Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-26, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. mai 2015síða 32

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. mai 2015 · Nr. 59 32 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Til Sølu Um nøktandi boð verður givið, verður báturin Alberg TN 1282 seldur Báturin hevur fiskiloyvi. Áhuga kunna ringja til Hans Trygva Teirin á tlf. 22.50.45, ella maila til teirin@advokatvirkid.fo fyri at fáa fleiri upplýsingar. Fleiri myndir av bátinum eru at síggja á www.advokatvirkid.fo ADVOKATVIRKIÐ J.H. Schrøtersgøta 20, Postsmoga 85, 110 Tórshavn Tlf. 31 21 71, telefax 31 22 41, heimasíða www.advokatvirkid.fo Advokatvirkið Lærarastørv í Hvalbiar skúla Hesi størv verða lýst leys fyri skúlaárið 2015/16: 1 starv uml. fulla tíð 1 starv uml. 16 tímar vegna avlopstíð Endaliga tímatalið av hesum seinasta starvi verður ásett eftir 1. september 2015 Tímatalvan til starvið við uml. fullari tíð fatar um: • Støddfrøði í 7. 8. og 9. fl • Lívfrøði í 8. fl • Flokslærari í 8. fl Tímatalvan til starvið vegna avlopstíð fatar um: • Støddfrøði, heimstaðarlæru og kristni í 2. fl • Danskt í 6. fl Tey, ið sett verða skulu: • undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiðinum á skúlanum • hava vilja til at samstarva og hava áhuga í toymissamstarvi • vera fakliga væl fyri og professionell • vera engageraði og fús at taka á seg tær uppgávur, ið eru á skúlanum • vera fyrikomandi • starvast fyri góðum samstarvi millum heim og skúla • í samstarvi við leiðslu og starvsfelagar vera áhugað í at menna skúlan Førleikakrøv: Læraraútbúgving frá góðkendum læraraskúla og viðkomandi linjulestur. Lønar og setanartreytir: Størvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum frá 18.1. – 29.2. og verða sett sum sáttmálasett størv. Umsóknir: Umsóknir við avriti av prógvi, C.V. og møguligum viðmælum skulu vera skúlaleiðaranum í hendi skjótast gjørligt og í seinasta lagi mánadagin 8. juni 2015 Eru spurningar størvunum viðvíkjandi, eru tit vælkomin at venda tykkum til skúlaleiðaran, Eydnu Danielsen, tlf. 237587 ella 375083. Hvalbiar skúli hevur komandi ár 79 næmingar frá 1. til 9. flokk og við skúlan fara at starvast 11 lærarar. Frá SENIORFESTIVALINUM: Vinnarin av gávukortinum frá Fonn Flog gjørdist hvítur seðil nr. H 4921 Vinningurin fæst við at venda sær Eysturoyar Røktar-og ellisheim tlf. 478200 Seniorfestivalurin www.sunda.fo Kunngerð um broyting í býarplaninum fyri Sunda kommunu Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast varð broytt við løgtingslóg nr. 57 frá 13. mai 1997, verður við hesum boða frá, at Sunda kommuna á býráðsfundi tann 03.11.2014 hevur samtykt, at gera niðanfyristandandi broyting í býarplaninum fyri Sunda kommunu. Broyting í býarplaninum fyri Hósvík: Broytingin umfatar matr.nr. 7a og 8a, nú broytt til 8k, ið eru frílendi, verða broyttir til almennir stovnar. Økini skulu nýtast til kirkjugarð. Broytingin liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni í vanligari skrivstovutíð Frá hósdegnum 21.mai 2015 til hósdagin 11.juni 2015 báðir dagarnir íroknaðir Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot, skulu verða handað skriftliga til Sunda kommunu í seinasta lagi 2. juli 2015. Oyrarbakki tann 21.mai 2015 Sunda kommuna Sosialurin 341800 Keypssamtøkan í Trongisvági FK í Trongisvági sóknast eftir Leiðara til slaktaradeildina at byrja sum skjótast ella eftir avtalu. Vit eru ein deild í einum størri virki, sum er í støðugari menning. Vit sóknast eftir kvikum og álítandi fólki, sum er lætt at vera saman við, at vera leiðari í slaktaradeildini. Løn: Sambært sáttmálan við S & K Arbeiðstíð: – uml. 32 tímar um vikuna. Frí annan hvønn leygardag Nærri fæst at vita við at venda sær til Gert Levisen, tel 660080 ella 220680. Hevur hetta tín áhuga, hoyra vit fegin frá tær við skrivligari umsókn, sum skal skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mána- dagin 1. juni 2015 FK Trongisvági Traðarvegi 165 Postboks 34 FO 800 Tvøroyri att: Gert Levisen