leygardagur 17. juli 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 135 - 17. juli 2004
15
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu og
hjálpsemi í stóru sorg okkara, tá elskaði maður mín
og babba okkara
Kim F. Jacobsen
Klaksvík
so brádliga doyði og varð jarðaður.
Takk fyri troystarrík orð heima hjá okkum,
í kapellinum og í Betesda.
Takk fyri blómur, kransar, brøv, uppringingar,
vitjanir og peningagávur.
Takk til øll, sum hjálptu til við jarðarferðini,
og takk til øll, sum fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað her á fold.
Vegna tey avvarðandi
Gunnleyg,
Rói, Bergur, Kristina og Teitur
Kunngjørt verður, at kæra kona, mamma,
vermamma og omma okkara
Beinta Biskopstø
andaðist í heiminum hósdagin 15. juli
68 ára gomul.
Kistan fer úr kapellinum á Landssjúkrahúsinum
í dag, leygardagin kl. 18.
Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni
sunnudagin kl. 14.00.
Vegna tey avvarðandi
Sverri
Marjun, Rakul, Jógvan og Óluva
Dagurin
17. juli. Aleksius, deyður umleið ár 430. Hann var
sonur ein rómverskan senator, men fór ungur
heimanífrá og livdi sum biddari og kristin prædiku-
maður í 17 ár. Hann kom heim aftur og livdi onnur
17 ár sum biddari fyri durunum hjá pápa sínum.
Eftir deyðan varð hann skírdur halgimenni. Hann
liggur jarðaður undir Pæturskirkjuni. Navnið er ein
stytting av Alexandros, ið merkir verndarmaður.
18. juli. Arnolphus, deyður ár 641. Hann var
biskupur í Metz. Eftir deyða hansara henda mong
undurverk við grøv hansara, og hann varð skírdur
halgimenni.
19. juli. Justa, deyð umleið ár 300. Halgisøgan
sigur, at hon og systirin Rufina, beindu fyri skurð-
gudamyndini Salambo í Sevilla Spaniu. Tær vórðu
báðar píndar og tiknar av døgum. Navnið merkir
tann rættvísa.
Hósdagin fingu 10 student-
ar exam.art.-prógv á Før-
oyamálsdeildini. Tey hava
lokið 2 ára útbúgving í
norðurlendskum,
serliga
føroyskum máli og bók-
mentum.
Fyrstu exam.art.-prógvini
vórðu útskrivað í 1979, og
nú verður seinasti árgang-
urin útskrivaður, tí nýggj
kunngerð er komin fyri út-
búgvingar á Fróðskapar-
setrinum.
Exam.art. fellur nú burt-
ur, og í heyst fara nýggir
studentar undir B.A.-út-
búgving í føroyskum, sum
er 2 ára støðisnám umframt
1 B.A.-ár. Tó hava tey, sum
eru í holt við exam.art.-
nám, høvi til at gera tað
liðugt.
Í røðu síni segði Malan
Marnasdóttir, rektari, mill-
um annað:
- Nú kunnu tit prýða
tykkum
við
heitinum
exam.art. Tað er ein latínsk
stytting
fyri
examen
artium, ið merkir eitt prógv
í fríu listunum, tað eru
hugvísindini. Latín var fyri
langari tíð síðani felags mál
hjá vísindafólkum, tí eru
styttingar fyri prógv og
gradir ofta latín.
- Eg vil fegin ynskja for-
eldrum tykkara, makum og
børnum hjartaliga tillukku
við avriki tykkara, tí uttan
teirra hjálp og stuðul hevði
tað óiva ikki borið so væl
til, segði Malan at enda í
røðu sínari.
10 nýggir exam.art’ar
Frá vinstru: Margretha Knudsen, Tórshavn, Per Jacobsen, Klaksvík, Ásleyg Johannesen, Húsavík, Joan Olsen, Søldarfirði, Mortan
Ólason Vang, Tórshavn, Katrin Reinert, Tórshavn, Victoria Absalonsen, Viðareiði, Eyðfinn Fjallsbak, Miðvágur, Kára Heinesen,
Tórshavn, Hedvig Westerlund-Kapnas vantar á myndini
Mynd: Rúna Sivertsen
Landsstýrismaðurin í
mentamálum hevur
fyribilssett Signar á
Brúnni, lærara í
Fuglafirði, sum skúla-
stjóra í Vestmanna
skúla frá 1. august til
8. oktober í ár
TÍÐINDASKRIV
Signar á Brúnni er 59 ára
gamal. Hann starvast til
dagligt sum lærari í Fugla-
fjarðar skúla og hevur verið
lærari síðani 1969. Hann
hevur áður átikið sær leið-
arastørv í fólkaskúlanum,
tá myndugleikarnir hava
heitt á hann.
Skúlastjórin, ið hevur
verið tvey tey seinastu
árini, Símin Simonsen,
hevur søkt lærarastarv aftur
við skúlan frá 1. august í ár.
Varaskúlastjórin, Jóannes
Fonsdal, hevur søkt um at
fara frá vegna aldur frá 1.
august í ár.
Mentamálaráðið fer at
lýsa ósettu leiðarastørvini í
Vestmanna leys um miðjan
august, og roknað verður
við, at størvini kunnu verða
sett soleiðis, at nýggja
leiðslan kann taka við eftir
heystfrítíðina í ár.
Signar settur sum skúlastjóri í Vestmanna
Bjarti á Sjómans-
heiminum 75 ár
Í gjár fylti Bjarti Petersen í
Klaksvík 75 ár. Hann er
best kendur undir navnin-
um, Bjarti á Sjómansheim-
inum.
Foreldur hansara vóru
Maria og Alfred Petersen. Í
1957 giftist hann við Jónu
Sigurðsson og eiga tey trý
børn, Alfred, Jógvan og
Mariu. Abbabørnini eru 10
tali.
Bjarti var fyrsti fyri-
støðumaður á Sjómans-
heiminum, tá tað læt upp í
1961. Saman við konu síni,
hevur hann rikið virksemi
har øll árini, seinastu árini
saman við soninum, Jógv-
an.
Í 1947 fór hann sín fyrsta
túr til skips. Seinni fór hann
á stýrimansskúla. Hann
sigldi eisini við Skálabergi
og Sjúrðarbergi, og eitt
skifti var hann stýrimaður
við Karin K.
Bjarti
er
álitismaður
burturav. Umframt fleiri
nevndarsessir, sat hann
eisini tvær setur í býráð-
num (1974-1982). Heili 24
ár sat hann í stýrinum hjá
samkomuni, Emmaus.
Sítt starv sum fyristøðu-
maður á Sjómansheiminum
hevur Bjarti røkt við størsta
nærlagni. Hann hevur dug-
að serstakliga væl at fáa
fólk at kenna seg vælkom-
in, og veitlsurnar á Sjó-
mansheiminum eru altíð
væleydnaðar undir hansara
leiðslu.
Bjarti brennir fyri missi-
ónsarbeiðnum.
Hansara
gudstrúgv røkkur eisini til
teirra, ið liggja lágt, og
mong eru tey, ið hava kent
fløvandi
hondina
hjá
Bjarta.
Bjarta
verður
ynskt
hjartaliga tillukku og Harr-
ans signing framyvir.
15
14
Nr. 135 - 17. juli 2004
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Føðingar
6. juli fingu Vanja Han-
sen og Sigurd David-
sen, Hósvík, búsitandi í
Aalborg, eina dóttur.
Hon vigaði 3580 gr og
var 52 cm long.
Ingunn og Tordis sita her við lítlabeiggjanum, sum er
føddur 1. mars. Hann eitur Rólant eftir abbanum.
Foreldrini eru Jastrid og Janus.
7. juli fingu Majbrit Gade og Djóni Strømsten,
Sandavági, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði
3300 gr.
8. juli fingu Óluva og Jógvan Horn, Tórshavn, ein son.
Hann var 54 cm langur og vigaði 3700 gr.
8. juli fingu Erik og Gudny Heinesen, Bøur, eina dóttur.
Hon var 54 cm long og vigaði 3600 gr.
8. juli fingu Katrin Lindberg og Rúni Hansen, Tórshavn,
eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 3600 gr.
9. juli fingu Maiken Mortensen og Høgni í Jákupsstovu,
Tórshavn, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði
3900 gr.
9. juli fingu Christianna Joensen og Henrik Eskildsen
ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 4150 gr.
9. juli fingu Durita og Fróði Gregersen, Syðrugøtu, ein
son. Hann var 54 cm langur og vigaði 4400 gr.
9. juli fingu Erla Heinesen Højsted og Osvald Olsen,
Frederiksberg, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði
3000 gr.
10. juli fingu Iris Vesturlíð og Áki Justinussen,
Klaksvík, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði
3400 gr.
10. juli fingu Lív Joensen og Kurt Rasmussen, Skála,
eina dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði 3300 gr.
10. juli fingu Srikanya Nandi og Aritranandi, Tórshavn,
eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 2600 gr.
13. juli fingu Birgitte Allansdóttir Sørensen og Thomas
Sørensen, Keypmannahavn, eina dóttur. Hon var 53 cm
long og vigaði 3900 gr.
13. juli fingu Elsebeth Vilhelm og Jóhan Christiansen,
Leirvík, eina dóttur. Hon var 56 cm long og vigaði 4975
gr.
13. juli fingu Beinta Müller og Chris Harper, Vest-
manna, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3250
gr.
14. juli fingu Anita Højgaard og Jóhan Weihe,
Tórshavn, eina dóttur. Hon var 56 cm long og vigaði
4000 gr.
14. juli fingu Anna Maria Kjærbæk og Pauli Danielsen,
Miðvági, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3300
gr.
Andlát
8. juli
Jóan Jákup Jacobsen, Sørv., 44 ár
Gunnar Christiansen, Skála, 56 ár
Ernst Mortensen, ættaður av Tvøroyri, 67 ár.
Eivind Eliasen, Mikladalur, 76 ár.
Nicodemus Hentze, vanliga nevndur Demmus, Sandur,
81 ár.
Herlo Olsen, Vágur, 67 ár.
9.juli
Simona Mohr úr Vági, 81 ár.
Absalon Absalonsen,
van.nevndur Absalon
á
Biskopstø, 75 ár.
10. juli
Gunnvør Mogensen, fødd Nolsøe, úr Vági, 74 ár.
Gunnar Olufsen, ættaður úr Funningi, búsitandi í
Keypmannahavn, 93 ár.
12. juli
Paula Olsen, úr Havn, 85 ár.
Jóhan á Plógv, Sandavágur, 82 ár.
Magnhild Maria Geyti, úr Kollafirði, 92 ár.
Líttla Anna, dóttir Asbjørn og Vígdis Johannesen.
13. juli
Edmunda Stenberg fødd Nicolajsen í Skopun, 76 ár.
Arne Samuelsen í Klaksvík, 72 ár.
14. juli
Kerta Magnussen í Trongisvági, 80 ár.
Elsubeth Maria Holm Jacobsen, Ebbumia, Havn,
89 ár
Í dag verður mamma 90 ár. Mamma
er ættað av Slættanesi, haðani hon
hevur nógv góð minni, tó bert sum
staðið, har hon plagdi at ferðast hjá
ommuni og abbanum. Trý ára gom-
ul fluttu tey til Sandavágs, og henn-
ara fyrsta skúlaár gekk hon í
"Bollanum", sum skúlin í Sanda-
vági tá varð róptur. Hetta komst av,
at her hevði verið fiskabollavirki,
og væl minnist hon leivdirnar frá
hesum virkseminum í skúlanum,
m.a. komfýrin tey høvdu brúkt at
kóka bollarnar á. Haðani fóru tey til
Vestmanna, sum fyri hana er heim-
bygdin.
Fimtan ára gomul fór hon í húsið
hjá mostrini í Havn at vera.
Frá fyrsta degi hevur hon trivist
stak væl millum havnafólk, sum
hon altíð hevur róst. Stuttligt er at
hoyra hana siga frá sínum ung-
dómsárum í Havn, og hvussu nógv-
ir møguleikar hon helt vera í Havn
tá í tíðini!! Men, sum ein klókur
maður segði - alt er relativt. Eitt var
at ganga í S`ið, sum var í Quillings-
garði. Her gekk hon at læra "at
seyma og taka mál" . Navnið komst
av, at hesar tríggjar konurnar, sum
lærdu frá sær seymikynstrið, allar
itu Suffía. Eisini lærdi hon nógv av
at vera í húsi hjá Zakariasi á Skipa-
felagnum og Birruni, sum hon varð
so góð við, og har hon kom at vera,
tá hon var seytjan.
Meðan hon tænti undir Pisuvarða,
kom hon at kenna pápa okkara, sum
tá stóð í handlinum hjá Hansi undir
Kletti (Hans Joensen). Hann skuldi
læra til "handilskommis", sum tað
so fínt æt tá á døgum. Ja, fínt skal
tað vera. At gerast krambakallur var
ivaleyst ikki komið frá honum
sjálvum, og tí varð honum skjótt
greitt, at tað var heldur sjógvurin
sum dró. Tá børnini komu, valdi
hann at gerast heimamaður burtur-
av, fekk starv á Telefonverkinum,
sum síðan gjørdist lívsstarv hans-
ara.
Í 1938 giftust tey inn hjá verfor-
eldrum hennara í Dr. Jakobsensgøtu
ella "Statsvejen", sum tað tá varð
rópt. Seinni fluttu tey niðan í Bug,
har umstøður vóru at fáast við
træðarbrúk, sum tey bæði høvdu
stóran áhuga fyri. Fyri okum fimm
børnini, Heri, Hans Eli, Kristjan,
Gisleyg og Katrina hevur tað verið
spennandi bæði at vaksa upp niðri í
Havnini og á trøðni, sum tá var í
óbygdum - við kúgv, seyði, og
flogfenaði av allahanda slagi.
Fyrst í sekstiárunum, tá børnini
so smátt vóru við at koma undan,
fór mamma á Bacalao at arbeiða.
Eitt arbeiðspláss, sum hon hevur alt
gott at bera, og sum hon sigur, veru-
liga var merkt av solidariteti ikki
bara millum fólkið á gólvinum,
men eisini mótvegis arbeiðsplássin-
um. Skjótt fór hon uppí fakfelags-
arbeiði og sat í nevndini fyri Havnar
Arbeiðskvinnufelag út við átjan ár.
Sum sannførd javnaðarkona var
størsta uppgávan fyri henni at virka
fyri javnrættindum. Við Andreu
Árting á odda megnaðu hesar røsku
fakfelagskonurnar, at vinna konu-
fólki líka løn fyri líka arbeiði, sum
sjálvt summar konur tá hildu vera
ovboðið. Alt arbeiðið gjørdu tær
sjálv-ar. Hetta yvirforbrúkið í dag
av sakførarum í samráðingum,
heldur hon lítið um. Tað bara dýrkar
og leingir um tilgongdina.
Vanligt vit og skil heldur hon vera
munabesta samráðingaramboðið.
Nú Føroya Tele fekk til vega
barnaansing, mintist hon aftur á,
hvussu hesar somu fakfelagskonur-
nar royndu hetta sama fyri skjótt
hálvari øld síðan. Allar arbeiddu tær
á Bacalao uttan forkvinnan. Tá
nógv arbeiði var á virkinum, sóu
tær, hvussu tað ofta stóð á at fáa
fólk. Harafturat lógu børnini hjá
fiskafólkinum ofta endilang á
bryggjuni og fiskaðu murtar og
vóru til stóran ampa. Tí søktu tær
kommununa um grundøki millum
Bacalao og Hospitalið, sum tær
hildu vera so mikið stór arbeiðs-
pláss, at grundarlag var fyri barna-
garði til hesi. Tó varð hetta av ong-
um.
Nú hon fyllir níti, og vit sita og
líta aftur um bak, renna fram nógv
góð og rík minni. Hon hevur verið
røsk, arbeiðssom og mest av øllum
hevur hennara glaða lyndi mangan
verið til lætta og eggjan hjá teimum,
hon hevur verið saman við. Tó hev-
ur heldur ikki hon verið spard fyri
stóra sorg. Bert fimm ár eftir at pápi
okkara doyði, mistu vit Kristjan,
yngsta beiggja okkara. Tann sorgin
nívur dagliga. Tó enn fevnir hon
víða, eisini um síni sekstan ommu-
og átjan langommubørn. Fylgir væl
við í tí, sum fyriferst í samfelag-
num, og kemur við sínum ofta sera
beinraknu viðmerkingum. Enn er
hæddarpunktið í eini hvørjari
veitslu, tá hon heldur røðu, sum hon
so hegnisliga dugir at flyta fram.
Fyri okkum er hon miðdepilin í
familjuni, og hugnaligt er at vitja í
heimið, har hon býr einsamøll og
enn klárar seg væl. Vit ynskja tær
hjartaliga tillukku við degnum og
alt gott framyvir.
Børnini
Edith Dahl 90 ár
C
M
Y
K
14