Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-28, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mai 2015síða 10

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 29. mai 2015 sosialurin 60 10 tema Útisetaveljarar Mortan Østerø F øroyska lóggávan til Løg­ tings­val varð kunngjørd í 1978, og í 1992 varð skoytt uppí, at føroysk lesandi uttan­fyri Føroyar eisini kundu fara á løgtingsval. Til tess at verða tikin upp á vallistan, er tó neyðugt hjá úti­set­ unum at prógva sín lestrar­virkna, og tað vísir seg at elva til eina stirvna og ikki serliga brúkaravinarliga skipan. Tað eru nevniliga væl minni enn helvtin av teimum lesandi, ið van­liga skráseta seg til løgtingsvalini, og óvist er hvussu nógv teirra nýta sína at­ kvøðu. Seinasta løgtingsval vóru tað ein­ans 26 prosent av teimum lesandi úti­setunum, sum vórðu skrásett á val­listanum, og undan í 2008 vóru tey einans 17 prosent. Í norðurlendsku grannalondunum – undantikið Danmark – varðveita úti­setarnir sín valrætt í eitt avmarkað tíðarskeið eftir fráflyting, uttan mun til teirra ørindi uttanlands. Tískil slepst undan hjá norðmonnum, svium, íslendingum og finnum at prógva sín lestrarvirkna fyri stjórn ella býráði. Greiða tey atkvøðuna á sendi­stovu ella konsulati uttanlands, er ikki eingongd neyðugt við pappírs­ ar­beiði frammanundan, men bert at møta við samleikaprógvi í hond. Ynskja tey brævatkvøðu, ber í nógv­ um førum til at kunna avvarð­andi myndug­leikarnar um sín bústað í út­landinum, og síðani verða valkort út­flýggjað útisetunum. Mismunur Í mun til norðurlendsku granna­tjóð­ ir­nar, loyvir føroyska vallógin einans úti­setum at varðveita valrættin, um tey eru lestrarvirkin. Hóast lóggávan sigur, at føroyingar kunnu varðveita sín valrætt í fimm ár, eftir at tey eru flutt úr Føroyum, fellir hesin rætturin burt­ur, so skjótt sum viðkomandi er lið­ugur ella steðgaður at lesa. Føroy­ ingar, sum flyta av landinum í øðrum ørindum enn lesnaði missa somu­ leiðis rættin at atkvøða til løg­tings­ valið. Sambært Jógvani Mørkøre, tekur lóggávan ikki hædd fyri broyt­ ingum í umstøðunum hjá úti­set­ unum, men sker teir yvir ein kamb. – Tað kemur uttan iva fyri, at úti­ set­arnir ikki finna eitt starv í Føroyum beint eftir loknan lesnað, og av tí sama leita sær starv í útlandinum. Tað kann somuleiðis vera, at ein finnur sær maka, sum hevur longri lestrar­tíð eftir enn tey sjálvi. Velja tey at verða verandi í útlandinum saman við makanum, missa tey so­ statt valrættin, og verða beinleiðis »eksilerað«. So skjótt útisetin ikki eru lesandi longur, men framvegis býr í útlandinum, sleppir hann ikki longur at ávirka tingmannabýti við síni at­kvøðu, sigur Jógvan Mørkøre. Valrættur til øll Verandi mannagongd at søkja um upp­tøku á vallistanum til løgtingsval leggur ábyrgdina á umsøkjaran at fáa til vega neyðugu skjølini, til tess at prógva sín valrætt. Skjølini skulu fáast til vega úr viðkomandi føroysku kommununi og lestrarstovninum, sum tykist vera ein somikið tung skipan, at flestu útisetarnir lata um­ sóknar­tilgongdina fara framvið. Í miku­dags­sosialinum gjørdist greitt, at bæði avvarðandi landsstýrisfólki og tingmanningin vóru sinnað at lætta um mannagongdirnar, men sam­bært Jógvani hevði tað verið ein­faldari og rættari at bjóða øllum úti­set­unum innivist. – Spurningurin er, hvørt tað yvir­ høvur loysir seg at fara undir arbeiði at gera tað lagaligari ella lættari fyri les­andi at varðveita sín valrætt. Eru tað einans serligir bólkar, sum skulu prógva sín valrætt sambært lóg­gáv­ uni, verður tað av sær sjálvum ein fyri­sitingar­liga tung skipan – bæði fyri um­søkjara og málsviðgera, sigur hann. Hann vísir á, at í verandi kunngerð er orðingin somikið »heppin«, at ein­ ans er neyðugt at strika tvey orð úr lóg­gávuni, soleiðis at hon fevnir um Valrætt til allar útisetar Vórðu orðini »vegna útbúgving« tikin burtur úr §2a í lóggávuni um løgtingsvalið, hevði tað lætt munandi um fyrisitingarliga partin hjá útisetum at greiða atkvøðu, umframt at sambandið millum føroyskan politikk og útisetan varð styrkt. Tað átti ikki at verið ein torfør dagføring, heldur Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur Visti tú? Fleiri enn 1.600 føroyingar lesa í løtuni uttan­lands