Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-26, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. mai 2015síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 27. mai 2015 · Nr. 59 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tøkk fyri sýnda samkenslu, tá ið kæra mamma, omma og systir okkara Sonja Jakobsen doyði og varð jarðað. Tøkk til talarar og berarar. Tøkk til tykkum., ið bakaðu og hjálptu til við ervinum, og fyri peningagávu til Zarepta. Stóra tøkk til øll tykkum mongu, ið fylgdu henni til seinasta hvíldarstað hennara her á fold. Hans, ommubørnini og systkin Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu tá kæri, pápi, verfaðir, abbi og bróðir okkara Álvur Heini Kristian Reyðberg Funningi f. 17.08.42 – d. 01.04.15 andaðist og var jarðaður. Tøkk verður veitt Áranti Johannesen og Emil Olsen fyri góð og troystarrík orð í kapellinum og í kirkjuni. Tøkk verður veitt berarum, sangararum, klokkara, organisti og gravara. Tøkk fyri peninga gávur til Funnings kirkju. Tøkk til Hancy og Óluvu fyri stór hjálp og vælvild. Tøkk fyri øll, sum á ymiskan hátt hjálptu til við ervinum. Hjartans tøkk øll tit, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað her á fold. Familjunnar vegna Børnini Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu, tá elskaða kona, mamma, vermamma, omma og langomma okkara Sonja Midjord so brádliga varð tikin frá okkum. Takk til kirkjutænarar, sangarar og tykkum, sum hjálptu til við ervinum. Takk fyri blómur og peningagávur til Missiónshúsið. Takk øll tit, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Petur Mánadagin 25. mai andaðist Nancy Vesturbú á Lágargarði, 98 ára gomul. Børnini Okkara kæra kona, mamma, vermamma og omma Oddvør Debes Johannesen Gjógv andaðist á Landssjúkrahúsinum 2. hvítusunnudag, 75 ára gomul. Jarðarferðin verður lýst seinni. Familjunnar vegna Neli Sofus, Anna, Jóhanna og Hergerð við fam. Tey, ið vilja lata blómur ella krans, kunnu í staðin lata Gjáar kirkju eina gávu, konta í Eik Banka. Amanda Joensen Vatnsoyrar andaðist á Sýnini hóskvøldið 21. mai, 100 ára gomul. Kistan fer av Sýnini týskvøldið kl. 18.30. Jarðarferðin verður úr Kedron, í Sørvági, mikudagin kl. 14. Tey ið ynskja at minnast Amandu kunnu lata Trúboðaratænastuni "DORDEERNAR" í Eysturgrønlandi eina gávu, konta í Eik Banka 9181-4275472 Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá kæri vinur mín, pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara. Palli Dalsgaard Skálavík doyði og var jarðaður. Fyri tey avvarðandi Børnini og Poulina Alt á einum stað Vit útinna allar uppgávur í sambandi við eina jarðarferð frá byrjan til enda • Kistur • Sangir, blómur og kransar • Sangarar (í Tórshavn) • Ervi • Líkflutningur til og úr Føroyum • Líkbrenning (Kremering) • Gravsteinar (Framsýning við Marknagilsvegin 86) Tel. 51 17 23 www.gravarhjalp.fo Frá Tórshavnar Bátafelag Aðalfundurin verður mikudagin 10. juni 2015, kl 19.00 í húsum felagsins. Skrá sambært lógum felagsins. Uppskot, sum ynskjast viðgjørd, skulu verða nevndini í hendi í seinasta lagi 8 dagar undan fundinum. Nevndin