leygardagur 17. juli 2004síða 14
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
at gera eina langa søgu stutta, so
er Haiti í dag ein samanvevjing
av Arawak Taino fólkinum - tí
nøkur rýmdu undan spaniólum
og goymdu seg í fjøllunum - og
innfluttum afrikanarum. Hetta
hevur gjørt, at Haiti hevur eina
serstaka fjølbroytta og spennandi
mentan. Tað verður ov langt at
greiða frá øllum her, men
básarnir á festivalinum vóru t.d.
ein tónleikapallur, har ymiskir
tónleikabólkar framførdu alla
tíðina, ein vodoo básur, har
vodoo dansur og sangur var
framførdur, ein básur við mati, ið
er serstakur fyri Haiti, ein við
tilvirkan av kaffi, ein við til-
virkan av rom úr sukurrótum,
træskerarar, metalskerarar og ein
heilur árabátur varð eisini bygdur
meðan festivalurin var. Mær
dámdi best tónleikapallin, tí tað
var so hugtakandi at sita og lurta,
sjálvt um tú ikki skilti eitt orð.
Haitiska málið í dag er eitt slag
av fronskum, men so ikki álíka-
væl. Vinur mín skilir ikki væl
franskt, men tá eg hoyri hann
tosa, so ljóðar tað sum franskt
fyri mær. Tey siga sjálvi, at tað
er brotið franskt, men eg haldi
hetta verða eina eitt sindur niður-
setandi lýsing. Tónleikurin var
alt frá andaligum tónleiki, til
"bongo-trummur" við villum
dansi.
Vodoo
Eisini dámdi mær sera væl
vodoo framførsluna, ið man jú
bara kennir frá óhugnaligum
amerikanskum filmum. Í veru-
leikanum er vodoo tann alment
viðurkenda religiónin á Haiti, ið
viðurkennir eina einvaldandi
lívskeldu ella Gud, um man vil.
Vodoo kemur úr Afrika og er ein
samanvevjing av nógvum ritual-
um og mentanarligum siðum og
kom til Haiti við áðurnevndu
trælum í 1500 talinum. Haitiansk
vodoo hevur nøkur ísløg av
katolicismu í sær, og sigast tað at
verða tvær møguligar frágreið-
ingar um hetta. Tann eina sigur,
at tað var tvungið, tí ein fronsk
lóg segði, at allir trælir á øllum
teirra oyggjum skuldu doypast,
so fyri at kunna útinna vodoo í
heila tikið, so máttu tey lata sum
um at tey tóku tað til sín, og hin
frágreiðingin er, at haitibúgvar
viðurkendu tey kristnu virðini,
og tóku tey til sín av fríum vilja.
Vodoo serfrøðingar eru ikki á
einum málið um hetta, og helst
er sera torført at finna eina
semju um málið, tí hvør kann
siga, júst hví ein siður byrjar og
hvørjar orsøkirnar vóru, eftir so
nógvum 100 árum?
Sjálv vodoo framførslan var
ein røð av songum og dansum,
við trummusláttri afturvið.
Framførðslan er til heiðurs fyri
Iwa, ið er eitt slag av millumliði
millum menniskju og andarnar.
Eitt umráðandi lið í vodoo er ein
yvirtøka, ið gongur báðar vegir.
Menniskjuni verða yvirtikin av
andunum, og somuleiðis uppgeva
menniskjuni sín fysiska kropp,
og verða til andar eina løtu. Tað
er í hesum løtum at Iwa kann
geva menniskjunum svar uppá
átroðkandi spurningar, og so-
leiðis loysir vodoo fólki ivamál á
lívsleiðini.
Í trummularminum í tí drep-
andi hitanum í teltinum hevði tað
verið ein lætti uppgeva sín
fysiska kropp ein løtu, men eg
varð tíverri verandi í mínum
hesu ferð.
Pandamani
Annars hendir altið ymiskt for-
vitnisligt runt um í býnum. Tá eg
kom, legði eg merki til, at ein
ørgrynna av panda-standmyndum
vóru settar upp ymsa staðni, og
eg byrjaði at taka myndir av
teimum. Eg fann seinni útav, at
tær tilsamans eru ein útstilling,
ið DC Commission on the Arts
and Humanities skipar fyri. 150
ymisk listafólk, bæði her fra
Washington men eisini altjóða
kend nøvn, hava havt fríar hendir
at mála og pynta panda’irnar.
Tann yngsta listakvinnan ið fekk
sítt hugskot góðtikið, var 13 ára
gamla Claire Kuang, ið brúkti
uml. 50 tímar um at mála sína
panda bjørn. Umleið 1.400 lista-
fólk úr londum sum Kina,
Brasilia, Frankarriki og Kolumb-
ia sendu síni hugskot inn til
dómararnar, sum so skuldu finna
150 burturúr rúgvuni, ið teimum
dámdu best. Síðani fingu
listafólkini eina hvíta standmynd,
eitt høli til at mála í, og 1.500
dollarar í samsýning.
Standmyndirnar eru síðan
settar upp runt um í býnum, har
tær eru at síggja inntil septemb-
er, tá tær verða seldar á uppboðs-
sølu. Peningurin fer til at stuðla
list og ungum listafólki. Júst hví
tað eru pandabjørnir hevur ikki
eydnast mær at finna útav, men
djóragarðurin í Washington
hevur tvær slíkar, ið tey fingu í
gávu frá Kina, og eftir 4 árum
hevur tað ikki eydnast at para
hesar, og fáa lítlar panda bjarna-
ungar. Tað er kanska meint sum
íblástur til tær báðar?
Sosialurin Nr. 135 - 17. juli 2004
5
4
Sosialurin Nr. 135 - 17. juli 2004
HÁTÍÐARHALD
Halla Nolsøe Poulsen
4. juli er sum kunnugt Indepen-
dence day ella frælsisdagur
amerikumanna. Hetta varð feiðra
á ymsan hátt kring landið. Í
Washington, har eg eri stødd i
hesum døgum, var alla tíðina
sera ivasamt hvussu fór at verða
við festligheitunum. Fyri tað
fyrsta vóru trygdartiltøkini sera
strong niðri á The Mall, ið er
stóra grasplenan har fýr-
verkarí’ið varð skotið av, og fyri
tað næsta so regnaði av grimd
allan dagin, heilt til uml. 5-6
tiðina seinnapartin, tá tað sleit í.
Regnmongdin var tann mesta a
hesum degi síðan 1882! Tað vísti
seg at The Mall var stikað inni,
og øll ið vildu inn á sjálva gras-
plenuna máttu lata seg og taskur
sínar kanna av løgregluni. Tá eg
kom oman har kl. 21 var ongin
møguleiki at koma inn, tað var
fult. Tíggjutúsundtals av fólki
var stúgva saman á grasinum, ið
eftir tað nógva regnið var eitt
stórt runudíki. Tað gjørdi tí ikki
tað stóra at eg ikki slap inn, man
kundi saktans síggja fýr-
verkarí’ið fra gøtunum rundan-
um, ið allar eisini vóru fullar av
fólki. Tað var sum at fara til
kappróður á ólavsøku, øll gingu
fyrst omaneftir, og so tá tað heila
var av, niðan aftur. Fýrverkarí’ið
var heilt ótruliga flott. Eg las
onkustaðni, at uml. 15.000
rakettir vóru skotnar av, og hesar
eru allar av størsta "Tivoli"-slag.
Ein skrúðgonga ið skuldi verða
fyrr um dagin var avlýst vegna
veður, men ein uttandura konsert
varð hildin sum ætla.
Nýggja Freedom Tower
Í New York var 4. juli merktur
av, at fyrsti hornasteinurin til tað
nýggja Freedom Tower varð
lagdur, á staðnum har World
Trade Center fyrr lá. Tann 20
tons tungi granitsteinurin
markerar byrjanina av byggingini
av einum skyskrabara, ið skal
koma í staðin fyri the Twin
Towers. Bygningurin, ið verður
1776 føtur (sama tal sum árið
1776, tá USA undirskrivaði
frælsisyvirlýsing sína) ella 540
metrar høgur verður bygdur av
glasi og stáli, og skal hava eitt
torn, ið líkist fakkulinum hjá
friðargudinnuni. Friðartornið
verður væntandi liðugt í 2009,
og verður tá heimsins hægsti
bygningur.
Fólkalívsfestivalur
Í 10 dagar undan 4. juli hevur
ein fólklívsfestivalur hildið til á
the Mall. Hvørt ár skipar the
Smithsonian Museum fyri hesum
festivali, ið hevur skiftandi tema,
ið tó altið er eitt land, ein statur i
USA og so eitt triðja, ið kann
verða skiftandi. Í ár var tað Haiti,
"Water Ways" og so latino
musikkur á skránni. Haiti var
valt, tí tað í ár eru júst 200 ár
síðan landið gjørdist sjálvstøð-
ugt, og haitibúgvar hava stríðst
fyri teirra frælsi nærmast síðan
tá.
"Water Ways" stendur fyri
einari skrá, ið er ein lýsing av
hvussu lívið framvið ameri-
kansku miðatlantarhavsstrondini
er merkt av havinum, hvussu
fólk liva við, av og á havinum.
Seks amerikanskir statir luttóku í
hesum parti av festivalinum.
Haiti
Eg helt sjálv, at tað var mest
áhugavert at hoyra um Haiti, tí
eg hevði stórt sæð ongan kunn-
leika um hetta litla fjalla- og
oyggjalandið frammanundan.
Tað stuttliga við hesum fólka-
lívsfestivali er, at tey veruliga
taka upprunafólkið inn úr tí
útvalda landinum, og seta tey í
ein bás, at vísa fram sítt lívsstarv.
So sita tey har í hesar 10 dagar-
nar, og av tí at tey sum oftast
ikki tosa enskt, so traðka limirnir
í tí lokala samfelagnum her í
Washington til, og bjóða seg
fram sum hjálparfolk og tolkar.
Festivalurin samarbeiðir sjálv-
andi við hesi allan vegin ígjøg-
num, og fyrireikingarnar til Haiti
partin av festivalinum í ár høvdu
tikið 7 ár. Nógvir haitibúgvar í
útlegd búgva í Washington, og eg
var so heppin at kenna ein, ið
kom við mær og greiddi frá tí
haitisku mentanini.
Upprunafólki á Haiti, tey vóru
kallað Arawak Taino, komu
norðanfrá, úr syðra partinum av
Norðuramerika í 14. øld. Hetta
var sama fólkaslag, ið eisini eru
búsitandi á Jamaica og Cuba. Tey
høvdu onki skriftmál, men hóast
hetta eru nógv av teirra orðum
varveitt enn í dag. Í 1492 kom
Columbus til Haiti, og var væl
móttikin av haitibúgvum. Tíverri
gekk stutt tíð, so høvdu spaniólar
gjørt haitibúgvar til trælir, og
noyddu teir at grava eftir gullið i
námunum. Tær høðru livium-
støðurnar hjá trælunum gjørdu,
at eftir uml. 50 árum undir
spaniólum vóru upprunafólkið
meir ella minni útrudda. Hetta
fekk so spaniólar til í 1502 at
innflyta trælir úr Afrika, og fyri
4. juli festligheitir í Washington DC
C
M
Y
K
27
26