hósdagur 28. mai 2015síða 11
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 29. mai 2015
sosialurin 60
11
allar útisetar, heldur enn bert tey les
andi.
– At einans fólk undir fyribils
uttanlandsuppihaldi kunnu skráseta
seg til val er fínt. Tey lesandi gerast
mest upplagdi bólkurin, tí tey framm
anundan hava eitt avmarkað tíðar
skeið at lesa í. Veruleikin er tó, at
skipanin verður ov tung og trupul
hjá teimum at fáast við, og atkvøðu
rætturin fer nærmast fyri skeyti,
sigur samfelagsfrøðingurin.
– Vórðu tey bæði orðini »vegna
útbúgving« strikað úr §2a í vallógini,
gjørdist tað beinanvegin nógv lættari
fyri allar partar. Tá ið tað ber til at
gera stórar broytingar á øðrum lóg
gávum innan stutta tíð, so átti tað ikki
at verið nakar trupulleiki at broyta
eina einfalda kunngerð sum hesa,
sigur Jógvan Mørkøre.
Longdan valrætt
Hóast tað er vorðið alsamt vanligari,
at føroyingar nýta longri tíð um at
útbúgva seg og fara undir hægri út
búgvingar, so er tíðaravmarkingin
fyri valrættin ikki hækkað. Í Noregi
og Svøríki varðveita útisetarnir val
rættin í 10 ár eftir, at tey eru flutt
av landinum, meðan Finnland ikki
hevur eitt loft yvirhøvur. Føroyingar
kunnu hægst varðveita sín valrætt í
fimm ár eftir fráflyting og skal endur
nýggjast annaðhvørt ár.
– Tað er vorðið somikið vanligt,
at føroyingar eru útisetar í partar av
sínum lívi, og eg haldi, at valrætturin
saktans kundi fylgt teimum í 10-15
ár. Útbúgving og royndir eru nær
um vorðin krøv frá føroyska sam
felagnum, og samfelagið stuðlar
føroyskum útisetum við ymsum
fíggjarligum stuðli. Man kann
nærmast føra fram, at talan er um
eina tænastu, sum gongur báðar
vegir, og tí hongur tað illa saman, at
loysa útisetarnar frá samfelagsligari
ávirkan, so skjótt tey eru liðug at lesa.
Onkursvegna útihýsir man føroy
ingum, sum samfelagið annars ynskir
at fáa aftur til Føroya, sigur Jógvan
Mørkøre.
Nýggj daggskrá
– Eg trúgvi ikki, at ein broyting hevði
broytt mandatbýtið hjá flokkunum,
men tað hevði helst sett nýggj tema
á politisku dagskránna. Fingu allir
útisetarnir innivist í vallóggávuni,
vórðu politikkararnir noyddir at
taka størri atlit til veljaraskaran, sum
sostatt varð sjónligari í politiska orða
skiftinum. Tað hevði kanska verið
eitt nýtt slag av lokalpolitikki, har
politikkararnir dyrgdu eftir atkvøð
unum hjá útisetunum, sigur sam
felagsfrøðingurin, sum ikki heldur,
at landafrøðiligu mørkini longur av
marka luttøku í politiska kjakinum.
– Valstríðið er broytt ógvuliga nógv
við teimum sosialu miðlunum, sum
bræða niður landafrøðiligu mørkini.
Áður var politiska »matskráin« til
valið ikki eins sjónlig fyri útisetarnar
sum nú, og kann valstríðið heldur
ikki sigast vera staðbundið. Við øðr
um orðum er eingin forðing fyri, at
útisetarnir kunnu luttaka og fylgja
við í valdystunum og politiska orða
skiftinum yvirhøvur, sigur Jógvan.
Eitt av málunum, sum helst liggur
frammarlaga í hugaheiminum hjá
nýklaktum lesandi, eru starvsmøgu
leikar. Jógvan Mørkøre væntar eisini,
at politikararnir verða noyddir at
seta øðrvísi arbeiðsmarknaðartiltøk
á dagsskrá, skulu teir gera sær vónir
at fanga atkvøðurnar hjá útisetunum.
– Nógv av arbeiðsmarknaðartil
tøkunum, sum vit hava hoyrt um í
seinastuni, eru stílað móti fleiri ar
beiðsplássum á fiskavirkjum – møgu
liga orðaskiftið hevði farið at snúð seg
um at skapa vitanartyngri arbeiðs
pláss, ið eru meira viðkomandi fyri
útisetarnar. Vórðu hesi málini sett á
dagsskrá, vænti eg eisini, at ein greið
ari og framskygdari vinnupolitikkur
varð stungin í korti, sigur hann.
– Eru politisku loysnirnar á við
komandi avbjóðingarnar innan vinnu
og arbeiðsmarknað ikki nóg góðar,
fara útisetarnir – við støði í politiska
orðaskiftinum í Føroyum, men við
hvestum knívum úr útlandinum –
uttan himpr at punktera ballónirnar
fyri heitari luft, sigur Jógvan
Mørkøre.
Vinningur við broyting
Tær broyttu fortreytirnar hjá teimum
lesandi at halda seg í útbúgving
og nema sær arbeiðsroyndir eru
eitt óbeinleiðis krav frá samtíðini,
sum útisetarnir eftirlíka, sambært
Jógvani. Vandin er tó, at tankarnir
og ynskini hjá útisetunum ikki fáa
innivist á politiska pallinum, um
hesi ikki hava møguleika at atkvøða
til løgtingsvalið.
– Tá ið lívslong læring ikki stendur
øllum føroyingum í boði innanfyri
egin landamørk til eina og hvørja
tíð, verður natúrliga gongdin tann,
at føroyingar leita sær uttanlands.
Tað kann síggjast sum ein styrkur til
føroyska arbeiðsmarknaðin, at vit
fáa eina alsamt sterkari arbeiðsfjøld,
og tíðin er komin til, at Føroyar flyta
landamørkini til útisetarnar. Á tann
hátt fáa hesi ávirkan á føroyska ar
beiðsmarknaðin, ið sostatt kann
mennast saman við teimum.
– Í seinasta enda hevði tað bøtt
um føroyska samfelagið og arbeiðs
marknaðin, sum síðani gjørdi tað
meiri attraktivt fyri útisetarnar at
venda heimaftur. Eg dugi ikki snøgt
sagt ikki at síggja argumentið ímóti,
at geva útisetunum innivist í val
skipanini í eitt 10-15 ára skeið, eftir at
tey eru flutt av landinum. Tað er ein
spurningur um geva einum fjónaðum
parti av føroyska fólkinum valrættin
aftur, so vit styrkja um fólkaræðið.
sigur Jógvan Mørkøre.
Meir um evnið á næstu síðu
»Eru tað einans serligir bólkar, sum
skulu prógva sín valrætt sambært
lóggávuni, verður tað av sær
sjálvum ein fyrisitingarliga tung
skipan – bæði fyri umsøkjara
og málsviðgera«
Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur
– Eg trúgvi ikki, at ein broyting hevði broytt mandatbýtið
hjá flokkunum, men tað hevði helst sett nýggj tema
á politisku dagskránna, sigur Jógvan Mørkøre
savnsmyndir