Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-26, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. mai 2015síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. mai 2015 · Nr. 59 20 Sosialurin Bátahugni Vilmund Jacobsen Sundalags Bátafelag, sum varð stovnað tíðliga í hesum árinum, hevur higartil fingið stívliga seksti limir. Tað er ein fimmmannanevnd, sum mannar felagið, og formaður er Dia Petersen. Felagið er fyri øll, sum hava áhuga fyri bátaumhvørvinum, og tað er einki krav at hava bát. Fe­ lagið, sum eisini røkkur út um Sunda kommunu, hevur limir víða um landið – heilt av Eiði til Suður­ oyar. Dia, sum er ættaður úr Hovi, hevur búð í Streymnesi síðan 2007, og hann hevði verið stutt í umhvørvinum í Sundalagnum, tá hann og onnur fóru at spæla við tankan um at skipa fyri onkrum í økinum. – Vit høvdu fyrsta bátahugnan her í Hvalvík í 2009, og eg vil siga, at vit líka sum hava gingið eitt sindur ímóti rákinum, sum er við stórum og veksandi tiltøkum. Hetta er ikki eitt tiltak, sum skal savna ein hóp av peningi inn til nakað serstakt, og tískil hava vit havt eitt so lágt luttøkugjald sum gjørligt. Okkara áhugi er bara at dekka útreiðslurnar av bátahugnanum. Fíggjarliga er hetta eitt lutfalsliga lítið tiltak, tí vit hava so nógv sjálvboðin at hjálpa okkum. Tískil kann tiltakið heldur ikki koppa nøkrum – um vit skuldu verið óhep­nir, og bátahugnin fall á keði­ lig líkindi. Alt er sjálvboðið Dia Petersen vísir á, at tað eru fyrireikarar og fólk í økinum, sum gera smyrjibreyðið við føroyskum viðskera, sum borðreitt verður við í tjaldinum, tá bátarnir hava lagt til bryggju. – Bátafólk, fólk í kampingvogni og fólk annars, sum leita sær í tjaldið millum klokkan 15 og 17 leygardagin, fáa øll - um tey ynskja tað - ókeypis breyð við føroyskum viðskera. Um tað vísir seg, at so nógv fólk koma, at breyðið, sum frammanundan er smurt, byrjar at ganga undan, verður smurt aftrat, so øll, ið hava hug, kunnu fáa ein bita. Hann sigur, at fólk eru ófør at lata breyð og viðskera. – Viðskerin er vanliga føroyskt skerpikjøt, føroysk rullupylsa, egg og sild, og eg vil siga, at fólk lata eftir tí, tey eiga. Dia vísir á, at í hvørjum bakka liggja trý hálv og smurd breyð­ stykki, men ynskir onkur ein bita út yvir tað, er tað eingin trupulleiki. - Fólk eru ógvuliga ovfarin um, at tað ber til at fáa ókeypis smyrjibreyð í Hvalvík, men hetta letur seg bara gera, tí fólk í økinum standa saman og stuðla tiltakinum. Hetta hava vit gjørt øll árini, síðan tiltakið við bátahugna sá dagsins ljós, og afturmeldingarnar eru góð­ ar. Lagið er gott Dia Petersen sigur, at ymiskt er, hvussu langt út á kvøldið ella náttina fólk eru í tjaldinum. Okkurt árið hava fólk sitið í tjaldinum til klokkan 04, og okkurt annað ár hevur verið tómligt fyrr um nátt­ ina. – Í fjør var tað soleiðis, at tjaldið gjørdist ov lítið, sum kvøldið gekk, og náttin leið, og tí hevur Sunda kommuna, sum eigur tjaldið, í ár bygt uppí tað, soleiðis at tjaldið í ár er 9x21 metrar stórt. Hann sigur, at tá fyrireikararnir vendu sær til Sunda kommunu um, at tjaldið gjørdist ov lítið, lógu tey ikki á boðunum. – Tað hevur nógv at siga, at vit hava eina kommunu, sum er heit fyri bátahugnanum í Hvalvík, ið er vaksin í bátatali øll árini. Í fjør setti tiltakið met, tá vit høvdu einar 75 bátar og fimm kampingvognar. Dia sigur, at í fjør varð neyðugt at siga við fólk, sum ætlaðu sær til hugnan við kampingvogni, at plássið var rættiliga avmarkað, men í ár, nú meira pláss er útvegað, er plássið framvegis avmarkað, men møguleikarnir eru kortini nógv betraðir við nógv fleiri plássum. – Í fjør noyddust fleiri, sum eiga kampingvogn, at setast aftur, tí tey fáu plássini, vit høvdu, vóru upp­tikin. Nú eru vit spentir eftir at vita, hvussu undirtøkan verður hesaferð, leggur hann aftrat. Góðar afturmeldingar Formaðurin í Sundalags Bátafelag sigur, at afturmeldingarnar, sum tey hava fingið undanfarin ár, eru so mikið góðar, at tað eru fleiri bátaeigarar, sum longu eftir báta­ hugnan seta kross í kalendaran til árið eftir. – Vit eru ógvuliga spent eftir at síggja, hvussu undirtøkan verð­ ur í ár, nú umstøðurnar eru so nógv betri. Nú fara vit at hugna okk­um og øll, sum leita sær higar til bátahugnan, hava góða lagið við sær. Fólk, sum koyra fram við í bili, eru eisini vælkomin oman á bryggjuna, tá bátarni koma av Sela­trað, og øll eru eisini vælkomin inn í tjaldið til ein breyðbita við før­ oyskum viðskera, sigur Dia Peter­ sen. – Vit eru ógvuliga spent eftir at síggja, hvussu undirtøkan verður í ár, nú umstøðurnar eru so nógv betraðar. Øll, sum leita sær higar til bátahugnan, hava tað góða lagið við sær. Fólk, sum koyra fram við í bili, eru eisini vælkomin oman á bryggjuna, tá bátarni koma av Selatrað, og øll eru eisini vælkomin í tjaldið til ein breyðbita, sigur Dia Petersen Øll eru vælkomin til ókeypis smyrjibreyð – Fólk eru ógvuliga ovfarin av, at tað ber til at fáa ókeypis smyrjibreyð í Hvalvík, men hetta letur seg bara gera, tí fólk í økinum standa saman og stuðla tiltakinum, sigur Dia Petersen, formaður í Sundalags Bátafelag Mynd: Vilmund Jacobsen – Í fjør gjørdist tjaldið ov lítið, og tí hevur Sunda kommuna, sum eigur tjaldið, í ár bygt uppí tað, soleiðis at tjaldið í ár er 9x21 metrar stórt, sigur Dia Petersen