Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-26, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. mai 2015síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 27. mai 2015 · Nr. 59 Sosialurin Bátahugni Vilmund Jacobsen Sundalags Bátafelag bjóðar til báta­hugna í Hvalvík leygardagin 30. mai. Skipanin í ár verður hin sama sum onnur ár, har bátarnir møtast á Selatrað klokkan 13.30 og síðan stevna – undir vegleiðing frá bátin­ um Juvel – til Hvalvíkar. Hugni á bryggjuni Í Sundalags Bátafelag siga tey, at tá bátarnir eru komnir í báta­ hylin í Hvalvík, verður fólk at taka ímóti, samstundis sum har­moniku­ tónleikur fer at seta sín serstaka dám á móttøkuna og økið. Hvør bátur hevur møguleika at fáa el og vatn, sum er við bryggju­ kantin, og sama er galdandi fyri teir kampingvognar, sum koma til bátahugnan. Tá bátarnir hava lagt til bryggju, verður í tímunum millum klokkan 15 og 17 boðið til smyrjibreyð við føroyskum viðskera í tjaldinum á bryggjuni, og eisini verður okkurt leskandi til góman. Eftir ein steðg, har bátafólk og kamp­ingfólk leita sær aftur í bátar ella vogn, kanska at matgera ella bara at hugna sær, verður tjaldið opið aftur klokkan 20.30 til felags­ sang og hugnaliga samveru. Pylsur og motorsúklur OK Heilsøla í Hvalvík verður aftur í ár partur av bátahugnanum í Hval­vík, og her verður stóra grill­in tendrað út á seinnapartin leygar­ dagin. Her kunnu øll, sum hava hug, koma fram við og fáa ókeypis pylsur og breyð. Ein annar partur, sum plagar at seta sín serstaka dám á bátahugnan og tiltakið hjá OK Heilsølu, eru motorsúklur, sum í stórum tali - og alt eftir veðrinum - plaga at vitja á havnalagnum. Soleiðis verður helst eisini í ár, um veðurgudarnir hátta sær so nøkulunda. Ein nýggjur møguleiki í ár, sum ikki hevur verið á leið hin sami hini árini, er, at nú hevur Sunda kommuna gjørt eitt fitt kampingøki við havnalagið, har pláss er fyri umleið 20-30 kampingvognum. Tilmelding Tað, sum sermerkir bátahugnan í Hvalvík, er, at hetta er eitt tiltak, sum øll kunnu luttaka í við atliti til kostnaðin. Luttøkugjaldið fyri ávikavist bát og kampingvogn er einans 200 krónur, og tá verður ikki tikið eyka fyri hvønn einstakan í báti ella vogni. Møguleiki er at melda til báta­ hugnan í Hvalvík á tlf. 522018 (Dia) og á tlf. 772540 (Niels Andrias). Tað, sum sermerkir bátahugnan í Hvalvík, er, at hetta er eitt tiltak, sum øll kunnu luttaka í við atliti til kostnaðin, og tiltakið leggur dent á hugna og samveru fram um at vera eitt stevnutiltak við drúgvari skrá Hjartaliga vælkomin til bátahugna leygardagin Bátahugni