Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-17, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. juli 2004síða 17

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 135 - 17. juli 2004 Nr. 135 - 17. juli 2004 33 SOSIALRÁÐGEVI á ALMANNASTOVUNI Søkt verður eftir 2 sosialráðgevum til Almannastovuna. Ein til økisdeildini í Eysturoy at arbeiða hálva tíð frá 1. september fyribils árið út. Um deildina. Á økisdeildini í Runavík eru 7 fólk. Arbeiðs- og ábyrgdarøkið hjá deildini er, at: • ráðgeva og vegleiða borgarum um rættindi og skyldur í sambandi við almannaspurningar • seta í verk fyriskipanir sambært almannalóggávuna • í serligum førum vísa til landsumfatandi eindirnar hjá Almannastovuni Tær sosialu fyriskipanirnar, ið økisdeildin serliga tekur sær av, eru • ymiskar fyriskipanir sambært forsorgarlógini • persónliga viðbót til pensiónistar sambært pensiónslógini • samsýning fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima • tilráðingar í smb. við umsóknir um fyritíðarpensiónir Økið hjá deildini er Eysturoy Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Egil G. Olsen, deildarleiðara á tlf. 474710. Ein til Arbeiðsmarknaðardeildina,Tórshavn, avloysarastarv. Søkt verður eftir einum sosialráðgeva til starv á Arbeiðsmarknaðardeildini at byrja 1. september 2004 ella sum skjótast.Talan er um avloysarastarv fyri fólk í barnsburðarfarloyvi. Um deildina. Á Arbeiðsmarknaðardeildini eru 8 fólk. Arbeiðs- og ábyrgdarøkið hjá deildini er, at: • geva almenna ráðgeving og vegleiðing um stuðulstiltøk innan almannaøkið • ráðgeva og vegleiða í samband við arbeiðsmarknaðin • viðgerð av fíggjarligum veitingum • gera virkisætlanir fyri at fáa fólk út á arbeiðsmarknaðin • gera tilráðingar viðvíkjandi fyritíðarpensión • uppfylging og tilráðing í dagpeningamálum tá talan er um varandi sjúku • tilráðing og uppfylging í endurbúgvingarmálum • tilráðing og uppfylging viðvíkjandi vardum størvum, arbeiðsroyndum o.l. Starvið inniber ferðing til økisdeildinar kring landið. Nærri fæst við at venda sær til Tórgerð Nielsen,stjórnarskrivstovan,tlf.35 35 10. Fyri bæði størvini er galdandi: Førleikakrøv • sosialráðgevaraútbúgving • góður kunnleiki til EDV á brúkarastøði • góður málburður í føroyskum, bæði munnliga og skrivliga • góð samstarvsevni Lønar- og setanarviðurskifti Setanar- og lønarviðurskifti eru sambært sáttmálan millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Umsóknarfreist Fyri bæði størvini er galdandi at umsóknarfreistin er 26. juli 2004. Umsóknir við avriti av prógvum o.ø.skulu sendast Almannastovuni,postsmoga 3096, Jónas Broncksgøta 27, FO-110 Tórshavn. ________________________________________________________________ Um Almannastovuna Fyri at betra um tænastustøðið hevur Almannastovan framt bygnaðarbroytingar, har fleiri tænastur eru lagdar út á økini,soleiðis at viðskiftafólk og stovnar fáa lættari atgongd til tænasturnar. Høvuðsuppgávan hjá Almannamiðstøðunum er at geva almenninginum ráð og vegleiðing um rættindi sambært almannalóggávuni eins og at taka avgerðir. Almannastovan hevur fakligu, fyrisitingarligu og fíggjarligu ábyrgdina av veitingum, fyriskipaðar eftir pensjón- dagpeninga- og forsorgarøkinum v.m. Stovnurin umsitur fyri umleið 800 mill.kr.og her arbeiða umleið 100 fólk. Almannastovan hevur almannamiðstøðir í Tórshavn, Suðuroy, Eysturoy og í Norðoyggjum, og harumframt fevnir stovnurin um Hjálpartólamiðstøðina og aðrar landsdekkandi serdeildir. www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo Til sølu 10 Tivolibásar til sølu um hóskandi boð fæst.Verður selt saman ella hvør sær. Kunnu síggjast á G! Festivalinum. Bygdafelagið Ternan á Viðareiði Tlf. 223558 ella 507765 Hús ynskjast til keyps Hús í Havn ynskjast til keyps. Húsini skulu helst vera í góðum standi. Ynskiligt er, at handilin fer fram skjótt. John Johannesen tlf. 219870 Bayliner 2755 til sølu um hóskandi boð fæst. Tlf. 218302 FFA. A.G R A R AVSTEINAR VSTEINAR Velbasta∂vegur 45 Box 336 110 Tórshavn Tlf. 320370 Fax. 321470 Far. 214270 Opi∂: mánadag - fríggjadag 900-1700 annars sambært avtalu. Sjónband - 31 77 74 Vøruskrá kann fáast! Nólsoyar skúli Vegna ov fáar umsóknir verður søkt eftir lærara til skúlaárið 2004/2005. Undirvísingarøkið verður í byrjunnarundirvísingini og/ella 4. til 9. fl. og nakrar tímar í serundirvísing/serligum tørvi. Tímatalið verður væntandi 26 t/v vegna avlops- tímar. Starvið, sum er tíðaravmarkað skúlaárið 2004/05, verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Lær- arafelag og Fíggjarmálaráðið. Nærri fæst at vita um starvið frá skúlaleiðaranum á tlf. 327119/527119. Umsóknir skulu verða skúlastýrinum í hendi í sein- asta lagi leygardagin 24. juli. Nólsoyar skúlastýri v/Annu Marnu Holm FO-270 Nólsoy Landssjúkrahúsið FO 100 Tórshavn Læknaskrivari Á Skurðdeplinum er fulltíðarstarv sum læknaskrivari leyst at søkja til setan 1. september 2004 ella eftir avtalu. Førleikakrøv: • útbúgving sum læknaskrivari • tænastusinni • dugir at raðfesta arbeiðið, sum til tíðir er krevjandi • góð samstarvsevni • góður røkjuskapur • teldukunnleiki Setanartreytir: Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið. Nærri fæst at vita við at ringja til Metu Askild- sen, leiðandi læknaskrivara, telefon 304500, lokal 5121, e-postur meta@lsh.fo . Umsóknarfreistin er 23. august kl. 12.00. Skivligar umsóknir við avriti av prógvum og við- mælum e.l. skulu sendast til Landssjúkrahúsið Starvsfólkadeildin FO 100 Tórshavn Motorsúkkla til sølu Honda Revera NTV 600, árg. 91, í góðum standi til hægst bjóðandi. Prísuppskot uml. 35.000 kr. Tlf. 456413 Til sølu Silvurgráur Toyota Corolla 1.9 E diesel station- wagon frá 09/00 verður hervið lýstur til sølu, um nóg høgt boð fæst. Bilurin hevur koyrt 54.500 km. Áhugað verða biðin um at venda sær til Advokatskrivstovuna Fr. Petersensgøtu 9 100 Tórshavn att. Jens Andrias Vinther, adv. ft., e-mail jav@jura.fo ella Birnu Joensen, skrivara, e-mail bij@jura.fo Summarfrí Stongt er frá mánadegi 19. juli. Opið er aftur týsdagin 10. august. Hoyvíksvegur 72 Postsmoga 3279 FO - 110 Tórshavn tlf. 356800 - fax 356801 teldupostur: studul@studul.fo SKEMMAN handilslærlingur 2/230.pdf C M Y K 33 32