hósdagur 28. mai 2015síða 12
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 29. mai 2015
sosialurin 60
12
tema Útisetaveljarar
Lesandi í Keypmannahavn
Veist tú av, at føroysk lesandi uttan
lands kunnu søkja um at varðveita
sín rætt at greiða atkvøðu til
Løgtingsvalið?
– Ja.
Er tað nóg væl upplýst?
– Tað kundi verið betri upplýst.
Er hetta ein nóg góð og yvirskoðilig
skipan?
– Nei, hetta er ein sera kringlut skipan, sum
ber við sær, at nógv lesandi – ið annars
høvdu farið á val – halda seg aftur.
Er tað rætt, at einans lesandi
útisetar kunnu varðveita valrættin og
ikki aðrir útisetar?
– Ja. Tað er ein stórur møguleiki fyri, at vit
lesandi eru flutt heim aftur til Føroyar innan
4 ár og tá er gott at vit hava kunnað havt
ávirkan. Samstundis styrkir tað um tilknýti
hjá lesandi uttanlands til Føroyar. Um vit
velja at verða búgvandi uttanlands, so haldi
eg ikki, at tað er í lagi, at vit bæði skulu
kunnað hava ávirkan í tí landinum sum
vit búgva í umframt tí, sum vit
fluttu frá.
Hevur/fert tú at
skráseta teg
til komandi
løgtingsval?
– Ja, tað er ætlanin.
Lesandi í Keypmannahavn
Veist tú av, at føroysk lesandi uttan
lands kunnu søkja um at varðveita
sín rætt at greiða atkvøðu til
Løgtingsvalið?
– Ja.
Er tað nóg væl upplýst um valrættin?
– Eg meini meg ongantíð hava sæð ella lisið
nakað um tað nakrastaðni. Ta upplýsingina
eg havi um hetta, havi eg fingið frá vinfólki
og kenningum. So nei, eg meti ikki, at tað er
nóg væl upplýst.
Er hetta ein nóg góð og yvirskoðilig
skipan?
– Við hesi skipanini ljóðar tað til, at man
helst ikki vil hava føroyskar útisetar til at
velja. Tí jú meira fløkt mannagongdin er, jú
fleiri velja heldur at lata vera. Ivist onga løtu
í, at tað finnast aðrar betri og skjótari loysnir
– spurningurin er bara, hvør skal seta tær í
verk?
Er tað rætt, at einans lesandi
útisetar kunnu varðveita valrættin og
ikki aðrir útisetar?
– Eg haldi at tað gevur meining, ja. Tey
lesandi eru tey, sum mest sannlíkt koma
heimaftur, tí tey enn eru minst rótfest í
nýggja landinum. Ímyndi mær bara, at ein
føroyingur, sum hevur búð uttanlands í 17
ár, ikki hevur eitt brennandi ynski um at
sleppa at velja í Føroyum, um viðkomandi
kortini ikki ætlar sær at flyta heim
aftur. Men kanska eg fari skeiv.
So tað er kanska býtt, at
allir føroyingar ikki hava
møguleikan at søkja um at
sleppa at velja, um tað nú
er teirra ynski.
Hevur/fert tú at
skráseta teg til
komandi løgtingsval?
– Havi ikki tikið støðu til tað
enn.
Lesandi í Aarhus
Veist tú av, at føroysk lesandi uttan
lands kunnu søkja um at varðveita
sín rætt at greiða atkvøðu til
Løgtingsvalið?
– Ja, tað veit eg av. Men akkurát hvat og
hvussu man skal gera, havi ikki
ordiliga skil á.
Er tað nóg væl
upplýst?
– Nei tað haldi eg
ikki. Kundi væl verið
upplýst nógv meira.
Men ikki tað, um man
nú veruligani ynskti at
hava atkvøðurættin, trúgvi
eg ikki, at tað hevði gingið
long tíð áðrenn man fann útav
mannagongdini.
Er hetta ein nóg góð og yvirskoðilig
skipan?
– Nú havi eg ikki sjálvur verið ígjøgnum
hasa turbinuna, men eftir tí, ið skrivað
verður, haldi eg avgjørt, at skipanin kundi
verið endurskoðað. Trúgvi eisini, at væl fleiri
høvdu atkvøtt, um tað var eitt sindur lættari
og yvirskoðiligt. Kommunan kundi helst
eisini notið gott av tí.
Er tað rætt, at einans lesandi útisetar
kunnu varðveita valrættin og ikki
aðrir útisetar?
– Nei haldi ikki tað er rætt, men spurning
urin er hvar man skal seta markið. Um
tú sum føroyingur hevur valt at búseta
teg uttanlands, dugi eg ikki at síggja hví
man skal atkvøða um viðurskiftini har
heima. Men er uttanlandssteðgurin tíðar
avmarkaður, er støðan ein onnur. Tá eigur
tað at vera líka mikið, um tað er í samband
við lesnað, arbeiðið ella eitt triðja.
Hevur/fert tú at skráseta teg til
komandi løgtingsval?
– Nei, tað vænti eg ikki. Eg havi fylgt ov lítið
við í føroyskum politikki, fyri at kunna seta
eitt væl gjøgnumhugsað X, sum eg kann
standa inn fyri. So kann eg tað sama lata
vera.
mortan@sosialurin.fo
Lesandi í Keypmannahavn
Veist tú av, at føroysk
lesandi uttanlands
kunnu søkja um at
varðveita sín rætt at
greiða atkvøðu til
Løgtingsvalið?
– Ja.
Er tað nóg væl upplýst um valrættin?
– Tað er ikki heilt galið.
Er hetta ein nóg góð og yvirskoðilig
skipan?
– Tað ljóðar sum eitt sindur nógv, men eg
havi brúkt hendan rættin, tá síðsta løg
tingsval var og eg helt tað var yvirkomiligt
pappírsarbeiði, men tað kann sjálvandi altíð
gerast einklari.
Er tað rætt, at einans lesandi útisetar
kunnu varðveita valrættin og ikki
aðrir útisetar?
– Um man aktivt søkir um at sleppa at lut
taka til løgtingsvali, so átti tað at verið líka
mikið um viðkomandi arbeiðir ella er lesandi.
Men tað skuldi kanska veri eitt mark, soleiðis
at X ár aftaná ein er fluttur, so kann man ikki
luttaka longur.
Hevur/fert tú at skráseta teg til
komandi løgtingsval?
– Tað er ætlanin ja.
Karina Poulsdóttir Debes
Rúna Højgaard
Jóannes Martin Johannesen
Rúni Klein Hansen
»Ein sera kringlut skipan«
»Eg haldi tað gevur meining«
»Kundi verið upplýst meira«
»Tað var yvirkomiligt«
Sjálvstýrisflokkurin
fekk færri atkvøður á
seinasta løgtingsvalið,
enn tað eru føroysk
lesandi uttanlands
Visti tú?
Í meðal hava einans
29% av teimum lesandi
útisetunum skrásett
seg til seinastu trý
løgtingsvalini
Voxpop Til tess at søkja um upptøku á vallistanum, er neyðugt at fáa til vega skjøl frá
útbúgvingarstovninum, ið prógvar sín lestrarvirkna umframt bústaðaryvirlit frá síni
føroysku kommunu. Hesi skulu síðani sendast kommununi saman við umsóknarblaðnum.