Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-17, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. juli 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 135 - 17. juli 2004 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Fríi og sveimandi hugurin hjá lista- manninum setur sítt serstaka merki á myndirnar í fyrstu listaframsýningini hjá Jógvan Andreasi á Brúnni, sum letur upp í Gallarí Ribar- húsi í Fuglafirði hós- dagin 22. juli 2004 TÍÐINDASKRIV Bólkurin av ungum før- oyskum listafólkum er á mangan hátt spennandi, og hósdagin 22. juli 2004 letur enn eitt ungt listafólk upp dyrnar til sína fyrstu fram- sýning við málningalist. Hjá teimum flestu krevst fyrireiking og dirvi at lata almenningin fáa høvi at síggja og meta um lista- verkini á fyrsta sinni. Lista- maðurin, ið nú hevur valt at taka hetta stig, er 23 ára gamli Jógvan Andreas á Brúnni, og náttúrligt er, at fyrsta framsýning hansara verður í Gallarí Ribarhúsi í heimbýinum, Fuglafirði. Umleið 30 myndir eru valdar burturúr til hesa framsýningina. Nøkur ein- støk myndevni eru natural- istisk, men sum heild setur fríi og sveimandi hugurin hjá listamanninum sítt ser- staka merki á verkini, ið bæði eru tilevnað við olju- kriti, pastel, tusj, og blý- anti. Hóast talan er um fyrstu listaframsýningina hjá Jógvan Andreasi á Brúnni, hevur hann frá ungum árum sýnt áhuga fyri at tekna og mála. Ágrýtnið vaks, eftir at hann fyri nøkrum árum síðani var á listaháskúla í Holstebro í Danmark. Myndatøka hev- ur upptikið unga lista- mannin nakað, og seinnu árini hevur hann eisini roynt seg innan tónleik, t.d. sum trummusláari í bólkin- um "Gestir". Framsýningin í Gallarí Ribarhúsi letur upp hós- kvøldið 22. juli 2004 kl. 20.00, og tá hava fólk møguleikan at síggja tey 30 nýggju listaverkini. Har- umframt fara brøðurnir Ólavur og Torfinn Jákups- son, ið báðir eru úr "Gest- ir", at spæla akustisk løg í gallarínum. Í knappliga 14 dagar ber til at vitja framsýningina hjá Jógvan Andreasi á Brúnni, ið fevnir um tíðar- skeiðið 22. juli - 4. august 2004. 90 ár Í dag fyllir Edith Dahl í Havn 90 ár. Dagurin verður hildin hjá dóttrini Katrin á Villingadalsvegi 61 frá kl.18.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. Prógv Hjalti Josephsen og Dánjal Petur Nielsen, Klaksvík hava við Danmarks Tekniske Universitet í Lyngby tann 7. juli 2004 fingið prógv sum bygningsverk- frøðingar. 18. juni fekk Kirstin Hansen, Hvalvík, prógv sum byggifrøðingur frá Vitus Bering CVU í Horsens. Brúdleyp Í dag, 17. juli, kl. 15.00 giftast í Christianskirkjuni í Klaksvík, Eyð Lassen, Klaksvík, og Torfinn Viðoy, Viðareiði. Veitslan verður fyri innbodnum í Skál- anum kl. 19.00. Í dag, 17. juli, kl.17.00 giftast í Gjáar kirkju Nico- lina Williamsdóttir, Signabø, og Óli Debes, Gjógv. Veitslan verður fyri innbodnum í samkomuhúsinum við Gjógv kl. 19.00. Í dag, 17. juli, kl. 15.00 giftast í Hejls kirkju Kitty Ferjá Joensen, Kollafjørður og André Isholm Andrésen, Tórshavn. Dagurin verður hildin á Hotel Harmonien, Gåskærgade 19, 6100 Haderslev. Í dag, 17. juli, kl. 14.00 giftast í Funnings kirkju Jenny Petersen úr Funningi og Magnus Samuelsen úr Tórshavn. Veitslan verður fyri innbodnum í Róðrarneystinum á Argjum kl. 19.00. Í dag, 17. juli, kl. 13.30 giftast í Børøa í Saltangará, Charlotta Hentze og Remy á For. Brúdleypið verður hildið í Bygdarhúsinum í Leirvík. Sunnudagin 18. juli kl. 12.15 giftast í Vesturkirkjuni Heidi Gásadal og Herman Lindberg. Aftaná vígsl- una, uml. kl. 13.30 til 16.00 verður móttøka heima í Mannbrekku 13, Hoyvík. Øll eru vælkomin. Ung føroysk málningalist Í dag 17. juli 2004 hevði pápi fylt 75 ár, hevði hann livað. Mangan tosaði tú um, at tá tú bleiv 75 ár, so skuldi tú halda stóran føðingardag. 60 ára dagurin varð hildin í Vági hjá Kirsten systi, 65 ára dagin helt tú saman við familjuni niðri hjá okkum í Vanløse. 70 ára dagin hátíðarhildu vit niðri á Bornholm, men 75 ára dagin vildi tú hátíðar- halda heima á Mýrisnípuvegi, men so skuldi ikki verða. Boð vóru eftir tær 29. august 2003. Pápi, tú vart ein lítillátin maður. Gjørdi ikki nógv hóvasták burturúr tær sjálvum, men nógv hevur tú lagt eftir teg. Tú vart mín klettur, mín stuðul í alt og øllum, altíð til reiðar at hjálpa, tá ið á stóð. Mangt prátið hava vit havt, mangt orðaskifti yvir nátturaborðið um eitt nú politikk - vit kundu sita í fleiri tímar. Alt vildi eg sleppa at siga tær. Vildi hava tína meting í nærum øllum, eg tók mær fyri. Saknurin er so stórur, eitt tómrúm so stórt, og serliga hjá tær, mamma. Tit vóru altíð saman, so hjá tær at fóta tær eftir 53 ára gott samlív, er tungt. Tit fingu kortini loyvi at hátíðarhalda eitt sera hugnaligt og stórt gullbrúðleyp í heiminum 26. aug. 2000, har nógv fólk, familja, vinir og kenningar komu inn á gólvið at heilsa uppá tykkum. Ein minniríkur dagur, sum tit bæði vóru so glað og takksom fyri. Tú hevur altíð verið í mínum lívi, pápi, og nú nærum 1 ár aftaná tú ert farin, er enn undarligt at koma inn á gólvið á Mýrisnípuvegi, tí tú vart altíð so fegin um, at børnini komu á gátt. Eg hugsi um títt heita smíl, tá abbabørnini komu á gátt - tú vart so góður við tey - og børnini elsk- aðu teg. Tú syrgdi altíð fyri, at tey fingu okkurt gott. Eg veit meg ongantíð at hava fingið eitt nei frá tær, til at passa børnini, tá á stóð,tá tey vóru t.d. sjúk, og vit skuldu til arbeiðis, ella um vit skuldu eitt hvørt annað, so bað tú altíð meg um at koma oman við teimum, ella tit komu niðan, og tú og mamma passaðu tey. Eg haldi ikki, tit altíð hava orkað, men nei, tað søgdu tit ikki. Tungt er at hava mist teg pápi, men eg siti eftir við stórum takk- semi og kærleika til tín og eini virðing fyri tær sum pápi og menn- iskja. Eg var heppin at just tú vart pápi mín. Tú vart ein góður maður, pápi, abbi og langabbi. Vit síggjast! Johild Minningarorð um pápa mín Jóhan Ziskason f. 17-07-1929 d. 29-08-2003 Olga Reinert deyð Hósdagin 10. juni and- aðist Olga Reinert í Havn, 55 ára gomul. Olga var úr Sørvági, dóttir Napoleon (Pola) Nolsøe Petersen og Onnu Sofíu Petersen, fødd Dalsgaard, ættað av Velbastað. Foreldrini vóru bæði lærarafólk. Tey vóru 3 systkin. Kári var løgfrøðingur, búsitandi í Havn. Hann var giftur við Maritu. Tey eru bæði deyð. Sigrid er útbúgvin hús- arhaldslærari og hevur havt ymisk lærarastørv og umsitingarlig størv. Hon býr í Hoyvík og er gift við Símun Dals- gaard. Eftir at hava tikið realprógv kom Olga til Havnar í 1965 og fekk starv sum lærlingur á F ú t a s k r iv s t ov u n i . Seinni hevði hon onnur skrivstovustørv, longst á landsskrivstovuni, har hon var frá 1973 til 1995. Aftaná tað ar- beiddi hon á skrivstov- uni hjá bróður sínum. Hon var í Danmark í eitt ár, og har arbeiddi hon á barnagarði. Olga sang í nógv ár í Havnarkórinum (Út- varpskórinum), har hon við síni vøkru altrødd var ein dyggur stuðul í kórinum. Í 1979 giftust Olga og Johnny, sum er úr Havn, og tey búsettust við Villingadalsvegin. Tey fingu 3 synir: Høgni, føddur í 1985, Bjørn, føddur í 1986, og Rógvi, føddur í 1991. Myndirnar »Bygdarmenn« og »Blýantmaður« hjá Jógvan Andreasi á Brúnni Nr. 135 • leygardagur • 17. juli 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Meistaradeildin menn hjá Fleyr fingið høvuðssponsor og venjara Inpact skal prýða búnarnar hjá Fleyr komandi kappingar- árið FLOGBÓLTUR tíðindaskriv Hósdagin 24. juni 2004 skrivaðu Flogbóltsfelagið Fleyr og Grannskoðara- virkið P/F Inpact undir sponsoravtalu, sum er gald- andi fyri meistaradeildina menn komandi kappingar- ár. Meistaradeildin menn heldur við øðrum orðum fram við Inpact á bringuni. Arbeitt verður framhald- andi við nýggjum avtalum, sum skulu tryggja felagn- um fíggjarligar karmar at vira undir. Partarnir eru samdir um at arbeiða fyri at Fleyr aftur verður eitt felag, ein skal rokna við, tá tað snýr seg um flogbólt á høgum stigi. Starvsnevndin hevur um- skipað bygnaðin í felagn- um, soleiðis at ábyrdin er løgd á fleiri herðar. Fýra undirnevndir er stovnaðar, sum saman við starvs- nevndini skulu reka felagið. Meistaradeildin fær nýggjan venjara komandi kappingarár. Venjarin eitur verður Romica Øster, ið áður hevur havt sína gongd í Gundadalshøllini. Avtalan er galdandi í eitt ár. Arbeitt verður við at samansjóva gamlar og ungar kreftir í felagnum eins og nýggir spælarar leggjast til. Sum nakað nýtt fer Fleyr at gera bindandi avtalur við spæl- arar, sum fer at tryggja felagið og spælarar. Enda- málið er at beina burtur iva- mál og trupuleikar, soleiðis at óneyðug orka ikki verður brúkt til slíkt, sum einki hevur við flogbólt at gera. Broytingarnar skulu í síðsta enda føra við sær, at Fleyr verður eitt tryggari felag, og at tað verður stuttligt at spæla flogbólt í høvuðs- staðnum. Eftir fyrsta veruliga kappingardagin í Statoil kring Føroyar, hevur føroyski veter- anurin, Gunnar Dahl Olsen, lagt seg á odda í kappingini STATOIL KRING FØROYAR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Í góðveðrinum hósdagin var súklað í Eysturoynni. Teinurin, ið súklaður vóru úti á, var oman fyri 100 kilometrar, og hóast fremstu súklararnir brúktu oman fyri tríggjar tímar um teinin, komu tveir teir fremstu á mál so at siga samstundis. Tung fjøll Allir súklararnir fylgdust rættuliga væl fyrstu løtuna, men tá ið farið var upp í hæddirnar, byrjaði fylgið so smátt at spjaðast. Eiðis- skarð var tungt, og tað sama var galdandi fyri Gøtueiði. Bæði hesi høgu støð í Eysturoynni telja við í nýggju fjallakappingini, sum er blandað upp í Stat- oil kring Føroyar í ár. Tá ið súklararnir nærkað- ust málinum við Statoil- støðina í Runavík, vóru tríggir súklarar væl framm- an fyri allar hinar. Teir tríggir vóru teir báðir danir- nir, Niels Jakob Thomsen og Niels Bay Petersen, um- framt føroyska veteranin Gunnar Dahl Olsen. Niels Bay Petersen og Gunnar Dahl Olsen fingu lagt Niels Jakob Thomsen eitt sindur aftur um seg, og tí stóð endaspurturin millum teir báðar. Spurturin gjørdist sera spennandi, og teir báðir komu um málstrikuna so at siga samstundis. Gunnar hevði tó munin og vann tí etapuna, men hann og Niels Bay Petersen vóru so javnir, at báðir blivu teir góðskrivaðir fyri somu tíð, nevnliga 3.08.47, meðan Niels Jakob Thomsen var seks sekund aftan fyri teir báðar fremstu. Eitt gott petti var aftur til teir næstu súklararnar, og tí er longu nú stórur munur á í saml- aðu støðuni, har teir tríggir fremstu í Eysturoynni hava lagt seg væl framman fyri allar hinar luttakararnar. Tá ið prologurin mikudagin og teinurin í Eysturoynni hós- dagin verður lagdur saman, sæst at Gunnar Dahl Olsen hevur lagt seg á odda í kappingini, men einans tíggju sekund eru aftur til næsta mannin, sum er Niels Jakob Thomsen, og numm- ar trý, Niels Bay Petersen, er einans 33 sekund aftan fyri Gunnar. Íslendingarnir eina- ráðandi hjá ungdóm- inum Í ungdómskappingini hava íslendsku súklararnir lagt seg greitt á odda. Anton Ørn Elfarsson, sum vann prologin mikudagin, vann eisini hósdagin, tá ið teir ungu súklararnir súklaðu 75 kilometrar í Eystur- oynni. Honum á baki kom Kári Brynjolfsson, sum eisini gjørdist nummar tvey í prologinum. Fremsti føroyingurin í ungdómskappingini er Torkil Veyhe, sum saman- lagt liggur á einum fimta- plássi. Fríggjadagin var einkult- startur súklaður á Sand- oynni, og í dag verður ein longri teinur súklaður í Suðuroynni. Statoil kring Føroyar endar sunnudagin, tá ið súklað verður úr Tjørnuvík til Havnar. Jógvan Amonsson og Líggjas Høgnesen hava undirskrivað sáttmálan Gunnar lagt seg á odda C M Y K 17 16