leygardagur 17. juli 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 135 - 17. juli 2004
19
Heimsins
kvikasta tikin
fyri doping
Torri Edwards, sum í
løtuni er heimsins kvik-
asta kvinna á 100 metr-
um, er nú tikin fyri dop-
ing. Hon váttaði sjálv
fyri
amerikanskum
miðlum, at hon er tikin
fyri nýtslu av einum
evni, sum hon sjálv ikki
veit um, at hon hevur
tikið.
Doping-gølan
kann hava við sær, at
amerikanska Torri Ed-
wards ikki verður við til
OL í Athen í næstum.
Frei fekk
leikbann í
tríggjar dagar
Alexander Frei, sveis-
iskur landsliðsleikari í
fótbólti, var í vikuni
dømdur tríggjar dagar
leikbann av UEFA, tí at
hann í dysti ímóti Ong-
landi undir EM-enda-
spælinum í Portugal,
spýtti eftir enska lands-
liðsleikaranum Steven
Gerrard. Revsingin hjá
Frei er júst tann sama,
sum italski Francesco
Totti fekk fyri at spýta á
danska Christian Poul-
sen í somu kapping.
Shaquille
O´Neal rýmir
úr Lakers
Ein av heimsins bestu
kurvabóltsleikarum,
Shaquille O´Neal, skift-
ir nú felag. Eftir at hava
verið átta ár í sigurs-
vanda LA Lakers, fer 32
ára gamli og 216 senti-
metrar høgi O´Neal at
leika fyri Miami Heat.
Talan er um ein býtis-
handil millum Miami og
Lakers. Shaquille O´Ne-
al ella Shaq, sum hann
eisini verður nevndur,
fer til Miami, sum
afturfyri sendir tríggjar
spælarar hinvegin.
B68-FK Ventspils 0-3 (0-2):
Alt er sum tað plagar at vera
Persónlig mistøk hjá
B68 vórðu dyggiliga
sektað, og tá ið tofta-
menn spældu seg til
møguleikar, vóru
marginalirnir ikki á
teirra síðu
UEFA CUP
Jóannes Hansen
Tað gekk, sum tað plagar at
gera, tá ið føroysk feløg
royna seg í Europa Cup.
Hóast B68 er botnlið í
heimligu landskappingini,
so stóðu teir seg hvørki
verri ella betri, enn miðal
avrikini plagar at vera hjá
føroyskum feløgum.
FK Ventspils úr Letlandi
vísti seg at vera betri fyri
enn B68. Teir vóru krops-
liga væl fyri, teir vóru
skjótir, og teir tóktust eisini
hava góðan bóltførleika.
Hvussu nógv betri teir
vóru enn heimaliðið fekst
eingin staðfesting av í
dýrdarveðrinum. Tá
ið
fyrra umfarið var hálv-
runnið høvdu teir tvær
ferðir sektað stór persónlig
mistøk hjá heimaliðnum,
og síðani var spurningurin
bara, hvussu stórur sigurin
skuldi verða.
Tað var kanska ivasamt,
um gestirnir løgdu alt fyri.
Men tað var undrunarvert,
at teir við tryggari leiðslu á
útivølli fingu fleiri gul kort,
sum kunnu kosta, um teir
koma longri í kappingini.
Ventspils spældi seg til
fleiri málmøguleikar, men
teir fingu bara eitt mál í 2.
hálvleiki. Ofta vóru teir
óneyvir í skotroyndunum,
og Jazek Prxybylski í B68
málinum hevði fleiri góðar
bjargingar.
Málini
Stóri maðurin hjá Ventspils
var miðframherjin Vits
Rimkus, sum skoraði øll trý
málini. Tað fyrsta fekk
hann, tá ið eitt kort var
farið. B68 misti í uppspæli
í vinstru. Tað endaði við
letlendskum frísparki við
baklinjuna, sum fekk loyvi
at sigla mitt innfyri málið,
har maðurin við góða mál-
tevinum var púra blankur,
tá ið hann setti krúllin undir
bóltin.
Átta minuttir seinni var
hann aftur upp á spæl. Hesa
ferð hekk verjuspælarin hjá
B68 í vinstru eftir, tá ið teir
royndu at seta rangstøðu-
fellu. Vits kom einsamallur
úr vinstru og setti framvið
málverjanum.
Triðja málið kom, tá ið
20 minuttir vóru farnir av
2. hálvleiki. Málið áttu
fleiri av verjuspælarunum
og málverjin sín lut í. Tað
endaði við kiksaðari aftur-
legging, sum Vits segði ikki
møguleikan frá sær, hann
kom ímillum og setti
framvið málverjanum.
B68 glottar
Toftamenn vóru ikki púra
fyri nothing. Øssur Hansen
vísti ábyrgd og hevði
sjálvsálit. Áðrenn nakað
mál var komið, var um
reppið, at hann legði B68
framum. Langskotið úr
vinstru var gott, men mál-
verjin fekk bent tí til horna.
Í síðstu sekundunum í 1.
hálvleiki var um reppið, at
Jóhan Petur Poulsen fekk
mál. Eftir skjótt B68 álop
hevði hann sjálvsálit at fara
framvið verjuspælara og
royna ímóti málinum, men
tíverri
small
skotið
í
stólpan.
Brasiliumaðurin Anders-
son, sum í spælistíli minnir
nógv um Álvaro hjá FCK,
tykist megna nógv einsa-
mallur. Tíðliga í 2. hálv-
leiki gjørdist hann leysur
eftir framspæling frá Øss-
uri Hansen, men málverjin
kom út og blokeraði.
B68 fekk einki mál, og
tað er ivasamt, um teir fara
at fáa nakað, tá ið teir á
Ólavsøku skulu royna seg í
Letlandi. Men teir vístu
hóskvøldið, at teir hava
møguleikan.
Toftamenn stríddust manniliga, og stórir glottar vóru at hóma
í spælinum, sammett við landskappingina í ár. Men nóg mikið
til stig var tað tó ikki hesaferð
Mynd: Jens Kr. Vang
B68-FK Ventspils 0-3 (0-2)
Hósdagin 15. juli 2004, kl. 19.00 á Svangaskarði.
Fyrsta innleiðandi umfarið í UEFA Cup, fyrri
dystur. 470 áskoðarar.
Dómarabólkur úr Skotlandi: Iain Brines, Jim
Lyon, Lawrence Kerrigan og Jamie Downie
UEFA umboð úr Finnlandi: Esa Furuholm
Dómaraeygleiðari úrLuksemborg: Charles
Schaack
0-1: Vits Rimkus 15.
0-2: Vits Rimkus 23.
0-3: Vits Rimkus 64.
B68: 1. Jazek Przybylski — 4. Oleif Joensen, 2.
Herbert í Lon Jacobsen, 17. Kári Sigvardsen, 15.
John Heri Dam — 10. Stanislav Stankov, 14. Eyð-
stein Skipanes, 7. Øssur Hansen, liðformaður — 18.
Kristian Anton Andreassen, 9. Casthillio Anderson,
11. Jóhan Petur Poulsen (8. Ove Magnussen, 78.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 12. Fróði
Jensen, 3. Kristian Poulsen, 6. Jóhan Dávur Høj-
gaard, 16. Ronnie Svalbard
Venjari: Edmund Jacobsen
Málmansvenjari: Eyðun Petersen
Liðleiðari: Oddmar Andreassen
Fysioterapeutur: Øssur Steinhólm
Gult kort: Stanislav Stankov 14., Herbert í Lon
Jacobsen 69.
FK Ventspils: 1. Deniss Romanovs — 6. Vladimirs
Zavdoronkovs, 4. Tomas Hejdusek, 12. Maris Snir-
novs, 18. Igors Korablovs, liðformaður — 19. And-
rey Agafonov (11. Aleksandar Gruber, 46.), 7.
Alexsandr Rehviashvili, 15. Igoris Stukalinas —
14. Jiri Krohmer (24. Branislav Jasurek, 67.), 9.
Vits Rimkus (10. Grazvydas Mikulenas, 78.), 22.
Deimantas Bicka
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 26. Nak-
sims Uvarenko, 2. Alekseys Soleicuks, 21. Viktors
Lukasevics, 8. Deniss Kacanovs
Gult kort: Andrey Agafonov, 40., Vladimirs Zav-
doronkovs, 44., Igoris Stukalinas, 60., Vits Rim-
kus, 64.
Venjari: Saulius Sirnelis
Hjálparvenjarar: SauliusCekanavicius og
Stanislav Seman
Liðleiðari: Andreys Lapsa
Lækni: Boriss Lavrenovs
Massørur: Olegs Nazarovs
FAKTA
Vits Rimkus gjørdist stóra
hetjan hjá lettiska liðnum.
Hann gjørdi øll málini í
dystinum á Svangaskarði
Mynd: Jens Kr. Vang
19
18
Nr. 135 - 17. juli 2004
B36-Metalurgs 1-3(1-2):
Eydnan var ikki við B36
Eftir eina ræðuliga
byrjan upp á dystin
kom B36 veruliga fyri
seg í UEFA-Cup dyst-
inum ímóti lettiska
Metalurgs, og við eitt
sindur av hepni var
framvegis spenningur
undan returdystinum
UEFA-CUP
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað ráddi um hjá áskoðar-
unum til dystin millum B36
og Metalurgs á Tórsvølli
hóskvøldið, at teir komu til
tíðina. Teir áskoðarar, ið
vóru eitt sindur seinkaðir til
dystin, sóu allarhelst ikki
tvey mál, tí lettiska liðið
gjørdi skjótt av.
Fýra dýrir minuttir
Tað var ikki frítt, at fólk
ikki trúðu sínum egnu eyg-
um, tá ið Metalurgs fekk
fyrsta málið. Dysturin var
settur í gongd, og tá ið bólt-
urin verður sendur oman í
brotsteigin hjá B36, fær
verjan hjá havnarfelagnum
ikki sparkað bóltin nóg væl
burtur. Ein letti fangar bólt-
in stutt uttan fyri brotsteig-
in hjá B36, og eftir eitt
sindur av trunkaspæli, end-
ar bólturin hjá Gvyldis,
sum sendir hann í netið, og
so var 1-0, og einans 24
sekund
vóru
farin
av
dystinum!
Hetta var ikki júst tað,
sum heimaliðið hevði ætl-
að, og fyri at gera ilt verri,
gekk tað aftur galið bert
tríggjar minuttir seinni. Ein
tann mest eyðsýndi leikarin
á liðnum hjá Metalurgs,
Viktor Dobrecovs, slapp at
renna allan vegin oman
ímóti brotsteiginum hjá
B36, uttan at nakar verju-
leikari leyp í hann. Komin
áraka
brotsteigarmarkið
meddaði Dobrecovs til, og
bólturin sat í netinum aftan
fyri Trónd Vatnhamar. 2-0
til lettiska liðið, og klokkan
vísti, at einans tríggir min-
uttir og fimti sekund vóru
leikt av dystinum.
Hetta var tann ringasta
byrjanin upp á dystin, ið
hugsast kundi. Tó eiga leik-
ararnir hjá B36 rós uppi-
borið, tí at teir fullu ikki í
fátt av støðuni, og so hvørt
sum fyrri hálvleikur leið,
kom heimaliðið meiri og
meiri við í dystin. Spælið
hjá B36 hekk betur saman,
og menn byrjaðu at finna
hvønn annan á vøllinum.
Enn vantaði tó tann síðsta
avleveringin, sum kundi
skapa veruligar málmøgu-
leikar, men sjálvsálitið hjá
heimaliðnum vaks, og tað
sást týðuligani aftur úti á
vøllinum.
Ivasamar
dómaraavgerðir
Vertirnir úr Havn høvdu
sína fyrstu veruligu roynd
upp á lettiska málið, tá ið
góðir 20 minuttir vóru
leiktir. Tað var liðskiparin,
John Petersen, sum royndi
seg við einum skoti úr 18
metrum, sum lettiski mál-
maðurin tó hevði fult tam-
arhald á. Tíggju minuttir
seinni var nær við, at Meta-
lurgs økti um leiðsluna,
men Tróndur bjargaði væl,
tá ið skallað var eftir horna-
spark.
Tá ið 33 minuttir vóru
leiktir av fyrra hálvleiki,
vildu leikararnir hjá B36
hava brotsspark. Ein bóltur
kom inn í brotsteigin hjá
Metalurgs, og John Peter-
sen fór um koll. Tað líktist
einum upplagdum brots-
sparki, men írski dómarin
lat ikki við seg koma.
Dómarin lat heldur ikki við
seg koma fimm minuttir
fyri steðgin, tá ið Bergur
Midjord slapp inn um verj-
una hjá lettunum. Komin
framvið seinasta verjuleik-
aranum sást skilliga, at
Bergur bleiv togaður niður
av verjuleikaranum, men
ístaðin gav írski dómarin
Bergi gula kortið fyri film.
Her hevði heimaliðið uppi-
borið betur.
Bergur var aftur í fokus
ein minutt fyri steðgin, men
hesaferð gekst betur. B36
fekk innkast í vinstru síðu,
og John Petersen gjørdi
skjótt av og kastaði fram-
eftir. Bergur fekk bóltin
inni í brotsteiginum hjá
lettunum, og hann snýtti ein
verjuleikara, áðrenn hann
skeyt bóltin í netið umvegis
nærmastu stong. So var 1-
2, og málið hjá B36 kom í
best hugsandi løtu.
B36 trýsti
Eftir steðgin royndu vertir-
nir úr B36 at leggja trýst á
lettiska málið, og tað eydn-
aðist teimum eisini í ein
ávísan mun. Lettarnir vóru
tó ikki heilt vandaleysir, og
millum annað noyddist
Ronnie
Samuelsen
at
bjarga á sjálvari málstrik-
uni bara fýra minuttir eftir
steðgin.
Hóast fleiri atsóknir á
lettiska málið, bragdaði tað
ikki hjá B36, og ístaðin
vóru tað gestirnir úr Meta-
lurgs, ið enn einaferð komu
á máltalvuna. Tað sá út til,
at Bergur Midjord bleiv
rendur um koll áraka brots-
teigarmarkið hjá Meta-
lurgs, men enn einaferð lat
írski dómarin ikki við seg
koma, og ístaðin fóru lettar
í skjótálop. Viktor Dobra-
covs bleiv spældur fríur
innan fyri verjuna hjá B36,
og tá ið linjuverjin, sum
hevði flaggið uppi, valdi at
koyra tað niður aftur, var
lagamanni hjá Dobracovs
at senda framvið Tróndi
ímálinum, og lettar vóru nú
á odda 3-1, og tað var ikki í
tráð við dystargongdina.
Heimaliðið var sjálvsagt
ikki glaðir fyri avgerðina
og fleiri aðrar við, og tað
skal sigast, at sjáldan hevur
eitt so vánaligt avrik verið
at sæð av einum altjóða
dómara á einum føroyskum
vølli. Írski dómarin var alt
annað enn heimadómari, og
leikararnir hjá B36 mangan
grein í sínum máli, tá ið teir
kendu seg snýttar.
Seinastu løtuna av dyst-
inum fór gassið fullkomi-
liga av ballónini, og leik-
ferðin í dystinum minkaði
munandi. Bæði liðini tókt-
ust bara vilja hava tíðina at
ganga, og tí komu ikki fleiri
mál í dystinum, sum B36
við eitt sindur av hepni og
einum betri dómara kundi
havt fingið væl meiri
burturúr.
B36-Metalurgs 1-3(1-2)
0-1 Gvyldis 1.
0-2 Viktor Dobrecovs 4.
1-2 Bergur Midjord 44.
1-3 Viktor Dobrecovs 63.
B36: Tróndur Vatnhamar - Allan Mørkøre, Pól
Thorsteinsson, Johannes Joensen, Arnbjørn Dani-
elsen - Kenneth Jacobsen(60. Bárður Mortansson),
Niels Joensen, Ronnie Samuelsen, Alex Jose dos
Santos(85. Jens Kr. Hansen) - Bergur Midjord(78.
Egil á Bø), John Petersen liðsk.
Áskoðarar: 640
FAKTA
Liðskiparin hjá B36,
John Petersen, segði
eftir dystin hós-
kvøldið, at hevði tað
ikki verið fyri mis-
tøkini tíðliga i dyst-
inum, hevði alt verið
opið undan seinna
dystinum í Letlandi
DÝR MISTØK
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Frá sínum royndum í al-
tjóða dystum veit liðskip-
arin hjá B36, John Peter-
sen, at gerst tú mistøk í
slíkum dystum, so verða
tey revsað beinan vegin,
og tað var sjón fyri søgn
hóskvøldið.
Ikki ræðandi
mótstøða
Eftir dystin helt John, at
teir fyrstu minuttirnir av
dystinum
kosta
dýrt.
Spurdur, hvat tað er, sum
hendur, svarar John, at teir
hildu seg verða klárar at
fara undir dystin, men tað
vóru teir tíverri ikki fyrstu
løtuna, og tað kostaði dýrt.
Landsliðsleikarin heldur, at
høvdu lettarnir ikki fingið
tey bæði skjótu málini
tíðliga í dystinum, er tað
væl møguligt, at alt hevði
verið opið undan dystinum
í Letlandi, men sum nú er,
trýr hann ikki uppá, at tað
fer at bera til hjá B36. Hin-
vegin ivast John ikki í, at
teir kunnu fáa eitt gott
úrslit á útivølli, tí mót-
støðuliðið var als ikki ræð-
andi, hóast talan var um
eitt gott lið, sigur hann.
John Petersen helt lítið
um dømingina, sum hann
helt verða undir alt lág-
mark, og eitt tað vánalig-
asta. ið hann hevur sæð í
sínum mongu altjóða dyst-
um bæði fyri landsliðið og
GÍ og B36.
Um sjálvan dystin sigur
John eisini, at eftir hansara
tykki spældi B36 fult upp
við lettarnar stóran part av
dystinum, men tað var
rættuliga tungt í fyrra
hálvleiki, beint eftir at tey
bæði skjótu málini vóru
komin.
Mistøk kosta
John Petersen ivast ikki í, at
B36 kann fáa eitt gott úrslit,
tú útidysturin er á skránni
ólavsøkudag
Mynd: Álvur Haraldsen
B36 royndi at stríðast, og við
eitt sindur av hepni – og
meira dómaratekki – kundu
teir eisini fingið meira
burturúr
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
18