Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-17, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. juli 2004síða 15

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 135 - 17. juli 2004 29 6 Sosialurin Nr. 135 - 17. juli 2004 ÚTFERð Sum so mangan áður, setti Birgir Enni kósina út á fjørðin. Sjálvt um norðanættin kendist køld hetta ljósa summarkvøld í juli og ósigurin á Kí enn var spill feskur, so var hýrurin sera góður umboð. Á veg út á fiskileið, bleiv kaffi bjóða og kenda fiskasúpanin hjá Birgir fór uppá kók. Zuma fyrsta toskin Komnir mitt út á fjørðin, bleiv bæði kastað við toskatráðu og snøri. Spenningurin var stórur um, hvør ið mundi fara at fáa tann fyrsta toskin. Leikararnir vóru sera spentir, og sjálvt um nógvir vóru kaldir um hendur- nar, og lukturin frá fiskasuppuni hjá Birgir Enni fylti donsku nas- arnar, so vildi eingin leggja útgerðina frá sær. Brádliga kom róp í – tráðan hjá Zuma vísti týðulig tekin uppá, at okkurt hevði bitið á. Nú fóru menn at renna aftur og fram og tá Zuma hevði hála ein vakran og stóran tosk inn um, var gleðin ovurstór. Menn fóru eisini at sam- ráðast um, hvat man skuldi gera við toskin. Skuldi hann frystast og takast heim við og etast sum nýggjárstoskur, ella skuldi man taka hann við á Hotel Føroyar og fáa hann tilgjørdan har? Meðan tað soleiðis verður tosa aftur og fram, kemur aftur róp í. Tráan hjá Santos er um at støkka í tvey, so nógv stendur á. Og tá veiðan kemur á borðið, vísir tað seg at verða ein heilt stórur toskur. Vóru menn hugagóðir áðrenn, so var ikki minni hugur nú. Og væl eydnaðist. Nú bleiv fiskað úti í eitt og mitt í Nóls- oyarfirði syftu hesir donsku garparnir ein smáfisk fyri og annan eftir innum. Vildu fiska meira Vertirnir høvdu gjørt avtalu við manningina á Norðlýsinum, at leggja at í Nólsoy fyri at vísa gestinum hesa hugnaliga bygd, men tað vildu FCK leikararnir ikki hoyra talan um. Teir vildu heldur fiska. So sjálvt um Norð- lýsið tá var komi heilt inn í báta- hylin í Nólsoy, so bleiv vent við aftur, og miðið bleiv aftur funnið. Uml. Kl. 21.00 bleiv kósin sett móti landi aftur, og menn fóru niðurundir at fáa sær fiskasuppu. Tað vóru ikki hissini av rósi súpanin hjá Birgiri fekk. Nógvir søgdu seg ikki hava smakkað so góðan mat fyrr og fleiri bóðu um uppskriftina. Eta fiskin sjálvir Eftir at Norðlýsið hevði lagt at bryggju og FCK-leikararnir høvdu takkað fyri túrin, fóru umboðini fyri Norðbil og Shell niðan á Hotel Føroyar við 15 smáfiskum, sum kokkurin á Hotel Føroyum lovaði at gera til manningina hjá FCK hóskvøldið. Samanumtikið, ein sera góður og hugnaligur túrur, sum við vissu ferð at standa í minninum á fótbóltspælararnum nógv ár framyvir. Smyril-Line og mann- ingin á Norðlýsinum eiga stóra tøkk uppiborna fyri at halda lív í einum so spennandi ferðamanna tilboði. Danskir fótbóltsgarpar á floti Týskvøldið í seinastu vikur klokkan 18 legði Norðlýsið frá bryggju í Havn, við allari manningini hjá FCK umborð. Tað vóru Norðbil og Shell, sum høvdu leiga Norðlýsið hetta kvøldið, og var endamálið við túrinum var at geva gestunum eina uppliving FCK leikararnir lótu sera væl at túrinum við Norðlýsinum, sum Shell og Norðbil skipaðu fyri Zuma fekk fyrsta toskin hetta kvøldið, og aftan á tað lá bara væl fyri hjá øllum leikarunum Her er Zuma avmyndaður saman við Niclas Hera Jákupsson frá Shell og Birgiri Dam frá Norðbil Læknaskrivari Á Røntgendeildini er fast fulltíðarstarv sum lækna- skrivari leyst at søkja til setan 1.september 2004 ella eftir avtalu. Røntgendeildin er ein deild í støðugari menning,har didital umlegging er byjrað. Umframt vanligar rønt- genkanningar verða eisini gjørdar mammografiir, ultraljóð-skanningar, CT-skanningar og MR-skann- ingar. Førleikakrøv: • útbúgving sum læknaskrivari • tænastusinni • dugir at raðfesta arveiðið, sum til tíðir er krevjandi • góð samstarvsevni • góður røkjuskapur • teldukunnleiki Setanartreytir: Løn og setanartreytir sambært sáttmálan millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið. Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til Jógvan D. Niclasen, leiðandi yvirlækna, telefon 304500, lokal 5511. Umsóknarfreistin er 2. august 2004 kl. 12.00. Skivligar umsóknir merkt »umsókn til starv« við CV, avriti av prógvum, viðmælum e.l. skulu sendast til Landssjúkrahúsið Starvsfólkadeildin 100 Tórshavn Landssjúkrahúsið Fo 100 Tórshavn Útbjóðing Vegagerð í Viðareiðis Kommunu Fyri Viðareiðis Kommunu verður arbeiðið at gera 150 m av vegi boðið út alment. Arbeiðið verður boðið út sum ein arbeiðstøka: Jørð-, regnvatns- og kloakkarbeiði Arbeiðið fevnir í stórum um at grava fyri, spreingja og gera 8,0 m breiðan veg og gongu- breyt, at leggja regnvatns- og kloakkleiðingar, harumframt at fyrireika vatnleiðing til nýggja út- stykking. Útbjóðingartilfarið fæst frá fríggjadegnum 23. juli við at gjalda kr. 3.000,- í veð á konto 4132607 í Norðoya Sparikassa í seinasta lagi mikudagin tann 21. juli og venda sær til Sp/f Fuglø Arkitektar við váttan um, at upphæddin er goldin. Lisitatiónin verður mikudagin 18. august í ár kl. 14.00 á skrivstovuni hjá Viðareiðis Kommunu. Boðini verða tá latin upp, og kunnu teir bjóðandi vera hjástaddir. F U G L Ø A R K I T E K T A R Gerðagøta 12, Postsmoga 1, FO-700 Klaksvík Tlf. 45 78 87 - Fax 45 78 97 fuglark@fuglark.fo Øll hava eina góð óða s a íðíðu - pop.fo hevur 100 hevur 100 C M Y K 29 28