Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-26, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. mai 2015síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 27. mai 2015 · Nr. 59 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 til eina nýggja øld Eftir William Gibson Sloan er neyvan nakar, ið hevur sett so stóran dám á føroyskt frí­kirkju­ ligt trúarlív sum Victor Daniel­ sen. Umframt at týða Bíbliuna til føroyskt, hevur hann eisini yrkt og týtt hópin av sálmum og sangum. Tað var eisini Victor Danielsen, ið stóð á odda fyri at savna sangir saman til fyrstu føroysku sálmabókina í 1920, sum bókahandilin hjá Jens av Reyni gav út. Í hesi sálmabók vóru 85 sálmar. Teir báðir, Victor Danielsen og Jens av Reyni, stóðu eisini á odda fyri Guds fólks Songbók, ið kom út í 1932, við 428 sálmum. Í 1952 gav Victor Danielsen út fyrstu útgávuna av Song­ bók Guds Fólks, undir egnum for­lagið. 1125 sangir og sálmar til støddar var hon tá. Ein nýggj útgáva kom í 1976. Alt hetta arbeiðið var sjálvboðið og ókeypis. Jógvan á Lakjuni greiddi á samkomuni í Bad­ min­ton­høllini í Klaksvík frá, at dóttir Victor Danielsens hevði for­talt honum, at tað lógu sangørk um alt heim teirra, alla staðni, har okkurt kundi leggj­ast, meðan faðir hennara arbeiddi við hesi sangbókini. Fingramerki Victors síggjast sum vera man eisini í hesi Nýggju Songbók Guds Fólks. Victor Danielsen hevur yrkt ella týtt ikki færri enn 700 av teimum 1504 sangunum í nýggju bókini. Annars eru hetta teir føroy­ ingar, ið hava yrkt, týtt ella sett lag til flest sangir í Nýggju Sangbók Guds Fólks: Victor Danielsen 700 Zacharias Zachariassen 122 Petur W. Háberg 93 Øssur Berghamar 87 Árni Jacobsen 71 Ikki færri enn 977 útlendingar hava givið sítt íkast til bókina, antin við yrkingum ella við at skriva løg til yrkingarnar. Tað sermerkta er kanska, at tvær kvinnur tróna ovast á listanum: Fanny Crosby 46 Lina Sandell 44 Philiip Paul Bliss 40 Ira Daniel Sankey 35 William J. Kirkpatrick 26 Victor eigur lut í helminginum hjørtu við sín­um sangi, segði Øssur Berg­hamar, og vísti til, at gamli Sloan sang vakurt og sang nógv á sín­um møtum. Í fororðunum í nýggju sang­ bókini verður greitt frá søguni handan føroysku sálmabøkurnar. – Fyrstu árini varð sungið á donskum, tí einki føroyskt tilfar var, men líka síðan tann fyrsta sam­ koman var íbirt, hevur móður­málið havt sítt nátúrliga pláss í guds­ dýrkanini. Og trongdin eftir eisini at syngja á føroyskum máli hevði við sær, at tann fyrsta sangbókin á føroyskum varð útgivin longu fyri 95 árum síðani. Tað var í 1920, at Jens av Reyni heitti á Victor Danielsen, um at týða og savna saman føroyskar sálm­ar og andaligar sangir, sum Jens av Reyni so skuldi geva út, og fram móti jólum í 1920 kom Sálmar út, við 85 sálmum. Síðani kom ein nýggj útgáva út í 1922 og eitt ískoyti í 1923. Fleiri samkomur góvu síðani sínar egnu sangbókur út næstu árini, men í 1932 góvu Jens av Reyni og Victor Danielsen út Guds Fólks Songbók við 428 sálmum, sum allir vóru á føroyskum máli. Fleiri og fleiri sangir vóru yrkt­ ir og týddir til føroyskt, enn fleiri smærri sangbøkur komu út og í 1952 savnaði Victor Danielsen aft­ ur saman allar hesar, saman við nøkrum nýggjum sálmum, sum aldrin høvdu verið prentaðir, og gav teir út í Songbók Guds Fólks, ið hevði 1125 sálmar og sangir, allir á føroyskum máli. Fólk hildu tó á at syngja, yrkja og týða nýggjar sangir, og í 1976 kom ein økt og endurskoðað út­ gáva av Songbók Guds Fólks við 1192 sangum. Yrking og týðing av sangum hevur tó ikki staðið í stað síðani 1976. Nýggj ættarlið taka nýggjar sangir til sín, aðrir sangir hvørva í gloymskunnar havi. Hesi gott og væl 40 árini síðani seinastu end­urskoðanina, er eitt ótal av nýggjum sangum komnir á føroyskum máli, nógvir yrktir, flestu týddir. Nógv nýggj sang­ bløð og -hefti eru prentaði, ser­liga seinnu árini, men nú helt Sálma­ bókagrunnurin, at tíðin var komin at royna at savna tað mesta í eini sangbók aftur. Sálmabókagrunnurin fór tí í 2004 undir arbeiðið við at endur­ skoða Songbók Guds Fólks, og loksins er arbeiðið liðugt. Bókin hevur at enda fingið navnið Nýggja Sangbók Guds Fólks. Jógvan á Lakjuni greiddi í Badmintonhøllini frá, at aftan fyri hetta heitið liggur skriftstaðið úr Sálmi 40, har Dávid syngur, at Gud legði í munn sín ein nýggjan song, ein lovsong til Gud. – Vit hava fingið ein nýggjan sang í hjartað og eina søgu at siga, sum altíð er nýggj. Og ynski okkara er, at henda nýggja, stóra sangbókin í nýggjum sniði og nýggj­ari uppsering skal kennast endurnýggjandi fyri alt Guds fólk í Føroyum og verða ein nýggja hjálp og ein nýggj signing fyri land og fólk.