Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-26, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. mai 2015síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. mai 2015 · Nr. 59 18 Sosialurin Bátahugni Vilmund Jacobsen Árliga tiltakið við bátahugna í Hval­ vík verður leygardagin 30. mai, sum er leygardagin komandi. Sum vanligt savnast bátarnir, sum verða við í siglingini, á Sela­ trað, og síðan verður siglt til Hval­ víkar tíðliga seinnapartin. Onnur ár hevur verið heitt á borg­arstjóran í Sunda kommunu, Heðin Zachariasen, um at sigla í oddinum við báti sínum, Juvel. Síðan seinasta bátahugna, er báta­felag stovnað í økinum, og for­ maður er Dia Petersen. Felagið kall­ ast Sundalags Bátafelag. – Nú er tað sjálvandi upp til nýggja bátafelagið, hvussu teir skipa siglingina, men um eg verið biðin at sigla í oddinum aftur hesa­ ferð, geri eg tað fegin. Í tíðindaskrivi, sum felagið sendi út herfyri, stendur, at tað verður báturin Juvel, sum siglur fremstur. Góð undirtøka Eins og aðrir bátasiglarar í Sunda­ lagnum, gleðir borgarstjórin seg til bátahugnan í Hvalvík. – Tað er bevíst, at vit ikki rópa tiltakið bátastevna, men báta­ hugni. Hetta er eitt tiltak, har báta­fólk – og nú gjarna eisini fólk í kampingvogni – koma higar at hugna sær og taka sær av løttum, og bátahugnin hevur stóran áhuga millum bátasiglarar. Heðin Zachariasen sigur, at talið av bátum, sum var við á báta­hugn­ anum í fjør, var um 75. – Hetta er eitt tilak, sum ikki kost­ar tað nógva úr lummanum. Hvør bátur ella kampingvognur kostar 200 krónur, og tá er tað uttan mun til, hvussu nógv fólk eru í hvørjum báti ella kampingvogni. Lutaseðlar plaga eisini at vera seldir millum bátafólkið, og undirtøkan hini árini hevur verið rættiliga góð. Betraðar umstøður Umstøðurnar til bátahugna í Hval­vík eru góðar – ikki minst, nú bátahylurin hevur fingið nýggjar báta­brúgvar og træbryggju. – Í bátahylinum hava vit nú 110 metrar av atløgusíðu, og her er nógv bátapláss. Gamla atløgusíðan er partvís umvæld og gjørd av nýggj­um, og vit hava eisini gjørt eina terassu við bátahylin. Her er høvi at sita og hugna sær, og møguleikar verða eisini at grilla á økinum. Heðin Zachariasen vísir á, at økið uppi á landi eisini er vorðið størri, og tað er asfalterað, eins og pláss er útvegað til einar 20-25 kamp­ingvognar. – Hóast hetta er bátahugni, vildu vit eisini skapa umstøður hjá fólki at koma við kampingvogni, um tey ynskja tað. Kampingvognar eru líka sum vorðin ein fastur táttur í hesum umhvørvi. Hann sigur, at ein nýggjur septik­tangi eisini er grivin niður á øki­num. – Hesin er í fyrsta lagi ætlaður til húsið, sum Sundalags Bátafelag leigar frá kommununi, men eisini til tey, sum koma í kampingvogni og hava brúk fyri at tøma sær sep­ tiktangan, meðan tey eru her. Bátafelgshús Sunda kommuna eigur eitt minni hús við bátahylin í Hvalvík, og her er leigusáttmáli gjørdur við nýggja bátafelagið um húsið. – Her var gamla bingjuplássið í Hvalvík, og húsið varð brúkt til at seta ymiskar el-lutir og annað í. Síðan renovatiónin í kommununi er samlað á øðrum staði, hevur húsið verið brúkt til goymslu hjá kommununi. Nú hava vit so leigað Sundalags Bátafelag húsið til egna nýtslu, sigur borgarstjórin. Hann vísir á, at um kommunan skuldi selt húsið, hevði verið neyð­ ugt alment at lýst tað til sølu. Men, við at leiga tað til felagið, hevur kommunan framvegis sína ávirkan á, hvat virksemi er. Tá leigumálið er við bátafelagið, metir kommunan, at húsið er í góðum hondum. – Við havnalagið fáa bátar og kampingvognar streym og vatn, og septiktangar kunnu tømast, end­ urtekur borgarstjórin. Reinur hugni Eftir at bátarnir eru komnir av Sela­trað og hava lagt til bryggju í Hvalvík, verður bjóðað til smurt breyð við føroyskum viðskera í tjaldi á bryggjuni. Tey, ið ynskja tað, fáa eisini ein vælkomstsnaps, og umframt breyð við góðum før­ oyskum viðskera í tjaldinum, fáa fólk eisini kaffi, sodavatn ella øl aftur við matinum. – Síðan er vanligt, at fólk eta og hugna sær í tjaldinum í einar tveir tímar. Umleið klokkan 17 er hesin parturin liðugur, og tá fara fólk gjarna aftur í bátarnar at gera døgurða ella annað til nátturða. Heðin Zachariasen sigur, at um­leið klokkan 21 letur tjaldið uppaftur til felagssang, og seinni um kvøldið og út á náttina fer onkur úr økinum at spæla á har­ moniku og kanska onkur guittari eisini verður við. – Tá verður høvi at sita í tjald­ inum og hugna sær, eins og høvi eisini verður at fara upp á gólvið at fáa sær ein sving om, sigur borgar­ stjórin, sum gleðir seg til hugnaliga tiltakið í Hvalvík. Vegna Sunda kommunu bjóðar hann øllum hjartaliga vælkomnum til bátahugna í Hvalvík. – Umstøðurnar til bátahugna í Hvalvík eru betraðar við góð­ um og rúmligum atløguplássi, nýggjum bryggju­ kanti, terassu á bryggjuni og plássi til einar 20-25 kamping­ vognar, sigur Heðin Zacha­ riasen, borgar­ stjóri í Sunda kommunu Enn betri umstøður til bátahugnan í Hvalvík Síðan bátahugni var seinast í Hvalvík, eru umstøðurnar nógv betraðar, bæði hjá bátaeigarum og fólki í kampingvogni – Vegna Sunda kommunu vil eg fegin bjóða øllum vælkomnum til bátahugna í Hvalvík, sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri