Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-26, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. mai 2015síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 27. mai 2015 · Nr. 59 Sosialurin Bátahugni Oyrarbakkavegur 33 Postrúm 10 400 Oyrarbakki Tel: 66 72 71 Fax:40 72 70 sunda@sunda.fo s u n d a k o m m u n a y n s k i r ø l l u m v æ l k o m n u m á b á t a t r e f f www.sunda.fo Vilmund Jacobsen OK Heilsøla í Hvalvík ger altíð nógv burtur úr, tá bátahugni er í Hvalvík. Tað var soleiðis, at MC-felagið hevði sín árliga túr til Hvalvíkar, og seinni varð hesin túrur líka sum flættaður við bátahugnan í Hvalvík, sum verður nú leygardagin. Fleiri kolasekkir Stóra grillin hjá OK Heilsølu, sum tekur heilar níggju sekkir av koli, verður tendrað longu um mid­ dagsleitið og tá bátarnir, sum koma av Selatrað, nærkast nakað út á seinnapartin, verður klárt at bjóða MC-koyrarum og fólki annars, sum leita sær oman á havnalagið, grillaðar pylsur, breyð og ymskt annað. Síðan verður grillað til nakað út á kvøldið, og hetta er ein sera hugnalig løta. Stóra grillin hjá OK Heilsølu í Hvalvík tekur heilar níggju sekkir av koli, og aftur í ár verður hon tendrað á bátahugnanum OK Heilsøla tendrar stóru grillina Aftur í ár fer OK Heilsøla av bjóða ókeypis pylsur, breyð og annað, meðan bátahugni er í Hvalvík