leygardagur 17. juli 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
TÓNLEIKAVITJAN
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Summarfestivalur verður í
Klaksvík í august. Eitt av út-
lendsku nøvnunum, sum skal
leggja lunnar undir nýggja
tiltakið, er Hans Inge Fagervik.
Hann hevur vitjað 3 ferðir áður í
Føroyum og hesaferð verður
ymiskt á skránni.
– Tað verður blandað tilfar,
bæði nýtt og gamalt, sigur Hans
Inge Fagervik, sum fryntligur
tekur telefonina, tá vit ringja
seint hóskvøld.
– Eg havi ein dugnaligan tón-
leikara við, sum spælir saxofon
og annað. Men so skal eg eisini
leika saman við føroyskum
tónleikarum, sigur Hans Inge.
Tá hann verður biðin um at
lýsa seg sum tónleikara og orða-
og tónasmið, so sigur Hans Inge,
at hann roynur at liva í tíðini.
– Annars er talan um sam-
felagsrevsandi tekstir, tekstir um
næstrakærleika, ja, "det nære og
kjære", sum Hans Inge tekur til,
og hann leggur afturat, at hann
nokk verður roknaður sum ein
fjøltáttaður orðasmiður.
Sonn søga
Eg havi verið á leiðini við sangi
og tónleiki í 32 ár, havi útgivið
eini 25 fløgur, og mong góð
upplivilsi havi eg fingið og eri
sloppin at vitja sera nógv lond,
sigur Hans Inge Fagervik.
Kendasti sangurin hjá Hans
Inge á okkara leiðum er Marita.
Á føroyksum Maria. Einar Olsen
føroyskaði og Kim Hansen
framførdi meistarliga á yngri
árum.
Og søgan er sonn.
Tað var ein genta, ið eg kendi,
ið var so sera dugnalig og hon
hevði hópin av gávum. Men 19
ára gomul doyði hon av ovur-
nýtslu av rúsevnum. Tá í tíðini
visti eingin rættilig, hvat hasj
kundi leiða til. Men tíverri er
sangurin Marita meira viðkom-
andi í dag, enn nakrantíð,
ásannar Hans Inge.
Rock mot rus
Hans Inge Fagervik er á mong-
um økjum framman fyri sína tíð.
Dømini eru mong um, at hann
tekur upp ymiskt í sangum
sínum, og nøkur ár seinni eru
hetta evni, ið seta dagsskránna
kring heimin. Tá hann sang um
rúsevni, vóru hesi enn ikki
komin á samfelagsbreddan sum
vandamál.
Í nøkur ár hevur Hans Inge
havt eina verkætlan, ið nevnist
"Rock mot rus". Hann ferðast út
á skúlar og har ungdómur annars
hittist. Talan er um fyribyrgjandi
konsertir og hann hevur vitjað á
skúlum í Noreg, men eisini í
øðrum londum, t.d. í Danmark.
– Konsertirnar eru ikki bara
fyribyrgjandi, men innihalda
eisini ein positivitet og eini boð
um gleðina við at liva og tað er
umráðandi at duga at liva og at
finna gleðina við lívinum, sigur
Hans Inge Fagervik.
Ein genta græt
Og upplivingarnar eru mangar á
hesum ferðum, har spælt verður
fyri ungdómi á Rock mot rus
konsertum.
– Fyri stuttum hevði eg kon-
sert fyri 500 næmingum og eg
legði til merkis eina gentu, ið
táraði. Vit hugdu hvør í eyguni á
øðrum og hon hugdi beint í eygu
míni, meðan eg sang. Tá konsert-
in var liðug, fór eg yvir til henn-
ara fyri at tosa við hana. Eg
spurdi, um hon hevði brúk fyri at
tosa við onkran og spurdi, um
hon fekk hjálp. Jú, hon fekk ta
hjálp, ið hon skuldi hava. Men
støðan var tann, at mamma
hennara var deyð av ovurnýtslu
av rúsevnum eina viku innan
konsertina, greiðir Hans Inge
Fagervik frá.
Grøni liturin hugtakandi
Hans Inge Fagervik er glaður
fyri, at sangurin Marita er
umsettur til føroyskt og var eisini
bilsin, tá hann hoyrdi hetta.
– Eg visti ikki tá, at føroyingar
lurta eftir norskum útvarpi og at
føroyingar duga so væl norskt,
men vit vilja jú eisini so fegin
halda, at tit hoyra til okkara,
skemtar Hans Inge.
Hann gleðir seg at koma til
Føroya, tí fólk hava tikið so væl
ímóti honum á ferðunum í
Føroyum.
– Tað sum eg serliga havi lagt
til merkis, er grøni liturin, sum
er allastaðni. Hetta er sermerkt
og hugtakandi. Eisini havi eg
sæð nógvar listaframsýningar og
føroysk list er hugtakandi og sera
sterk og hon fer beint í hjartað,
sigur Hans Inge Fagervik, sum
áður hevur spælt í Klaksvík og
sum í auguast aftur stendur á
palli í Klaksvík á Summarfesti-
valinum har.
(Av heimasíðu tónaskaldsins)
2
Sosialurin Nr. 135 - 17. juli 2004
– Grøni liturin er hugtakandi
Tá norski sangarin og sangskrivarin Hans Inge Fagervik kemur til Føroyra at
luttaka á Summarfestivalinum í Klaksvík, so er hetta fjórða ferð hansara í
Føroyum. Søgan um Hans Inge er søgan um roynda mannin við rødd og ljóðføri,
sum í 32 ár hevur ferðast í Noreg og í ymsum londum. Men tað er eisini søgan um
ein dugnaligan orða- og tóna-smið, hvørs virksemi tó er merkt av, at hann við lív
og sál berjist ímóti rúsevnismisnýtslu og ofta er hann at finna á gøtum og støðum,
har fólk á lívsins skugga-síðu halda til. Her heima kenna vit best lagið "Farvæl
Maria", ið snýr seg um eina syrgiliga rúsevnis-lagnu, og søgan er sonn
Oslo: PMM. Lars Overhalden)
Da en Osloavis skulle presentere Hans-Inge Fagervik
for sine lesere forleden, begynte de med følgende
setning: Dypest sett finnes det to typer artister;
Døgnfluene og Hans-Inge Fagervik typene....
Hans lune humor, sterke tekster, og ærlighet i forhold
til sine egne problemer, gjør at mange av oss kjenner
oss igjen. Kanskje er det det som gjør at han har fulle
hus der han kommer, selv etter 25 år.
ENGASJEMENT
Engasjentet er vel noe av det som kjennetegner
Fagervik. Ikke bare har han gitt inntekten fra to av sine
CDer til hjelpeorganisasjoner, men har han konsert i
byen du bor i, kan det meget godt hende at du treffer
han etter konserten på en av byens varmestue, i prat
med de som er mest slitne av at liv i rus. eller på gata i
samtale med ungdom i faresonen. Det er kanskje derfor
"Natteravnene" har valgt ham som den artisten de har
brukt til å profilere sun sak på bl.a TV2.
"Jeg har selv opplevd at livet har gått fullstendig
overstyr uten at noen stilte opp, og i den prioden var
det folk som fikk det vondt pga. meg. Etter at jeg
klarte å komme meg på føttene igjen, har jeg brukt noe
av tia mi til å forsøke å gjøre det godt igjen. Kan jeg
bruke det at jeg selv har "tryna", til å hjelpe andre gjør
je gjerne det", sier han selv om hvorfor du finner han
blandt andre natteravner på fritida.
Forresten dette med fritia er vel ikke helt sant. I 15 år
har han på eget initiativ drevet et forebyggende
konsertprogram under tittelen: Rock Mot Rus. en
kåserikonsert som kommuniserer på en sånn måte at
den unge forsamlingen som han ofte kjører for, ikke
slipper blikket hans på to skoletimer! For dette har han
også mottat priser.
I FORKANT
Marita-sangen skrev Hans-Inge før så mange andre var
opptatt med narkotikaproblemet. Han var dermed den
første her i landet som brukte musikk i forebyggende
arbeid.
Om Nelson Mandelas frigivelse skrev han seks år før
Nelson Mandela ble løslatt, på en sånn måte at det ble
lagt merke til i Sør-Afrika!
Og minesaken fikk sin sang "Min verden" 10 år før
Nobel Fredspris satte den på dagsordenen.
Det finnes mange eksempler på at denne mannen
ikke dilter etter, men ofte formulerer sine tanker før
andre har satt dem på dagsordenen.
Tittelsangen på hans siste CD "Innerst inne" tar opp
volden i samfunnet.
(Av heimasíðu tónaskaldsins)
Sagt og skrivað:
Diskografi
1. Hans Inge (-75) Ansgard Gramofon A/S
2.To brødre (-77) Ansgard Gramofon A/S
3. Festen er alt i gang (-81) Storm Production
4. Hei her e æ (-82) Storm Production
5. Ikke redd for regnet (-84) Storm Production
6.Ta vare på drømmen din (-85) Storm
Production
7. På sitt beste (-86) Storm Production
8. Min verden (-87) God musikk
9. Painted pictures (-89) MOR
10.Tusen grunner til å leve (-93) Kommunikè
11. Marita og 19 klassiskere (-94) Master Music
12. En dråpe i havet (-95) Kommunikè
13. LUX (-97) Kommunikè
14. Mine første sanger (-98) Prima
15. Innerst inne (98/99) kommunikè
(av heimasíðu tónaskaldsins, men listin er ikki dagførdur)
Sosialurin Nr. 135 - 17. juli 2004
7
C
M
Y
K
23
22