Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-26, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. mai 2015síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 Mikudagur 27. mai 2015 · Nr. 59 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 www.gevidblod.fo Námsfrøðingar til Barnalund í Fuglafjarðar kommunu Søkt verður eftir: Einum námsfrøðingi, í eitt farloyvisstarv at arbeiða 35 tíma viku, við fyribils starvsstaðið á vøggustovu. Starvið er at byrja 10. august og eitt ár fram. Einum námsfrøðingi, í eitt farloyvisstarv at arbeiða 30 tíma viku, við fyribils starvsstaðið á vøggustovu. Starvið er at byrja 10. august og eitt ár fram. Vit sóknast eftir starvsfólki: · ið kunnu arbeiða sjálvstøðugt, og eru før fyri at orða seg skrivliga · ið hava arbeiðsroyndir, sum kunnu nýtast í dagliga arbeiðinum · ið hava umsorgan fyri børnunum · ið eru eldhuga og jalig · ið hava góð samstarvsevnir · ið síggja møguleikar fram um mørk · ein fyrimunur um tú dugir at spæla okkurt instrumentið, ert kreativur og dámar at verða úti í nátúruni Vit kunnu bjóða tær: · fjølbroyttar arbeiðsuppgávur · eitt starv, har tú kanst brúka tínar dygdir, hava ávirkan og samstundis menna teg sjálvan · samstarv við sernám (náms- og sálarfrøðiligu ráðgevingina), sosialu deild og stovnar hjá Fuglafjarðar kommunu Setanartreytir: Løn eftir sáttmála millum Føroya pedagogfelag og Kommunala arbeiðsgevarafelagið. Um eingin námsfrøðingur søkir, verða hjálparfólk sett í størvini fyribils. Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til leiðaran á dagstovninum Barnalund í Fuglafirði, Leilu H. Hansen, á tlf. 238031. Umsóknir saman við avritum av prógvum og viðmælum, skulu verða Býráðsskrivstovuni, Ennivegur 38, 530 Fuglafjørður, í hendi í seinasta lagi 5. juni 2015 kl. 12.00. FuglaFjarðar kommuna Ennivegur 38, Fo-530 Fuglafjørður ella info@fuglafjordur.fo Fuglafjarðar Kommuna Heiðavegur 26, 600 Saltangará Tel 41 70 00, runavik@runavik.fo www.runavik.fo K R E A . M Y N D : S A V N S M Y N D tekniskur leiðari TIL RUNAVÍKAR KOMMUNU Høvuðsverkevni • Leiðsla á Teknisku deild • Býar- og byggiplanlegging • Málsviðgerð og ráðleggingararbeiði • Fíggjarliga stýring og eftirlit við tekniska økinum • Stýring av kommunalum viðlíkahaldsarbeiði • Luttøka í dagligum umsitingarligum uppgávum v.m. • Projekteringsarbeiði og eftirlit • Uppmátingar-, kortleggingar- og skrásetingararbeiði Førleikakrøv • Verkfrøðingur, arkitektur, byggi- frøðingur ella onnur viðkomandi útbúgving • Royndir í omanfyri nevndu arbeiðsøkjum • Førleika í projekteringsarbeiði • Munnligan og skrivligan málførleika • Hollan telduførleika • Opin og fyrikomandi • Evni at eggja og ganga undan • Leiðsluroyndir/-førleikar Løn sambært sáttmála við avvarandi yrkisfelag. Nærri upplýsingar um starvið fást við at venda sær til borgarstjóran á telefon 21 94 88. Starvið verður at seta 1. august 2015, ella eftir nærri avtalu. Skrivlig umsókn, saman við avriti av prógvi og møguligum viðmælum, skal verða kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagi 8. juni 2015. Um ikki nóg nógvir skikkaðir umsøkjarar eru, skilar kommunan sær rætt til at søkja av nýggjum. Runavíkar kommuna er ein kommuna í menning og broyting, har tú hevur møguleika at gera tína ávirkan galdandi. Runavíkar kommuna er trið størsta kommuna í landinum og búgva uml. 3.800 fólk í teimum 15 bygdunum, sum hoyra til kommununa. Á Teknisku deild, sum er eitt spennandi og fjølbroytt arbeiðspláss, starvast 2 verkfrøðingar og 1 byggifrøðingur, umframt leiðaran. Harumframt hava uml. 15 starvsfólk beinleiðis tilknýti til leiðaran á Teknisku deild. fæst nú í sølubúðum kring landið Tú kanst eisini bíleggja hann á tlf. 341800 ––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Miðlahúsið • Tórsgøta 1 • 100 Tórshavn Føroya mynda­ kalendari 2016