Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-26, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. mai 2015síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. mai 2015 · Nr. 59 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Danjal av Rana – Tá eg koyri í bili, plagi eg at royna meg sjálva, um eg kann knýta nummar­plát­urnar á øðr­um bilum við sangirnar í Song­bók Guds Fólks. Nú verður heilt galið hjá mær, tá nýggja sang­bókin kemur. Soleiðis segði ein ung kvinna herfyri, tá prátað varð um, at Nýggja Sangbók Guds Fólks, sum hevur verið á veg síðani 2004, nú skuldi leggjast fram hvítusunnudag. Hetta varð gjørt í samband við samfelagsstevnuna hjá brøðrasamkomunum, sum Betesda skipaði fyri í Bad­min­ton­ høll­ini í Klaksvík. Oman fyri 800 fólk vóru á hes­um serstaka møtinum, nú Nýggja Sangbók Guds Fólks varð almannakunngjørd. Tað er Sálma­ bókagrunnurin, ið hevur staðið fyri arbeiðinum at endur­skoða Songbók Guds Fólks. Í nýggju sangbókini eru 1504 sangir. Í mun til seinastu út­gáv­ una, eru 250 sangir tiknir úr sang­ bókini og út ímóti 550 nýggir sangir eru við í bókini. Umframt nýggjar sangir og kór og nakrar barnasangir, eru eisini kendir føroyskir upprunasálmar ogg – sangir tiknir við, millum annað Harra Gud, Títt Dýra Navn og Æra og tjóðsangurin. Grundarlagið undir hesum ar­ beiðið er fyrst og fremst Songbók Guds Fólks, ið kom út í aðru út­ gávu í 1976. Harumframt hevur Sálmabókagrunnurin nýtt eitt stórt savn av føroyskum sálmum og sangum, sum Zacharias Zacha­riassen og Flóvin Tyril hava savn­að saman. Í savninum eru út við 2500 sangir, við nótum, greiddi Zacharias Zachariassen frá í Klaksvík hvítu­sunnu­dag. Øssur Berghamar, ið hevur sett síni fingramerki á nýggju út­ gávuna við yrkingum og týðingum greiddi frá, at longu frá fyrstu tíð, at William Gibson Sloan kom til Føroya at prædika, spældi sangurin ein týdningarmiklan leiklut í boðanini av boðskapi hansara. – Hann mundi vinna mong Tað er stóra tilgongdin av nýggjum føroyskum yrkingum og týddum tilfari, sum ger tað neyðugt við eini nýggjari útgávu av Sangbók Guds Fólks. Ein nýggj sangbók