Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. juli 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 135 - 17. juli 2004 Nr. 135 - 17. juli 2004 13 Malena Arnholdsdóttir Formaður í Javna Leiðarin á serstovna- deildini hevur sagt upp. Eftir at hava umhugsað støðuna leingi, so hevur hann tikið avgerð um at halda uppat sum leiðari á Serstovnadeildini tann 1. oktober í ár. Orsøkirnar til, at hann nú sigur upp eru fleiri. Arbeiðsuppgávurnar eru nú vorðnar ov nógvar, serliga av fyrisitingarligum ávum. Hetta hevur gjørt, at hann ikki havi havt tíð og orku til tær fakligu uppgávurnar, sum eisini eru vorðnar alt fleiri og fleiri. Tey seinastu 10 árini á Serstovnadeildini hava verið strævin, serliga vegna væntandi játtan øll árini. Undir kreppuni fyrst í nýtiárunum skiltu øll, at neyðugt var at klára seg við minni, men tey seinnu árini, tá samfelagið var komið upp á føtur aftur, hava krøvini til Serstovna- deildini verið ovurstór frá øllum síðum. Tað stóra trýstið, sum er á skipanina, endar oftast á borðinum hjá leiðaranum, sum alt ov ofta ikki hevur havt møguleika fyri at loysa tær uppgávur, sum onnur vænta av skipanini. Hetta er sera slítandi í longdini. Hendan støðan er ikki nýkomin, og væntar hann ikki at støðan verður nógv betri í nærmastu framtíð. Tí nýtir hann høvi til at siga seg úr starvi nú, so skipanin fær møguleika fyri at gera broytingar, sum røkka inn í framtíðina. Hann er nú 55 ára gamal, og hevur røkt leiðarastørv innan økið í 24 ár. Hann følir ikki, at hann hevur orku at halda áfram í ver- andi støðu. Við einum leið- araskifti nú, metir hann, at skipanin hevur betri møgu- leika fyri at gera broytingar í arbeiðsgongdini. Eg haldi, at hetta er ikki gott! Ein raskur maður, við ser- vitan innan økið, sigur sítt lívstarv upp, tí hann er niðurkoyrdur. Hann hevur víst á tørvin, men mynda- liga tala: tá hann hevur biðið um ein spaka at grava við, fær hann eitt knívs- blað! Hvør kann grava nakað við tí? Eg veit væl, at eg kundi skrivað hetta í peningi, men hvør er mun- urin - her ber ikki til at arbeiða uttan amboð! Um vit so fáa tíggju leið- ara á rað innan serfor-sorg- ina, við somu umstøðum sum nú, so verður støðan ikki nógv øðrvísi. Ein, sum er menningar- tarnaður segði, tá ið hann hoyrdi at Bjarni hevði sagt upp: "Ja, so tími eg ikki at vera menningartarnaður meira, tí, hann er góður við okkum, so sigi eg bara upp at vera menningartarnað- ur!" Tá ið Serforsorgin hevði sín 10 ára føðingardag helt eg hesa vónríku røðu. Eg seti hana við her, tí eg haldi at hon lýsir støðuna - og eg vóni enn, at okkara ráðandi og stýrandi hugsa um allar borgara landsins! –––––––––––––––––––––– Serforsorgin 10 ár Góðan dagin góða sam- koma! Vegna Javna ynski eg eisini at takka fyri, at eg varð boðin við og at bera eina kvøðu til føðingar- dagsbarnið og siga tillukku við degnum. Serforsorgin er nú vorðin 10 ára gomul, og um vit samanlíkna hana við eina gentu, so stendur hon jú í fagrasta blóma og, um hon er uttan brek og farin í skúla til rætta tíð, so gong- ur hon nú í 3. og fer í 4. flokk aftaná summarferi- una. Men eg eri bangin fyri, at hon ber brek. Um hon var fødd við tí, ella tað kom seinni kann sum so gera tað sama - eg var ikki við til føðingina, so eg skal ikki avgera tað. Men hvussu hevur hon tað nú? Ikki so gott haldi eg! - Men hví? Eru foreldrini ikki góð við hana? Jú, tað eru tey nokk! Men eg haldi eg veit hví, tey arbeiða ov nógv úti, og hugsa ov lítið um hana! Hon grætur ikki nóg hart - so tey hoyra hana ikki! Og, tá ið tey hoyra hana gráta, tí hon er soo svong, geva tey henni bara okkurt skjótt at eta - á fremmanda máli kalla tey tað "fast food" Í staðin fyri at geva henni góðan og sunnan mat verður maturin ikki nóg væl fyrireikaður - so hon etur ofta bara "fast food". Sum dømi kann eg eisini siga: Tað verða keypt gomul hús til sambýlir, tey verða umbygd, til tey so frægt sum møguligt hóska til endamálið. Men tað kostar ofta meira enn eitt nýtt hús vildi kostað og - so er tað stadigvekk eitt gamal hús! Men sum sagt, tað er fast food: lítil fyrireiking, og tað kostar ofta meira í longdini og gevur ikki somu styrki í beinini. Tí eru karmarnir, sum politikararnir oftani taka til, ikki nóg góðir! Men, treyðugt so, onkrar góðan bitar hevur hon kortini eisini fingið. Til dømis: Sambýlið í Klaksvík - tað er eitt mynstursambýli! Tað var ræst kjøt og úti - arbeiðs- hold, tað var súpan! Hon hevði ynskt sær slíkar bitar oftari! Gævi foreldrini fyrireik- aðu alt betri - tey høvdu í seinna enda bæði spart tíð og pening og høvdu havt betri samvitsku um hana. Eg vóni at tit, góða sam- koma hava skilt mína myndatalu! Til tín Bjarna Clement- sen, havi eg persónliga alt gott og rós at bera. Men eg haldi, at tú hevur sitið á einum ringum posti, tí sum sagt, her vantar - í den grad - planlegging! Og, sum eg síggi tað, ert tú við at missa móti og visiónirnar. Havi hoyrt ella lisið, at tú vantar, at onki sambýli kemur í ár og helst einki næsta ár - og í pedagog- blaðnum las eg, at tú var bangin fyri at neyðugt verður kanska at lata onkran stovn aftur. Men góði Bjarni, nú er ikki at missa mótið! Tí, sum nýggjur form. í Javna, havi eg lisið gomul Javnabløð. Og har las eg í einum blaði, at okkara háttvirdi løgmaður, Jó- annes Eidesgaard, tá sum landsstýrismaður helt røðuna, tá ið verkhúsið Virkni hevði móttøkuna 16. nov. ‘93. Tað var ein góð røða, eg skal ikki endurtaka hana alla her, bert taka eitt lítið brot: citat: Eitt av aðalmálum okk- ara er solidariskt at menna eina fíggjarliga grundtrygd fyri øll. Eitt annað aðalmál er, at tað verða tryggjað tí einstaka brekaða tiltøk og tænastur frá tí almenna. Hetta er dygdin á tí norður- lendska modellinum eisini innan brekaøkið, og sum ger tað betri enn onnur modell. Grundstuðlarnir mugu vera normalisering og integrering. Víðari sigur hann: Tað at vera brekaður er ikki ein eginleiki hjá tí ein- staka uttan eisini at vera eitt samspæl millum møgu- leikarnar hjá tí einstaka og krøvini hjá samfelagnum." Hetta sjónarmið peikar á møguleikar til broytingar til tað betra. Gjøgnum ábøtur í tí fysiska umhvørv- inum kann talið av brekum gerast minni. Tí vænti eg, at nú fer vend at koma í. Nú fara politikararnir at raðfesta og gera framtíðar- ætlanir fyri sambýli og arbeiði til fólk við menn- ingartarni. Tað fyrsta, sum teir fara at gera, tí teir síggja at tað er alneyðugt, er at gera eina ætlan, um hon eitur trý ella fimm ára ætlan, veit eg ikki við vissu, men nú kemur broyting í. Og eingin føroyingur fer at nýtast at fara av land- inum, tí her verður rúmd gjørd fyri okkum øllum. Tað fer at verða gjørd íløga í starvsfólkið her, so tey verða betri før fyri at gera sítt arbeiði - tað kemur at taka styttri tíð at hjálpa og tí kosta minni. Í somu røðu sigur hann frá um spakan, sum ar- beiðsfólki her á Vón høvdu longt manninum, so hann ikki skuldi fáa ryggskaða, tá ið hann loysti fyrsta bøkkin fyri Virkni tvey ár frammanundan. So mítt ráð skal vera, finni nú langa-spaka fram aftur, tí skjótt verður brúk fyri honum! Tí, nú eru framstig í hondum og vænti eg, at vit hava eitt nýtt sambýlið í ár at gleða okkum yvir og okkurt annað gott til næsta føðingardag hjá serforsorg- ini. So tillukku øll somul og takk fyri við ynski um framhaldandi gott sam- arbeiði. –––––––––––––––––––––– Niðurstøða mín: Um vit so fáa tíggju leiðara á rað innan serforsorgina, við somu umstøðum sum nú, so verður støðan ikki nógv øðrvísi. Her mugu koma broyting í, um støðan skal batna: 1. Tá viljin at loysa trupulleikarnar ikki er størri enn hann er nú, so má lóggevast um økið. 2. Her má ein størri játt- an til! 3. Her mugu leggjast framtíðarætlanir! Tey sum hava ein serligan tørv - ella, og avvarðandi teirra - ynskja ikki at blíva við at ganga við biddara- húgvuni í hondini! Vit eiga at hava sama rætt og sama møgileika - øll somul. Men eitt er vist, at skulu tey, sum eru verri fyri hava sama rætt og somu møgu- leikar sum onnur - her á landi, so mugu tey fáa nakað eyka fyri at koma á sama støði sum hini! Eg skal ikki her siga, hvussu alt skal gerast, men eitt dømi: uppskot er komið frá landsstýris- manninum í almanna- málum og ljóðar tað sum stórur bati fyri bústaðar- trupuleikan, hjá teimum við serligum tørvi. Eg vóni at allir flokkar á tingi taka undir við hesum, ella hava eina uppafturbetri loysn. Tí her má ein verulig loysn finnast. Ps. Ynskja myndugleikarnir at koma á tal við Javna, eru vit meira enn fegin um at koma við okkara ráðum! VIÐMERKINGAR Punkgjøld og um- hvørvið skulu hanga saman John Johannessen tinglimur fyri Javnaðarflokkin www.jokarin.com Sambært Útvarpi Før- oya hóskvøldið ætlar landsstýrismaðurin í fíggjarmálum at avtaka punktgjøldini á flest øllum hvítvørum og AV-útgerð. Landsstýr- ismaðurin átti heldur at avtikið punktgjøldini fyri orkusparandi vør- ur og varðveitt punkt- gjøldini á vørum, ið ikki eru góðkendar sum orkusparandi. Hendan samgongan hevur, sum tann fyrsta, sett sær fyri at føra ein virknan umhvørvis- politikk. Tí átti lands- stýrismaðurin í fíggjar- málum eisini at tikið umhvørvislig atlit, nú hann hevur sett sær fyri at broyta punkt- gjaldsskipanina. Slíkar vørur eru eftir ES krøvum bólkaðar í ymiskar umhvørvis- bólkar, har A flokkurin er tann mest orku-spar- andi og harvið tann mest umhvørvisvinar- ligi. Tí eigur landsstýr-is- maðurin at fylgja hes- ari flokking, nú hann er í ferð við at broyta punktgjøldini. Hósk- andi hevði verið, at punktgjaldið bleiv lækkað ella avtikið á vørum, sum eru flokk- aðar í orkuflokk A, meðan tey verða varð- veitt fyri hinar orku- flokkarnar. Soleiðis ber til at fáa umhvørvispolitikk og skattapolitikk at hanga saman. Nú hevur hann gjørt tað! Jógvan á Høvdanum (yngri) Sum flest allir føroyingar vita, so er Hvalbiar tunnilin tann elsti tunnilin í Før- oyum. Sigast skal so eisini, at hann er heimsins vána- ligasti tunnil. Ov trong víkipláss Fyrstu ferð eg koyrdi ígjøgnum tunnilin, fekk eg ein ordans skelk. Fyr tað fyrsta, so var tað mjørki og sýnið var ringt. Fyri tað næsta, so koyrdi eg aftast í eini røð við fýra bilum. Og so hendi tað, sum hendir dagliga. Nevniliga tað, at vit møta einum hampuliga stórum lastbili. Víkiplássini í Hvalbiar tunlinum eru so mikið lítil, at eg og næst- aftasti bilur máttu bakka út úr tunlinum. (sí tekning 1) Krasj Hetta er als ikki nakað, sum man kann bjóða einum menniskja, nú vit eru í 2004. Hugsið tykkum nú, um ein bilur rendi krasj í tunlinum, so høvdu hvørki sjúkrabilur ella brandbilur kunnað farið inn og bjargað hesum offrunum. Av tí samam so høvdu bæði bilførari við manning brent íhel. Orsøkin, til at hvørki sjúkrabilur ella brandbilur høvdu kunnað hjálpt hesum fólkunum er, at tunnilin hevði fylst upp við royki, og tí hevði ongin kunnað farið inn í hetta eldgos uttan at kvalast. (sí tekning 2) Glerpípurnar hanga Tann triði trupulleikin við tunlinum er, at tá ið tað regnar uttan fyri tunnilin, regnar tað eisini í honum. Hetta kemur sjálvandi av, at loftið á tunlinum stendur til at rapla saman og er ógvu- liga tunt. Serliga um vetur- in hava suðuroyingar ein stóran trupulleika við hes- um neyðars tunli. Tá eru nevniliga tjokkfult at gler- pípum, sum hanga undir loftinum. Og tað er meira enn so komið fyri, at ein glerpípa er dottin niður á takið á einum ferðandi bili. Tískil má Landsverk hvønn vetur fjerna glerpípurnar, so at slík óhapp ikki henda. (Sí tekning 3) Niðurstøða Eg haldi tað vera stór van- æruliga skomm, at politikk- arar, sum hava hugt eftir hesum tunlinum, siga, "at her má vend koma í". Og so als onki gera við hendan trupulleikan. Tað er at halda allar suðuroyingar fyri spott, og taki eg undir við tí, sum flestu suður- oyingar siga: " Politikkarar gera púrt onki við tunnilin fyrr enn ein álvarsom vanlukka er hend, sum helst krevur eitt mannalív. " Við vón um broyting!!! Petur Steingrund Fiskirannsóknarstovan Hesin spurningur kemur mær í huga eftir at hava lisið greinina hjá Kára P. Højgaard, sum stóð í Sosialinum 28/6-2004. Óivað eru fleiri lesarar, sum spyrja sama spurning og tí vil eg greiða stutt frá nøkrum, sum vit vita um toskin við Føroyar. Tilgongdin av toski er ójøvn At alt ikki er tað bera óskil á havsins botni sæst eina best við at fylgja árgangun- um av toski við Føroyar. Summir árgangir (t.d. 1993 árgangurin) eru góðir og síggjast aftur í fiskiskapin- um í mong ár, meðan aðrir árgangir eru veikir. Tí er møguligt at spáa um fram- tíðina, um ein veit, hvussu stórir árgangirnir eru. Hesa vitan høvdu norskir fiski- frøðingar longu fyri umleið 100 árum síðan. Gróðurin stýrir tilgongdini Hvussu stórir eru árgang- irnir? - jú fyrr vit vita tað, jú betur. Yngulkanningar (tá toskurin er 3 mánaðir gamal) kunnu geva eitt gott boð, sum til dømis fyri tosk í Barentshavinum. Fyri føroyskan tosk er tað tó gróðurin í havinum, sum hevur mestan týdning fyri tilgongdina. Í mai 2000 var gróðurin sera góður og harvið var ein stór nøgd av føði fyri toskin veturin 2000-2001. Harvið nógv kom undan av 2 ára goml- um toski í 2001 (1999 ár- gangurin). Í mai 2002 var gróðurin vánaligur og tí vita vit, at 2001 árgangurin av toski helst verður veikur. Hetta sambandið millum gróður og tosk er serfør- oyskt og ger, at vit í Før- oyum hava betri møguleika at fylgja við toskinum enn onnur lond. Hvar hendi við toskinum fyrst í nítiárunum? Nógv hevur verið gjørt burturúr, at føroyskir fiski- frøðingar ikki kundu siga frammanundan, at toska- fiskiskapurin fór at koma fyri seg aftur eftir krepp- una. Í tíðarskeiðnum 1990- 1994 vóru gróðurkanningar gjørdar, men eingin visti, um virðini vóru høg ella lág. Tað var heldur ikki greitt, um nakað samband var millum gróðurin og fiskin. Vit vita í dag, at tað er eitt rættuliga neyvt sam- band millum gróðurin í havinum og fisk, tí vit hava eitt nógv betri tilfar (1990- 2004, tvs 15 ár). Í 1994 og 1995 var gróðurin góður og ein góð tilgongd saman við góðum vøkstri gav tann nógva fiskin í 1995-1996. Eingin munur er millum fisk og fugl Breið semja er millum føroyingar, at ein má ansa eftir, hvussu fuglabjørgini verða troytt. Lætt er at síggja fuglin í berginum og at fylgja við annars. Men tá tað snýr seg um fiskin, sum er 100 metrar longur niðri, er semjan ikki til meira. Eingin sær toskin og ein vanlig fatan er, at fiskurin má fiskast her og nú, tí annars hvørvur hann. Kanningar vísa, at tað er lítil ella eingin munur millum fuglin og fiskin. Gróðurin í havinum stýrir bæði fiskinum og fuglin- um, tí teir liva av tí sama (nebbasild). Veiðitrýstið má taka hædd fyri vánaligum gróðrartíðum Tað eru tíðarskeið við vánaligum gróðri og øvugt ("rak" ár og "feit" ár). Veiðitrýstið má tí vera so- mikið lágt, at grunnarnir tola nøkur ár við vánaligum gróðri. Ferð eftir ferð verð- ur spurningin settur, hví veiðitrýstið skal niður, tá nógv er til av fiski. Vit kunnu ímynda okkum eina ballón við einum loddi. Tá uppdriftin er góð ("góður gróður"), flýgur ballónin høgt uppi ("nógv til av fiski"), men ballónin kemur ov langt niður, tá lítil uppdrift er. Feilurin er, at loddið ("veiðitrýstið") alla tíðina hevur verið ov tungt, eisini tá ballónin var høgt uppi. Gransking seinastu 100 árini hevur givið úrslit Sum greitt frá omanfyri eru stór framstig hend innan gransking seinastu 100 árini. Fyri fáum árum síðan funnu føroyskir fiskifrøð- ingar eitt sera greitt sam- band millum gróðurin í havinum og tosk (og annan fisk). Føroyski landgrunn- urin er harvið vorðin ógvu- liga áhugaverdur í gransk- ingarhøpi, tí eitt slíkt samband er ikki staðfest á nøkrum øðrum havleiðum í Norðuratlantshavi. Hóast hesi framstig halda mangir føroyingar, at tú mást fiska fiskin, tá tú hevur møgu- leikan til tess, "tí vit vita so at siga einki um fiskin". Mong halda, at fiskurin, sum er tilstaðar í dag, er burtur í morgin, ella at fiskiskapur ikki ávirkar fiskastovnarnar (líka nógv er til sjálvt um nógv verður fiskað). Gransking vísir, at tað er lítil ella eingin munur millum fisk og t.d. fugl. Verður nógv fleygað ella skotið av fugli, minkar talið av fugli í bjørgunum. Sama er galdandi fyri fisk. Eingin føroyingur hevði droymt um at skotið ein fugl, "tí hann var burtur í morgin". Føroyingar hava dugað at varðveita fuglameingið við Føroyar og vónandi verður sama skynsama hugsanin galdandi fyri fisk. VIÐMERKINGAR Vita vit nakað sum helst um toskin? Heimsins vánaligasti tunnil C M Y K 13 12