leygardagur 17. juli 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 135 - 17. juli 2004
Albert
hevur
fingið
nýggjan
venjara
At Grindavík hevur
havt soltna úrtøku
og er næstaftast
hevur havt við sær
at sama uppskrift-
in í vikuni varð
nýtt, sum fyri
stuttum kostaði
venjaranum hjá
Fram starvið
ÍSLAND
Jóannes Hansen
Tað er ikki bara í Føroy-
um, at tey bæði feløgini,
sum eru niðast á støðu-
talvuni, hava fingið
nýggjar venjarar nú í
summar.
Fram, sum er felagið
hjá Fróða Benjaminsen
og Hans Fróða Hansen,
er aftast í Landsbanka-
deildini. Tað hevði fyrr í
summar við sær, at Ion
Geolgau og felagið sam-
dust um, at samstarvið
teirra millum skuldi
halda uppat. Soleiðis var
tað í hvussu so er orðað,
tá ið útisetarnir í Íslandi
fingu nýggjan venjara.
Grindavík, ið er felagið
hjá Alberti Sævarssyni,
sum í fjør var málverji
hjá B68, er næstaftast,
og hósdagin hildu teir
støðuna vera soleiðis, at
best var at royna við
nýggjum venjara. Sagt
verður, at felagið og
Zeliko Stankovic vóru
samd um, at venjarin
skuldi leggja frá sær,
eftir at Grindavík miku-
kvøldið hevði tapt 2-0 á
útivølli ímóti ÍBV í
Vestmannaoyggjunum.
Nýggjur venjari hjá
Grindavík er Guðmund-
ur Valur Sigurðsson,
sum frammanundan var
hjálparvenjari. Grinda-
vík er nummar níggju
og næstaftast við ellivu
stigum, og Fram er aft-
ast við sjey stigum.
Todi
javnt
móti
Totten-
ham
Føroyski álops-
maðurin hjá FCK
sigur seg vera væl
nøgdan við venjin-
gardystin í Gøte-
borg hóskvøldið
ÚTISETI
Jóannes Hansen
Hóskvøldið var FCK í
Gøteborg, har teir á Nya
Ullevi og frammanfyri
stívliga fimtan túsund
áskoðarum
spældu
ímóti eingilska høvuðs-
staðarfelagnum Totten-
ham, sum nú hevur
ítróttarstjóra, ið er ætt-
aður úr danska høvuðs-
staðnum. Hann eitur
Frank Arnesen.
Úrslitið var 2-2. Álvaro
Santos
legði
tíðliga
FCK framum, og Thom-
as Røll, sum var inn-
skiftur í 2. hálvleiki og
er um at koma fyri seg
eftir drúgva skaðan,
javnaði til 2-2. Dean
Richards javnaði til 1-1
við stútara eftir horna,
og í 2. hálvleiki legði
Jermain Defoe Totten-
ham framum.
Í 1. hálvleiki mannaðu
Álvaro Santos og Jesper
Bech FCK álopið, og í
2. hálvleiki vóru tað
Peter Møller og Todi
Jónsson.
Á heimasíðu síni sigur
Todi, at hann er væl
nøgdur við venjingar-
dystin:
– Eg var við í nógvum
álopsspæli, og tað var
tætt við, at eg fekk eitt
mál, men teir bjargaðu á
strikuni, eftir at eg hevði
roynt við høvdinum
ímóti málinum, sigur
Todi Jónsson.
Týskvøldið skal FCK
spæla Super Cup ímóti
AaB. Tann
dysturin
verður spældur í Park-
ini. Um eina viku verður
fyrsta umfarið í super-
liguni á skránni.
Julian aftur á blettinum
At hann økti til 4-2
kann fara at vísa seg
avgerandi fyri, um ÍA
fer at megna at halda
fram í europeisku
kappingini
ÚTISETI Í EUROPA
CUP
Jóannes Hansen
Hóskvøldið
var
Julian
Johnsson einasti føroy-
ingurin, ið fór av vøllinum
sum sigursharri. Á Akra-
nesi høvdu teir í fyrsta
undanumfarinum í UEFA
Cup kappingini vitjan av
FC TVMK Tallin.Úrslitið
var 4-2 til heimaliðið, eftir
at ÍA í hálvleikinum hevði
verið frammanfyri 2-0.
Í 2. hálvleiki stóð eina
løtu einki til. Estlendingar-
nir minkaðu beinanvegin í
2. hálvleiki um munin til 2-
1, og tá ið seinna umfarið
var fimm minuttir gamalt,
varð Stefan Þórðarson víst-
ur av vøllinum, og síðani
vóru
skagamenn
bara
tíggju ímóti ellivu. Reyða
kortið fekk ÍA maðurin, tí
hann hevði rent ælbogan í
andlitið á mótstøðumanni.
Tíbetur fyri ÍA, so gingu
tað bara tríggir minuttir,
áðrenn teir aftur vóru
frammanfyri við tveimum
málum.
Estlendingarnir megnaðu
at gera sær dælt av,at teir
vóru ein fleiri á vøllinum.
Teir minkaðu um munin til
3-2, tá ið eitt korter var
farið av 2. hálvleiki. Henda
støðan helt sær, inntil van-
liga leiktíðin var farin. Har-
við tótkist tað sum um est-
lendska felagið skuldi hava
rættuliga góða útgangs-
støðu undan heimadystin-
um. Men í tíðini, sum dóm-
arin hevði lagt afturat,
eydnaðist tað Juliani Johns-
son at økja um ÍA leiðsluna
til 4-2.
At ÍA vann við tveimum
málum hevur við sær, at
teir fara at halda fram í
kappingini, hóast teir tapa
við einum máli á útivølli í
estlendska høvuðsstaðnum
Tallin.
Tað er ikki so langt síð-
ani, at Julian Johnsson fyri
fyrstu ferð skoraði fyri ÍA í
landskappingardysti. Tá ið
ÍA í síðsta landskappingar-
dystinum vann 1-0, varð
málið skorað upp á brots-
spark tveir minuttir undan
dystarenda. Brotssparkið
varð dømt, eftir at Julian
Johnsson við høvdinum
hevði roynt ímóti málinum.
Í somu kapping var FH
av Hafnafirði á útivølli í
Cardiff í Wales ímóti
Haverfordwest. Alt bendir
á, at tað skal eydnast FH at
halda fram í kappingini,
eftir at liðið hava spælt í
Íslandi á Ólavsøku. FH
vann 1-0 í Wales. Einasta
málið skoraði vandamikli
danski álopsspælarin Allan
Borgvardt, tá ið eitt korter
var eftir.
B68 liðformaðurin
heldur, at avrikið
hesa ferð kundi bent
á, at vánir eru fyri
størri úrtøku enn
higartil í landskapp-
ingini
B68 Í UEFA CUP
Jóannes Hansen
Støðutalvan í 1. deild boðar
frá, at toftamenn hava nógv
at hugsa um, nú tá ið tað
nærkast seinnu helvt.
Avrikið hóskvøldið kundi
bent á, at tað kanska fer at
liggja betri fyri, enn tað
higartil hevur gjørt. Her-
bert í Lon Jacobsen, sum í
fitta løtu tíðliga í 1. hálv-
leiki lá skaddur uttanfyri,
var stinnur í miðverjuni, og
í onkrum glottum sást, at
tað kanska fer at fáast nytta
burturúr bulgaranum Stani-
slav Stankov, sum var á
miðvøllinum.
Mest spennandi tykist
vera, hvussu tað fer at
hilnast hjá brasilska álops-
manninum Casthillio And-
ersson. At hann er komin á
liðið, heldur liðformaðurin,
Øssur Hansen, hava stóran
týdning:
– Hann tykist megna
nógv sjálvur. Trupulleikin
hjá okkum hevur ofta verið,
at tað hevur ikki altíð ging-
ið so væl at varðveita bólt-
in, tá ið vit hava roynt fram-
eftir. Andersson megnar
væl at dekka bóltin og bíða,
inntil liðfelagarnir koma
framvið. Tað hevur stóran
týdning, heldur Øssur Han-
sen, sum var ein tann eyð-
sýndasti hóskvøldið.
Ólavsøkudag skal B68
spæla í UEFA Cup á úti-
vølli. Síðani verður farið
undir aftur landskapping-
ina, og tá skal B68 royna at
fáa ágóða burturúr roynd-
unum í UEFA Cup, har lut-
tøkan hesa ferð heilt víst
verður liðug á Ólavsøku.
Spælararnir stuðla
Morten Olsen
Spælararnir á danska fótbóltlandsliðnum heita nú á
Morten Olsen um at halda fram sum venjari hjá liðnum.
Seinastu dagarnar hevur Morten Olsen verið eitt heitt
navn til starvið sum týskur landsliðsvenjari, men donsku
spælararnir vóna, at venjarin fer at halda sín sáttmála við
danska fótbóltssambandið, sum varðar í tvey ár afturat.
– Eg dugi illa at ímynda sær, at DBU kann finna ein
venjara, sum er betur egnaður til arbeðið, sigur Niclas
Jensen við Ritzau.
Tann besti uttan felag
Theodoros Zagorakis, sum UEFA valdi til besta spælaran
í EM-kappingini í Portugal, hevur einki felag at splæa fyri.
Mikludagin fekk hann frítt at fara úr felagnum AEK
Athen, sum hevur stórar fíggjarligar trupulleikar.
Zagorakis hevur spælt í fýra ár við felagnum, men nú skal
hann finna sær nýtt felag at spæla fyri. Tað verður neyvan
nakar trupulleiki hjá tí 33 ára gamla liðformanninum á
grikska landsliðnum.
Sær ikki so svart út
Øssur Hansen heldur, at
Casthillio Andersson kann
fáa stóran týdning fyri B68 í
seinnu kappingarhálvu
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
20
Nr. 135 • leygardagur • 17. juli 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Danskir fótbólts-
garpar á floti
s. 8
ÁRSTÍÐIRNAR
Jústinus Leivsson Eidesgaard
Eitt hálvt ár er millum hesar
myndirnar, og longsta dag á
árinum hoyrdi eg mann siga so
uppgevandi, ja nú styttast
dagarnir aftur. Rætt er at
dagarnir styttast, men dekan og
dapurskygd er longu nú at stúra
fyri styttri døgum í fyrru helvt av
juli, meðan grør um gangandi fót
og náttúrar angar í fullum blóma.
Eitt hálvt ár er millum hesar
myndirnar, og tær vísa hvussu
sólin ferðast eftir himmalinum.
Fáar staðir í landinum fær tú
betri eygleitt sólina enn á
Hellunum, her eg nú arbeiði.
Oyndfjarðarfjall sýnir alt árið
hvar sólin er stødd á
himmalinum, um tú hevur lagt
teg eftir at leggja til merkis, og
um tú dugir at skyna á við heilt
vanligari fornuft.
Styttstadag kom sólin sum ein
kíli oman í bygdin, og hitaði bert
tvey hús, tey á Marknagili og tey
í Garðshorni. Nú um summarið
er alt fjallið og øll bygdin fevnd
av sólarinnar heita kossi, tá
hendan sleppir framat.
Og hví so vísa eina náttarmynd
av Oyndfjarðarfjalli nakað eftir
Jóansøku fyri at sýna hvussu
sólin ferðast eftir himinum. Jú,
nú er sólin komin á mál á síni
ferð norður eftir, og er á ferð
suður eftir aftur. Og tá hon er
norðast longsta dag ella dagarnar
21,22 og 23 juni, tá rísir hon í
ein landnyrðing og setir
útnyrðing. Undan jólum styttsta
dag rísir hon í ein landsyning og
setir í ein útsynning. Tí gevur tað
meining at sýna Oyndfjarðarfjall
á náttartíð nakað eftir jóansøku.
Vit síggja hvussu allur himmalin
er upplýstur norðanfyri av sólini,
sum ber er eina lítla løtu undir
havsbrúnni og tað er ljósið frá
æviga degnum norðarfyri í
londunum og havinum
norðanfyri pólkringin, sum vit
síggja á himmalinum norðanfyri
Oyndfjarðarfjall.
Hyggur tú eftir myndini, so
hevur tú landnyrðingin har sólin
rísur hesa tíðina høgru megin og
útnyrðing har sólin setir
vinstrumegin og fjallið er hesa
tíðina á degnum bikasvart, sætt
av Hellunum. Tú sær eisini at
myndin er tikin nakað eftir
sólsetur.
Ein mynd tikin á nátt undan
jólum styttsta dag við
Oyndfjarðarfjalli í baksýni vildi
sýnt ein svartan himmal, veikt
upplýstan av stjørnum ella
mánalýsi og tá er myrkt allan
dagin, longur tú kemur norður á
knøttin, og onki annað lýsir fyri
tær enn norðlýsið, ið dregur tjøld
eftir himmalinum og mánin
sjálvsagt eisini. Og var klárt, so
hevði tú hómað Norðstjørnuna,
ella Polaris, beint yvir tí lægsta
upp í á fjalli, sum við kalla uppi
á Lágni. Og hálar tú
Norðstjørnuna vinkulrætt niður á
fjallið, so fær tú beinan norðan.
Men tað er ein onnur søga og
hon liggur eitt sindur longur
frammi í tíðini.
Dagarnir styttast alsamt, og tað
fara teir at gera heilt fram í
jólavikuna. Dagurin er longu
styttur við umleið einum tíma og
20 minuttum og á Ólavsøku er
fríggingarmyrkt. Men tað velst
sjálvandi um hvussu skjótur tú
er. Á Ólavsøku er skýming í 79
minuttir og so má lýsingin taka
tað sama og so eru fýra og ein
hálvur tímir til myrkursins leikir.
Á Ólavsøku er dagurin er styttur
við tveimum tímum og einum
minutti.
Nú styttast dagarnir aftur
Í føroyska landslagnum kann tú eygleiða hvussu sólin ferðast eftir himmalinum. Í Føroyum gevur hetta serliga meining, tí tað eru nógvir dagar
hvar sólin slett ikki sær, og tá hon so dagar fram aftur, so ber til at síggja hvussu langt hon er rokkin eftir skuggunum í landlagnum.
Myndir. Jústinus Leivsson Eidesgaard
21