týsdagur 26. mai 2015síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. mai 2015 · Nr. 59
22
Sosialurin
Bátahugni
Vimund Jacobsen
Sundalags Bátafelag hevur leigað
ein bygning á havnalagnum í Hval
vík frá Sunda kommunu. Hetta
er ein lítil bygningur, sum felagið
fer at kunna brúka til ymiskar
aktivitetir.
Leigusáttmáli er gjørdur yvir
20 ár, og sambært formanninum í
Sundalags Bátafelag, Dia Petersen,
er hetta ein lagaligur sáttmáli, sum
ikki verður tungur at bera hjá fe
lagnum.
– Bæði kommunan og fólk í
økinum vísa okkum stóra vælvild,
og tað hevði ikki borið til at havt
eitt slíkt tiltak sum bátahugna,
um vit ikki høvdu uppbakning í
fólkinum og kommununi.
Almenn wc og brúsa
Dia Petersen sigur, at nú leigusátt
máli er gjørdur við kommununa,
ætlar felagið eisini at byggja ein
lítlan tilbygning aftrat á økinum,
har húsið stendur.
– Hetta verður ein bygningur
við almennu wc, brúsu og øðrum,
og vit ætla, at tilbygningurin skal
standa liðugur í apríl næsta ár,
soleiðis at hann bæði verður tøkur,
tá bátahugni verður aftur, og tá
Sundalagsstevna verður hildin í
Hvalvík næsta summar.
Hann vísir á, at ætlanin er at
hava eina gongd millum bygningin,
sum felagið ætlar at byggja - og
húsið, sum felagið nú hevur leigu
sáttmála við kommununa um.
– Vit ætla, at meginparturin av
arbeiðnum, sum skal gerast, verður
gjørt sjálvboðið, og soleiðis ætla vit
eisini, at kostnaðurin av byggingini
skal haldast so langt niðri sum gjør
ligt.
Formaðurin í Sundalags Báta
felag sigur, at longu nú hevur fe
lagið havt onkrar nevndarfundir í
leigaða bygninginum, men ætlanin
er at dagføra hølini við nýggjum
gólvum, veggjum og lofti.
– Hetta ætla vit at gera, áðr
enn vit fara í holt við ætlaðu ný
byggingina. Vit hava nógvar dugna
ligar limir í felagnum, og her eru
eitt nú fleiri timburmenn. Eg vænti
tí ikki, at tað verður so trupult at
fáa dagført verandi bygning. Hetta
fer helst at taka nakrar leygardagar.
Dia Petersen heldur, at ymiskir
møguleikar eru at brúka hølini,
og her hugsar nevndin eitt nú um
fundartiltøk, har onkur kanska
hevur eina áhugaverda ferðafrá
søgn um bátasigling - ella onkran
fyrilestur um bátar og sigling.
– Eg fegnist um alla ta vælvild,
sum vit hava møtt í umhvørvinum
her í Sundalagnum, bæði millum
fólk og í kommununi. Tá fólk eru
positiv, eru tey við til at skapa
eitt “lokomotiv”, og tá spreiða
positivu ringarnir seg út í nærum
hvørvinum.
Mong eru við
Dia Petersen sigur, at tað var
eitt krav frá Sunda kommunu, at
felagið varð stovnað fyri at kunna
gera ein leigusáttmála.
– Hetta snýr seg um nakrar
formalitetir, sum skulu vera upp
á pláss. Eg vænti ikki, at fólk í
økinum fara at hugsa sum so, at
nú vit hava fingið eitt bátafelag,
so tekur nevndin sær av øllum.
Soleiðis verður tað ikki, tí tað
ber snøgt sagt ikki til. Vit fara at
hava so mong við, sum gjørligt
fyri, at øll í økinum skulu kenna
seg sum ein part av tiltakinum og
umhvørvinum.
Formaðurin í Sundalags Bátafe
lag sigur, at ongantíð hava so mong
sum hesaferð bjóðað seg fram til at
taka eina hond í.
– Hetta fegnast vit sjálvsagt um,
og hetta ger tað stuttligt at skipa
fyri. Fyrstu árini skuldu tøk takast
fyri at fáa kabalina at ganga upp,
men soleiðis er tað ikki longur. Nú
er tað ein frægd at skipa fyri, tí
so mong bjóða seg fram, siga Dia
Petersen.
– Eg fegnist um alla ta vælvild, sum vit hava møtt í umhvørvinum her í Sundalagnum, bæði millum
fólk og í kommununi. Tá fólk eru positiv, eru tey við til at skapa eitt “lokomotiv”, og tá spreiða
positivu ringarnir seg út í nærumhvørvinum, sigur Dia Petersen, formaður í Sundalags Bátafelag
Stuttligt tá øll eru so positiv
– Vit fegnast um stóru vælvildina og áhugan í økinum. Hetta ger tað stuttligt at skipa fyri.
Fyrstu árini skuldu tøk takast fyri at fáa kabalina at ganga upp, men soleiðis er tað ikki
longur. Nú er tað ein frægd at skipa fyri, tí so mong bjóða seg fram, siga Dia Petersen