Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-17, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. juli 2004síða 16

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 135 - 17. juli 2004 Nr. 135 - 17. juli 2004 31 Ein amerikonsk søga av tí rætta slagnum Ein valfundur við John Edwards er sum ein politiskur missi- ónsfundur. Maðurin, sum stendur á talara- stólinum, er ein, sum hevur álit á sær sjálv- um og á søk síni, og sum stríðist fyri at lyfta onnur upp úr teimum smáu korun- um, sum hann sjálvur kom úr VALSTRÍÐ Árni Joensen fartekst@mail.dk Aftan fyri tað stóra sjálv- tøkuborðið stóð ein svørt tænastugenta. Hennara upp- gáva var at syrgja fyri, at nóg mikið av vellingi, pylsum og øðrum var á borðinum. Hon arbeiddi dúgliga, men gjørdi lítið burtur úr sær. Hetta var ein sunnudag. Tey høvdu júst verið í kirkju í býnum Camden í statinum South Carolina, og senator- urin John Edwards var kom- in á vithan. Hann heilsaði monnunum við teirri so- nevndu Clinton-heilsanini - tók í høgru hond teirra og legði vinstra arm á vinstra arm teirra. Eins og Clinton tók hann varisliga um kvinnurnar. Ei undur í, at summar av kvinnunum kendu seg í sjeynda himli, eftir at hann hevði fevnt tær. Sutt frammanundan hevði tíðarritið People Magazine kosið Edwards til tann mest tekkiliga amerikanska polit- ikaran. John Edwards greiddi kirkjufólkinum frá sínum uppvøkstri í einum lítlum býi. Pápi hansara var ar- beiðsmaður og arbeiddi á einari klædnaverksmiðju sum so mangir aðrir menn í býnum. Tann ungi Edwards kundi farið somu leið sum pápin, tá hann var liðugur við skúlan. Hann kundi far- ið á klædnaverksmiðjuna, og so hevði hann arbeitt har enn. Men hann valdi at fáa sær eina útbúgving, og tað eydnaðist honum at gerast ein tann dugnaligasti sakfør- arin í øllum Suðurstatunum. Hann bleiv eisini ríkur. Hetta er ein ótrúlig søga, ein amerikonsk søga av tí rætta slagnum. Áhoyrarar- nir vilja fegnir hoyra hana, og teir elska mannin aftan fyri søguna. Tænastugentan við sjálv- tøkuborðið, sum man vera um miðjan aldur, roynir at lurta eftir honum, meðan hon fæst við at fylla tey tómu føtini. Tað sæst á andliti og kroppi hennara, at hon hevur havt eitt strævið lív. Hvat skal hon halda um ein politikara sum John Edwards, sum sambært sak- føraratíðarritinum North Carolina Lawyers Weekly eigur 38 milliónir dollarar? Er hetta ikki bara uppaftur ein av hesum ríku, hvítu monnunum? Svarið finna vit í ævi- søguni hjá senatorinum. Allir áhoyrararnir, tæn- astugentan og kirkjufólkið, vita, at lívsleiðin hjá John Edwards hevur ikki verið nakar dansur á rósum. Hann byrjar hvønn einasta valfund við sanginum "I was born in a small town" ("Eg varð føddur í einum lítlum býi") , men har verð- ur eisini sungið um stríð, sorg og sakn. Í barnaheiminum hjá senatorinum vóru bara trý rúm - ein køkur, ein stova og eitt kamar, og pápin og mannan máttu arbeiða í vaktum á klædnaverksmiðj- uni í Utica í South Caro- lina, so tey kundu gjalda húsaleiguna og læknarokn- ingarnar. Húsini leigaðu tey frá verksmiðjuni. Gløggur og dugnaligur Tá tann lítli John Edwards fór í skúla, varnaðust lærar- arnir skjótt, at hann var sera namur, og hann var skjótur at taka av, tá hann fekk til- boð um at nema sær eina útbúgving. Tað er sagt um hann, at hann var íðin sum fáur, og tá skúlafelagarnir í sekstiárunum lótu hárið veksa og fóru at roykja hasj og tað, ið verri var, gekk John Edwards sína egnu leið. Hann klipti sær javn- an, var høviskur og tók ikki lut í teimum nógvu mót- mælisgongunum, sum tey lesandi javnan skipaðu fyri. Hann var ein av teimum, sum fingu tey eldru í sekstiárunum at halda, at USA hóast alt hevði eina framtíð. Í lestrarárunum møtti hann gentuni, sum seinni gjørdist kona hans- ara, og tá hann var liðugur at lesa løgfrøði, fór hann til arbeiðis. Sum sakførari legði hann seg eftir málum, ið snúðu seg um endurgjald, og tað vóru serliga tey smáu og veiku, sum gjørdust við- skiftafólk hansara. Í 1985 gjørdist hann víða kendur, tá tað eydnaðist honum at vinna einum fyrrverandi alkoholikara 3,7 milliónir dollarar í endurgjaldi fyri skeiva viðgerð á einum sjúkrahúsi. Í nítiárunum legði hann seg eftir at virka sum sakførari hjá børnum, sum høvdu fingið heila- skaða, tá tey vórðu fødd. Í 1997 átók hann sær at vera sakførari hjá einari gentu, sum hevði fingið skaða í einum svimjihyli. Felagið, sum átti svimjihylin, beyð sær til at rinda gentuni 17 milliónir dollarar í endur- gjaldi. Men tað vildi Ed- wards ikki góðtaka, og tað endaði eisini við, at gentan fekk 25 milliónir dollarar. Tey, sum kenna John Edwards, siga, at hetta sakarmálið gevur eina góða mynd av persónsmenskuni hjá manninum. Hann hevur ótrúliga stórt álit á sær sjálvum, og hann veit, nær hann kann vinna eitt sakar- mál. Hann er heldur ikki bangin fyri at váða nógv, tí í síðsta enda lítir hann á, at nevningarnir ella veljarar- nir fara at geva honum rætt. Hetta er tann almenni parturin av ævisøguni hjá John Edwards. Men søgan hevur eisini er persónligan part. Sorgin Men kirkjufólkið og veljar- arnir vita eisini um ein annan part av ævisøguni hjá John Edwards - tann týdningarmesta partin, sum Edwards sjálvur ongantíð tosar um: Sonin Wade. Tann 16 ára gamli Wade líktist nógv pápanum, men ein dagin í apríl í 1996 doyði hann í einari ferðslu- vanlukku. Vanlukkan mundi tikið beinini undan húskin- um. John Edwards gjørdi av at lata sakføraraskrivstov- una aftur, og konan, sum eisini hevði arbeitt sum sak- førari, gavst eisini. Tað kendist, sum alt, sum tey høvdu virkað fyri, var farið til geundar. John Edwards kom til ta niðurstøðu, at lívið var annað enn arbeiðið og hansara egna familja. Hann gjørdist trúgvandi og fann sína støðu í tí politiska lívinum. Í 44 ár hevði hann als ongan áhuga havt fyri politikki, og hann hevði mangan sitið við hús, tá am- erikanararnir vóru á vali. Sonurin Wade hevði haraft- urímóti havt stóran áhuga fyri politikki, og hann hevði eisini skrivað eina stuttsøgu um politikk. John Edwards valdi at fara upp í politikk, og á senatsvalinum í 1998 eydn- aðist tað honum at fella ein republikanara, sum hevði sitið í Senatinum í mong ár. Edwards gjørdist ein lýs- andi stjørna í tí demo- kratiska flokkinum. Í 2000 umhugsaði Al Gore at fáa sær hann til varaforseta- evni, og í ár var hann ímill- um teirra, sum royndu at gerast forsetavalevni. Tað gjørdist hann ikki, men nú er hann varaforsetaevni hjá John Kerry. Eitt var eftir Valfundurin í Camden er liðugur. John Edwards fer yvir ímóti hurðini, og tíðindamenn og mynda- menn gera seg til reiðar at seta honum spurningar. Men eitt er eftir. – Haldið mær til góðar, sigur hann við kirkjufólkið og tíðindamenninar. So fer hann yvir ímóti sjálvtøku- borðinum, har tann svarta tænastugentan stendur og stákast. Hann nevnir hana við navni og fevnir hana uttan at geva sær far um tað dálkaða fyriklæðið. Hann brosar. Tað ger hon eisini. Tað er týðiligt, at hann fevnir ikki tænastugentuna fyri at geva myndamonn- unum eina góða mynd. Nei, hetta er tann veruligi John Edwards, maðurin hjá teimum smáu og veiku. Og hendan lýsingin gev- ur ta bestu frágreiðingina um, hví John Kerry valdi sær John Edwards til vara- forsetaevni. (Kelda: Berlingske Tidende) Amerikanarunum dámar væl at hoyra John Edwards greiða frá, at tað ber til at røkka stórum málum, sjálvt um ein veksur upp í smáum korum Til skrivstovu okkara sóknast vit eftir einum fyrikomandi,ágrýtnum og álítandi fólki at arbeiða 1/2 tíð (fyrrapart). Starvið umfatar í høvuðsheitum vanligt skrivara- arbeiði so sum umsiting av sølu-/keypsavtalum og øðrum avtalum, nakað av bókhaldi og annars fyrifallandi arbeiðsuppgávur frá leiðsluni. Tann, ið settur verður, má kunna arbeiða sjálv- støðugt, og tað er ein treyt, at viðkomandi hevur skrivstovu- ella líknandi útbúgving og hevur arbeiðsroyndir. Lønin verður ásett sambært avtalu. Skrivlig umsókn við prógvum og møguligum viðmælum verður at senda til P/f Poul Michelsen, Postrúm 200, FO-110 Tórshavn, í seinasta lagi 26. juli. Starvið verður sett skjótast gjørligt. Tørvar tær meira kunning um starvið, ber til at ringja til P/f Poul Michelsen á tlf 31 46 50 og tosa við Niels Juel Arge, fíggjarstjóra. Fyrispurningar og umsóknir verða viðgjørd í trúnaði. P/F Poul Michelsen Tvingsilssøla Fríggjadagin tann 27. august 2004 kl. 9.30 verður á dómaraskrivstovuni, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórs- havn, hildin tvingsilssøla yvir matr. nr. 390 c, Hvalba, (AS 2-10/2004). Talan er um bygning á leigugrund, egningar- skúrur og frystigoymsla í einari hædd, bygdur á havnarøkinum í Hvalba. Bygningurin 227 m2 til støddar,gjørdur av timbri og betong, taktur við stáli. Grundstykkið er til víddar 350 m2. Tvingsilssølan er umbið- in av Annfinn V. Han- sen, adv., Bryggjubakki 22, Tórshavn, tlf. 359595 (j.nr. 211801), sum kann geva nærri upplýsingar, eins og avtala kann gerast við um at síggja ognina. Søluuppgerð kann um- biðjast frá nevnda advo- kati ella hyggjast ígjøg- num á dómaraskrivstov- uni. Føroya Fútarættur, tann 14.juli 2004 C M Y K 31 30