein tunn suppa." Hetta var fyrsta viðmerkingin hjá formanni Tjóðveldisflok- sins um nýggja samgongu- skjalið og nýggju samgong- una. Sami maður hevur saman við restini av Tjóð- veldisflokkinum skuldsett samgonguna fyri at berja niður mentanina og at beina fyri mentanarlívinum við stórum skerjingum á ment- anarøkinum. Tann øvugta verð Veruleikin er tann øvugti. Og nú gongur sjón fyri søgn. Fíggjarnevndarlimur Tjóðveldisfloksins, Páll á Reynatúgvu, hevur boðað frá, at hann í fíggjarnevnd- ini fer at nokta fyri ætlanini hjá samgonguni, um at bjarga Musikskúlanum við 450 túsund krónum gjøg- num eitt sokallað fíggjar- nevndarskjal. Fráboðanina gjørdi tjóðveldistingmað- urin púra greiða í Útvarpi Føroya á middegi miku- dagin. Musikskúlin er ein grundleggjandi og sunnur táttur í føroyska mentanar- lívinum. Ein stovnur, sum grundleggjandi stimbrar og mennir tónleikaligu gávur- nar hjá føroyska ung-dóm- inum. Tí var tað heldur ikki meiningin at játta Musik- skúlanum so lítla upphædd á fíggjarlógini, at neyðugt gjørdist heilt at leggja niður ein part av virkseminum hjá skúlanum. Men orsakað av, at tjóð- veldisumboðið í fíggjar- nevndini, Páll á Reyna- túgvu, og aðrir fíggjar- nevndarlimir fasthildu um, at Musikskúlin ikki skuldi hava meira pening, bleiv støðan tann, at skúlin kom í kreppu. Vit hava funnið loysn Hesa kreppu vildi Javnað- arflokkurin saman við øðrum í samgonguni ikki góðtaka. Musikskúlin má ikki fara fyri bakka. Og júst tí hevur samgongan arbeitt fyri eini loysn at bjarga skúlanum. Loysnin er funnin. Ætl- anin er, at Fíggjarnevndin gjøgnum eitt sokallað fíggjarnevndarskjal skal játta Musikskúlanum 450 túsund krónur av aðrari konto í Mentamálaráðnum. Eini konto, sum ikki er átrokandi at brúka í ár. Hetta hevði bjargað Musik- skúlanum, so virksemið kundið hildið fram á van- ligum støði. Tjóðveldið noktar Men nú vil Tjóð-veldis- flokkurin ikki. Hann ætlar at seta seg ímóti, at Musik- skúlin fær neyðugu pengar- nar. Tjóðveldisflokkurin noktar harvið, at føroysk børn fáa nøktandi tónleika- frálæru. Tí ber til at spyrja um- aftur: "Hvør er tað í veru- leikanum, ið berjir niður mentanina? Tjóðveldisflokkurin skerjir mentanina Hans M. Joensen Skopun Harra blaðstjóri, hýs mær hesum hjartasuffi. Tað fer næstan ikki dag- ur, at ikki onkur er frammi í bløðum og útvarpi um skattalættan hjá fiskimonnum. Bankastjórarnir og for- maðurin í Búskapar- ráðnum hava gjørt ser- liga nógv vart við seg í hesum máli. Míni ráð til hesar menn er: Keypið tykkum oljuklæði og styvlar, sigið arbeiðið, tit hava, upp, og farið til skips og fáið tykkum skattalætta. Tit hava full- an rætt til skattalætta, um tit eru mynstraðir umborð á skipi. Eg rokni ikki við, at nakar av tykkum hevði siglt nógvar túrar eftir skatta- lætta. Eitt annað mál, sum frammi er fyri tíðina, er tann óvirkaði fiskurin, sum fer av landinum. Hetta verður sum oftast framborið bæði í bløð- um og útvarpi sum um tað var illvild og il- loyalitetur av fiski- monnum, skipa- og bátaeigarum ímóti ar- beiðsfólki á landi og samfelagnum sum heild. Tað verður tosað um gransking í fiskivinnuni. Soleiðis sum talvan nið- an fyri vísir, er tað jú eitt upplagt evni at granska í, hvussu tað ber til, at útlendskir keyparar kunnu keypa fisk fyri so munandi hægri prísir og umseta tað við vinningi, tá tað als ikki ber til at virka fisk í Føroyum, uttan at rávøran fæst fyri lítið og lætt. Forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag hevur verið frammi við tí ó- virkaða fiskinum í sam- bandi við arbeiðsloysi. Eg sigi bara eitt, at skal fiskatilfeingið undan Føroyum verða arbeiðs- loysisstuðul hjá Inge- borg Winther og hennara limum, verður ikki nógv hjá føroyska samfelag- num at liva av. Nei, til hana havi eg bert eina viðmerking, og tað er tað góða, gamla før- oyska orðatakið, sum sigur: Ringt er at hoyra lús hosta, men verri er at hoyra loppu goyggja. Hanstholm Hirtshals Føroyar 0 34,64 kr. 20,47 kr. 10,37 kr. 1 33,26 kr. 38,87 kr. 15,60 kr. 2 30,36 kr. 41,97 kr. 15,65 kr. 3 28,78 kr. 34,50 kr. 15,09 kr. 4 26,43 kr. 30,19 kr. 10,36 kr. 5 24,21 kr. 26,71 kr. 8,36 kr. 0 1,78 kr. 1 8,10 kr. 7,68 kr. 2,50 kr. 2 9,40 kr. 10,30 kr. 3 10,68 kr. 10,87 kr. 1,31 kr. 4 4,84 kr. 5,21 kr. 2,00 kr. 5 1,00 kr. 0 5,49 kr. 1 20,78 kr. 18,46 kr. 11,27 kr. 2 17,48 kr. 16,33 kr. 10,77 kr. 3 11,58 kr. 11,21 kr. 10,39 kr. 4 5,93 kr. 4,95 kr. 5 Hýsa Upsi Toskur Hendan talvan kann lesast í norska blaðnum Fiskaren nr. 73, 28. juni 2004 Mannbjørn Jákupson Nú stígur er um at koma í á fullveldisleið, orsakað av landsstýrisskiftinum, eru aðrir møguleikar til at tríva, ikki minni undirgravandi fyri sambandið, enn nakað næst seinasta landsstýri fann uppá. Eitt er at fráfara á- tvungnu donsku eftirnøvn- unum á føroyingum í Før- oyum frá um aldarskiftin- um næstseinast og nøkur so seint sum í tríatiárunum. Hesar danskingar av føroy- ingum í eygunum á útlend- ingum, donsk frambering av einum ytri eyðkenni teirra, persónseftirnavns og ættarmerkið, eru framdar í eini tíð, tá føroyingar ikki vóru førir fyri at verja seg móti hesum ágangi móti tjóðskaparligu og persón- ligu sermerkjum teirra. Hetta hevur heilt víst verið eitt týdningarmikið eyg- sjónligt lið í undirgraving- inum av tjóðskaparligu tungu teirra um somu tíð í skúla og kirkju. Fyrsta í samband við byrjan av føroyska fólkaskúlanum, seinna í samband við á- gangin móti føroysku tjóð- skaparrørsluni av tí hástóra Hilbert amtmanni. Henda dansking er í flestu førum framd av donskum prestum yvirfyri foreldrum og børn- um, sum onki kundu siga til hetta, mótmæla ella nokta.. Tað eru føroyingar nú. Tí eigur hendan móttjóðskap- arliga atsókn móti føroy- ingum, sum teir vóru verju- leysir yvirfyri, neyvan gá- aðu størvegis nakað um í størri fjøld, at vendast á aftur, um ikki heilt á tað gamla, so á eina rímiliga stóra og javna frambering av eftirnøvnunum á før- oyskum. Hetta kann gerast sjálvboðin, uttan lógarítriv. Skjótast er við stívnaðu ættar eftirnøvnunum í skapi, ikki óvanlig her um leiðir, bara hjá okkum á einum fremmandum máli, sum ikki fellir inn í mál okkara. Hesi eru - sen eftir- nøvnini, av sonur, søn á donskum, son á svenskum og enskum. Hesi eiga, uttan í einstøkum førum, sum serfrámerki, um onkur hev- ur hug til tað, ella aftarbond til Danmark og kenslubond eru sterk, at flytast bein- leiðis yvir á føroyska skap- ið, so sen verður til son. So- statt sum dømi Hansen til Hanson, við sjálvandi møguleikunum Hanusson, Hanusarsson, ella Hanusar- son, um bara heilt verður føroyska eftirnanið. Møguleiki eigur at verða við spæli, so hvørsfals- formurin ikki neyðugt altíð verður fylgdur. Tað gevur fleiri einsæris eftirnavns møguleikar. Møguleiki eigur at vera at varðveita dansktljóðandi skapið á fyrra partinum á eftirnavninum td. Hansen, ella Jensen til Hanson, Jen- son, eisini aðri útlendsk nøvn í eftirnøvnunum, av enskum, týskum, enskum, franskum o.ø. uppruna, kunnu varðveitast við at skifta frá sen til son, sum jú er okkara. Ongin grund er til hitt veruliga. Um sen í skapi av zen er fastur partur í eftirnavnin- um, skal tað kunna varð- veitast. Ongin grund er til, at t.dømis navnið á føroysku fótsbólltspælarum í altjóða kappingum bera ein boð- skap um danskar spælarar og ikki føroyskar fyri al- heims fjarsýnis fjølmiðlun- um. Føroyskt flagg og før- oyskir litir, men Nielsen, Poulsen, Knudsen osfr. Nilson, Pólson, Knútson ljóðar sum mál okkara. Staðarnøvnini og garða- nøvnini, húsanøvnini, í eftirnøvnum okkara, eiga at føroyskast yvir á mál okk- ara aftur, hagan tey eru flutt frá, so seint sum í tríati- árunum. Ikki er óvanligt í stóru grannalondum okkara, at hava eftirnøvn eftir øðrum fyribrigdum enn ætt, garði og stað, viðkomandi hevur ættarbond til. T.dømis eru vanlig eftirnøvn eftir gomlu siðvandu størvunum, fleiri eru í útlendskum skapi í Før- oyum frá donskum, týsk- um, aðri eru eftir øðrum fyribrigdum, summi ítøkilig, summi hygmynda- lig. Her eru møguleikar avtrat í føroyskum skapi. Nøkur vera helst trupul at laga til hugsunarhátt okkara sum td. nøvn eftir litum, helst upprunaliga hárliti, persónseyðkennum annars, ikki óvanlig aðrastaðir. Fyrr var ikki óvanligt at finna evni til nøvn í saga- unum. Her eru enn møgu- leikar. Hetta fyri at minka eitt sindur um innihaldið av bíbilsku eftirnøvnunum í máli okkara, sum gevur ein hjáladakendan dám. Tað hevur verið vanlig leið í stóru grannalondum okkara í samband við ein demo- kratiskan útvikling; fram- burðin í tøknini og ídnaðin- um, størra tjóðskaparliga medvitið, størra upplýsing- arstigið, her í samband við. Hetta ikki at skilja sum at bíbilsku nøvnini ikki hava fullan rætt í máli okkara sum lutur í okkara mentan. Donsku eftirnøvnini skapa veruliga trupuleikar fyri føroyingar búsitandi í Danmark, um tað ikki er tann minniluti, sum fult og heilt samskipar, integrerar, seg við danska fólkið, tí viðkomandi td. er giftur dana og skal búgva har við familju restina av lívinum. Fyri nógvu føroyingarnar í Danmark, sum eru her í umfarandi og í stytri ar- beiðsørindum, fyri øll les- andi, verður eitt skeivt tek- in sent til danir, um at vit eru eitt slag av dønum. Føroyingarnir tosa eitt danskt mál við fráljóði (aksang), ikki ólíkt onkr- um, teir kunnu hoyra onkunstaðni í landi teirra. Hetta tekin er skeivt og haravtrat skaðiligt fyri møguleikarnar hjá føroy- ingum, at klára seg á jøvn- um føti við danir. Her fer tað at hjálpa væl uppá viðskiftini við danir, fáa misskiljingar burtur, sum skapa óneyðuga grund til illstøðu, við at sleppa dønum av við hvørvisjónina (illusjónina), at vit eru danir, ikki føroy- ingar í týdninginum egin tjóð. Í viðurskiftunum við aðr- ar tjóðir verður eisini betur skiljandi millum, tí útlend- ingar ikki verða vilstir til at halda føroyingar vera danir, bara av eftirnøvnunum, teir hoyra og síggja. Um áhugu er at fara víðari í føroysking av eftir- nøvnunum til íslendsku skipanina við sonur, døttur eftir pápanum, sum var skipanin í Føroyum til danir byrjaðu at danifisera føroysku nøvnini, er tað ein annar spurningur, til at um- hugsa í framtíðini Ongin lóg er í vegin fyri hesum í dag. Summi eru navngivin soleiðis, ella hava seinni fingið sær slíkt eftirnavn. VIÐMERKINGAR Føroysking av eftirnøvnum TÍÐINDASKRIV Nærvarpið í Keypmanna- havn liggur tíverri stilt í løtuni vegna ov fá eru at manna hetta radio, sum framvegis hevur senditíð tvær ferðir um vikuna. Útgerðin er í góðum standi, teldan er nýggj og allur føroyskur tónleikur er til taks í einum hugnaligum studio mitt í Kongsins Keypmannahavn í Føroya- húsinum, sum er atmo- sferiska møtistað føroy- inga. Til tess at varðveita útvarpið og styrkja um samanhaldið føroyinga millum á Sælandi, vilja vit tí fegin hoyra um ein/fleiri kunna taka hond í hetta ítriv. Sendiarbeiði Nærvarp Okkara er ein sjálvognaður frívilligur stovnur, sum hevur virkað í 20 ár. Nærvarpið hoyrist enn bert í Keypmannahavn, tó at møguleikin kann útvegast at senda á netin- um. Senditilfarið er tað, ið fólk sjálvi velja. Vanligt senditilfar er tíðindi/andlát úr Føroyum, samrøður úr studio/uttanifrá, føroyskur/ útlendskur tónleikur og ikki mindst kungerðir um hvat hendir runt á Sælandi. Ongin serstøk treyt er fyri at royna seg. Ein velur sjálv/ ur hvat uppgávan er í Nær-varpinum, so sum at tosa í mikrofon, lesa yrking, syngja, vera teknikari, sita við teldu ella vejla góðan tónleik. Tó at ongin løn fæst, so hevur tað ofta verið matur og sodavatn at fáa. Vit koma hvørjum øðrum við bæði í gaman og í álvara. Um onkur hevur áhuga, so skriva til narvarp@hotmail.com ring til Føroyahúsið ella (+45) 50 98 77 38, sí www.faroehouse.dk Nærvarpið í Keypmannahavn Fiskaprísir og skattalætti C M Y K 11 10