leygardagur 17. juli 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Sosialurin Nr. 135 - 17. juli 2004
DAGBÓK AV LO-
SKÚLANUM Í HELSINGØR
Ragnhild Olsen
Vit tóku ímóti teimum á flog-
vøllinum. Tey vóru sera troytt
eftir ferðina og gleddu seg tískil
at koma á LO-skúlan. Júst, sum
fyri okkum, tá vit komu til
Filipsoyggjarnar, var alt her sera
annaleiðis fyri tey. Eftir at hava
brúkt eini 8 tímar á flogvøllinum
í Manila, áðrenn alt var í lagi,
nýttist teimum bert eina løtu í
Kastrup, til tey høvdu fingið
viðførið og leiðin gekk til
Helsingør. Tá vit fóru niður til
tokið, vóru tey sera bilsin av at
síggja, at alt var sera friðarligt og
at teimum ikki nýttist at troðka,
og at tokið enntá næstan var
ljóðleyst. Men størsti munurin
var kuldin. Tey flestu høvdu aldri
upplivað at verið so køld fyrr, og
harumframt vóru tey enn í
stuttum buksum og sandalum.
Fleiri av teimum høvdu so gott
sum ongi heit klæði og ongar
ordiligar skógvar. Tað fyrsta vit
gjørdu, tá vit komu á skúlan, var
at finna øll klæði, vit kundu vera
fyri uttan, fram at læna teimum,
og hetta vóru tey sera takksom
fyri.
Vit høvdu fyrireikað uppihald-
ið hjá teimum sera væl. Hetta var
ein liður í okkara VPG-skeiði.
VPG stendur fyri voksen peda-
gogisk grundkursus, og hetta var
ein sera góður háttur at royna at
undirvísa og leggja til rættis. Vit
vóru býtt í bólkar, og hvør
bólkur hevði fingið síni evni at
lýsa. Vit høvdu avgjørt, at tað
sum kom at fylla mest skuldi
vera vælferðarsamfelagið og
demokrati. Nógv spennandi
tiltøk vóru á skránni komandi 14
dagarnar.
Ráðstevna um demokrati
Vit høvdu fyrireikað eina ráð-
stevnu, har evnið var demokrati.
Ráðstevnan var almenn, og m.a.
vóru donsk ungfólk, sum høvdu
áhuga fyri politikki og fleiri frá
Internationala háskúlanum í
Helsingør komin at vera saman
við okkum hendan dagin. Ráð-
stevnan eydnaðist sera væl.
Georg Metz, sum er kendur
journalistur í Danmark, var og
segði sína hugsan um, hvønn
leiklut fjølmiðlar eiga í einum
demokratiskum samfelag. Tá vit
vóru á Filipsoyggjunum, vóru vit
og vitjaðu á einari almennari
sjónvarpsrás, og har søgdu tey
okkum, at tey ikki høvdu loyvi
til at vera kritisk yvirfyri
stjórnini og politikkinum, sum
verður førdur. Georg Metz segði
m.a. at talu - og skrivifrælsi var
ein av grundarsteinunum undir
einum demokratiskum samfelag,
og at fjølmiðlar altíð eiga at vera
kritiskir og objektivir. Her var
heilt avgjørt ein stórur munur á
journalistisku mentanini í báðum
londunum.
Eisini var kjak um ES. Hetta
var ikki so langt áðrenn valið til
Evropa-parlamentið, og tað var
kanska eitt sindur óheppið, tí
kjakið var í ov stóran mun merkt
av, hvat fólk ætlaðu sær at velja,
og ikki, sum vit høvdu ætlað,
hvat ES merkir fyri Evropa og
restina av heiminum. Vit komu
tó inn á evni sum t.d. menningar-
hjálp og stuðul til landbúnaðin,
og her fingu vit eitt gott kjak.
Eisini vóru umboð frá Am-
nesty International í Danmark og
søgdu frá teirra arbeiði. Ed Dela
Torres, sum er leiðari av
Education for life, hevur sitið
fongslaður í 13 ár, tí hann varð
mettur at vera vandamikil fyri
So ymisk og tó …
Filippinskir dagar í Helsingør
Eftir eitt sera spennandi og læruríkt uppihald á Filipsoyggjunum, og ikki
minst eftir at hava upplivað blíðskapin har, høvdu vit nógv at liva upp til, nú
okkara filippinsku vinir komu til Danmarkar á vitjan.
Vit høvdu tað sera stuttligt saman og nógv vinarbond vórðu knýtt tvørtur um heimspartarnar
Sosialurin Nr. 135 - 17. juli 2004
5
Marcos-stýrið. Hann segði eisini
sína søgu. Tað var ógvuliga
rørandi at hoyra hann siga frá.
Tað var eisini ein sera løgin
kensla, at heimurin, við øllum
sínum órættvísi, knappliga var so
nær. Hetta eru vit ikki von við.
Vit í Norðanlondum kunnu gott
bara liva í okkara egnu lítlu
dreymaverð, og als ikki taka
støðu til hvat er rætt ella skeivt,
um okkum lystir. Men hava vit
øll ikki ábyrgd fyri hvørjum
øðrum? Er tað ikki okkara
skylda sum heimsborgarar at
hjálpa teimum, sum eru illa
stødd? Eg haldi at hetta var ein
ógvuliga læruríkur dagur fyri
okkum øll sum vóru á ráðstevn-
uni.
Á vitjan í Fólkatinginum
Í síðstu viku varð úrslitið av for-
setavalinum á Filipsoyggjunum
endiliga kunngjørt. Valið var 10.
mai, so ikki kann sigast annað
enn at tað hevur tikið langa tíð at
telja atkvøðurnar. Úrslitið kom
tó ikki óvart á nakran av okkum,
ella nakran av filippinunum. Tey
roknaðu við, at tað var líkamikið
hvør fekk mest atkvøður, tí
Gloria Macapagal Arroyo skuldi
nokk verða forseti óansæð. Hon
sigst verða stuðlað av filippinsku
mafiuni. Og Gloria Macapagal
varð eisini filippinskur forseti.
Ivi er sáddur um, hvørt snýtt
hevur verið við uppteljingini ella
ikki...
Vit tosaðu nógv um munin á
donsku og filippinsku stjórnini.
Tey hildu danska Fólkatingið
vera sera áhugavert. Í Danmark
hevur veljarin nógv størri
ávirkan á politikkin sum verður
førdur, og hevur harumframt
møguleika at fylgja við, hvat
hendir í Fólkatinginum.
Tann eina dagin vóru vit í
Keypmannahavn. Tá vit skuldu
vísa teimum býin, hildu vit at ein
sera týdningarmikil partur var at
vitja Fólkatingið. Tey hildu tað
vera sera flott og áhugavert, men
hetta kom eisini at vera ein sera
stuttlig vitjan. Tá vit vóru komin
útum aftur, kom ongin minni enn
Mogens Lykketoft at heilsa uppá
okkum. Hann var sera áhugaður í
okkara verkætlan, so vit fingu
eitt hugnaligt prát og sluppu
eisini at taka myndir. Tey hildu
tað vera eina stóra uppliving, at
hann kom yvir at práta við
okkum, men tá tey sóu at hann
fór súkklandi avstað aftur, uttan
nakrar vaktir, gjørdust tey sera
bilsin...
Vitjaðu kasernu
Á Filipsoyggjunum er tað
gerandiskostur at síggja vápn-
aðar hermenn. Hvar tú vendir tær
sært tú hermenn standa og ansa
eftir. Tú fært eina kenslu av, at
teir ikki eru har fyri at verja teg,
men heldur at ansa eftir, at tú
ikki gert nakað, sum kann upp-
fatast sum uppreistur móti
stjórnini. Um tú ætlaði tær á
studentaskúla undir Marcos-
stýrinum, varð tað ein treyt at
bæði gentur og dreingir høvdu
lokið eina hernaðarútbúgving.
Flestu filippinar minnast hetta
sum eina ringa tíð. Einstaki
borgarin hevði onki frælsi, fleiri
túsund fólk, sum vóru atfinn-
ingarsom mótvegis stjórnini,
vórðu fongslað og uppaftur fleiri
túsund hvurvu og komu aldrin
aftur.
Tey vóru tí sera áhugað at
hoyra um donsku skipanina við
hernaðarskyldu, hvussu hon
virkar og hvat fólk halda um
hana. Vit fóru tí at vitja eina
kasernu beint uttanfyri Birkerød.
Hendan kasernan hevur m.a.
ábyrgdina av kongaligu vaktar-
monnunum (gardunum). Tey
vóru sera bilsin av at síggja
hvussu góðar umstøður donsku
hermenninir hava. Nógvir av
donsku hermonnunum, sum í
løtuni eru staddir í Irak, koma
frá hesari kasernuni, og hetta
merkti eisini kjakið hendan
dagin. Sjálvt um vit koma frá
ymsum heimspartum og hava
sera ymiskar liviumstøður, so eru
vit rættiliga samd, tá vit tosa um
kríggið í Irak, leiklutin hjá
donsku hermonnunum í Irak og
leiklutin hjá USA við George W.
Bush á odda.
Vælferðarsamfelagið
Nógvir spennandi fyrilestrar
vóru á skránni hesar tvær vikur-
nar tey vóru og vitjaðu. Væl-
ferðarsamfelagið varð eitt
gjøgnumgangandi evni, og fyri at
lýsa tað so væl sum gjørligt,
høvdu vit umboð frá ymiskum
samfelagsbólkum. Vit høvdu
lærarar á vitjan, sum søgdu frá
um donsku skúlaskipanina, og
stuðulsskipanina, og vit vóru
eisini og vitjaðu ein skúla. Eitt
sum eyðkennir vælferðarsam-
felagið er eisini, at vit hava fleiri
fakfeløg, og at áhugafeløg eru
fyri nærum øllum, so vit høvdu
eisini vitjan av umboðum frá
ymiskum fakfeløgum og áhuga-
feløgum, sum søgdu frá teirra
søgu og hvussu eitt slíkt felag
arbeiðir. Eisini høvdu vit vitjan
av einum pensjónisti, sum segði
frá um pensjónsskipanina í
Danmark.
Men vit vildu eisini vísa teim-
um at ein baksíða er við øllum.
Sjálvt um vit í nógvar mátar eru
betri stillaði enn tey, eru eisini
fleiri sum »ikki passa inn« í
vælferðarsamfelagið. Tey vóru
sera kløkk av at fáa at vita, at
nógv fólk, bæði ung og gomul,
føla seg einsamøll, at nógv
foreldur ikki nýta serliga nógva
tíð saman við børnum sínum, at
umleið helvtin av teimum sum
gifta seg í Danmark skiljast
o.s.fr. Eg haldi eisini sjálv at júst
hetta er ein sera týdningarmikil
partur av okkara verkætlan, at vit
ikki eru saman í ein mánaða fyri
at tey skulu fáa at vita, at alt í
Danmark er betri enn á Filips-
oyggjunum. Tað sum vit øll
kunnu læra nakað av er, at vit
skilja mentanina og virðini hjá
hvørjum øðrum, virða hvønn
annan sum einstaklingar og
samfelag, og at vit hava verið
saman um nakað, sum vit kunnu
byggja víðari á.
Eftirmeting
Eftir at vit hava verið saman í
ein mánaða, var tað sera ringt at
siga farvæl. Vit hava upplivað
nógv saman, hava lært nógv av
hvørjum øðrum og hava fingið
vinir fyri lívið. Eg haldi at vit
kunnu læra nógv av at vera sam-
an við fólki, sum veruliga hava
upplivað órættvísi. Vit hava lyndi
til bert at hugsa um okkum
sjálvi, og nógv sum okkara for-
fedrar og okkara eldru hava
kempað fyri, taka vit bara fyri
givið. Kanska vit í veruleikanum
kunnu læra meira av filippinun-
um, enn tey kunnu læra av
okkum...
Eg eri sera glað fyri mítt uppi-
hald á Vetrarskúlanum í Helsin-
gør. Eg haldi at tað hevur verið
sera áhugavert, læruríkt og
mennandi, og eg vil ráða øllum
til at fara á háskúla, um tey hava
hug til at royna okkurt annað. Eg
haldi at Vetrarskúlin hevur livað
upp til lýsingina, sum segði, at:
»Nu kommer verden til dig«. Eg
føli meg í hvussu er ógvuliga
hepnan at hava verið ein av
teimum 26 á Vetrarskúlanum
2004, sum fingu hendan møgu-
leikan at uppliva ein annan part
av heiminum, teirra mentan og
teirra stóra gestablídni.
At enda vil eg nýta høvið til at
takka teimum fakfeløgum, Javn-
aðarflokkinum, Sosialistiskum
Ungmannafelag og Sosialinum,
sum hava stuðlað mínum
uppihaldi á Vetrarskeiðnum á
LO-skúlanum í Helsingør.
Ein høvdingur og annar. Carling er høvdingur fyri Aeta-fólkinum og
Mogens Lykketoft er formaður í danska Javnaðarflokkinum
Pláss var eisini fyri at vera »vanligur« ferðamaður í Keypmannahavn
Síðsta felagsmyndin áðrenn filippinarnir fóru heimaftur. Ringt var at siga farvæl, men vit vóru glað fyri at hava
verið saman tann síðsta mánaðan
C
M
Y
K
25
24