hósdagur 28. mai 2015síða 9
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 29. mai 2015
sosialurin 60
9
sum kroppurin ikki er so vanur við, og
tá fái eg sum oftast eisini øgiliga ilt,
meðan tann innkoyringin er í gongd,
sigur hon.
– Ein arbeiðsdagur er eisini so
leiðis, at tú alla tíðina skalt halda teg
í gongd og vera »on«. Dagurin byrjar
gjarna við teknikki og upphiting, har
tú balanserar kroppin og teg sjálva.
Tað verður eisini alla somlu tíðina
hugt eftir tær, so tú skalt alla tíðina
betra teg og vísa nakað. Hinvegin er
tað eisini tað, sum gevur mær eitt
stórt »kick«, tí eg fái líka nógv, sum
eg gevi.
Eisini vísir Katya á, at tað er øgiliga
umráðandi at halda seg sunnan og
skaðafrían, tí kemur ein skaði, so fært
tú ikki brúkt kroppin, sum jú er títt
»instrument«.
– Tíbetur eri eg sloppin øgiliga væl
í so máta, tí eg havi ongantíð havt
nakran álvarsligan skaða. Tað er sera
óheppið, tá onkur kemur til skaða, tí
tað kann í ringasta føri merkja, at ein
sýning má avlýsast, og áskoðararnir
muga sendast heimaftur. Eg havi
upplivað, at starvsfelagar hava
fingið akuttan skaða beint undan
ella undir eini sýning, men vit hava
altíð onkursvegna fingið tað at hanga
saman, so eingin er farin heim tóm
hentur, greiðir hon frá.
Hon vísir eisini á, at tað hevur
nógv at siga, at tú dugir væl at ansa
eftir tær sjálvum og at syrgja fyri, at
alt er í lagi, sum tú sjálvur kanst gera
nakað við. Millum annað hevur tað
týdning at eta rætt og at eta nokk, so
tú kanst halda teg sterkan og orka alt
tað, ið krevst av kroppinum.
– Nú eri eg ikki tann, sum hevur
lætt við at leggja meg út, men kost
urin er mín egna ábyrgd. Tað er eisini
altíð ein spurningur, hvussu nógv ein
arbeiðsgevari kann blanda seg uppí
og hvussu nógv, hann kann krevja, tí
kosturin er samstundis ein privatur
partur av tínum lívi. Hinvegin hevur
tað nógv at siga, hvussu tú sært út, tí
tað er jú tað, ið sæst á pallinum, sum
í síðsta enda er títt arbeiði, sigur hon.
Sumt má bíða
Katya Rannváardóttir Dezilva
Nielsen er sum heild øgiliga upptikin
av dansinum, og hon sigur eisini, at
hann hevur fylt heilt øgiliga nógv í
lívinum, líka síðani hon fyri 10 árum
síðani fór úr Føroyum fyri at fylgja
dreyminum.
– Eg havi verið so nógv úti og ferð
ast og eri burturi fyri tað mesta, so tí
fyllir dansurin so nógv, at eg næstan
má ansa eftir, at arbeiðslívið ikki
oyðileggur tey sambond, eg havi og
vil hava við onnur, og eg má eisini
minnast til mína familju og mínar
vinir, sigur hon, uttan tó enn at hava
lagt so ítøkiligar ætlanir fyri, hvussu
tað skal verða hjá sær sjálvari at fáa
sær familju.
– Sjálvandi vil eg eisini ein dag
hava familju, men eg veit bara ikki
ordiliga, hvussu tað skal verða. Tað
er hinvegin eitt sindur irriterandi, tí
var eg bara eit mannfólk, var tað jú so
nógv lættari. Men eg eri kort síðani
blivin 28 ár, so eg havi hóast alt eitt
sindur av tíð enn til tað.
Tá tað kemur til dansin og ar
beiðið, so hevur Katya eisini onkur
mál, hon ætlar sær at røkka.
– Mítt persónliga mál í mun til
meg sjálva er, at eg skal fáa mítt
besta potentiali fram, og eg vil fegin
halda fram við at útføra og menna
meg, tí eg vil gjarna blíva við, so
leingi tað er stuttligt og eg havi tað
gott. Eg má so eisini ásanna, at eg
kenni meg ekstremt priviligeraða, at
eg kann sleppa at arbeiða saman við
so góðum dansarum sum teimum í
Dansk Danseteater. Tað er veruliga
nakað, eg gleði meg til at sleppa í
gongd við, sigur hon.
– Hóast eg nú skal vera her í
Kjøpinhavn tað næsta árið, steðga
upplivingarnar ikki fyri tað, tí vit
skulu millum annað á eina stóra
týska rundferð, umframt rundferð í
Danmark, og so skulu vit eisini ein túr
til Colombia, áðrenn vit aftur skulu
til Týsklands og nýggjar »kreatiónir«
har. Tað passar mær alt samalt øgiliga
væl, tí – sum sagt – so vil eg fegin upp
liva og síggja so nógv sum gjørligt, so
eg gleði meg av álvara til at koma í
gongd við mítt nýggja arbeiði.
hilmarjan@sosialurin.fo
28 ára gamla Katya Rannváardóttir Dezilva Nielsen úr
Havn hevur skrivað undir sáttmála við Dansk Danseteater,
sum verður hennara nýggja arbeiðspláss frá 20. juli
Mynd: Christian Bang
»Mítt persónliga mál í mun til mín sjálvan
er, at eg skal fáa mítt besta potentiali fram,
og eg vil fegin halda fram við at útføra og
menna meg, tí eg vil gjarna blíva við, so
leingi tað er stuttligt og eg havi tað gott«
Henda myndin er úr verkinum »Rush«, sum Black Box Dance
Company hevur framført í ár og har dansararnir vóru stórur partur
av skapanartilgongdini saman við koreografinum, Edhem Jesenkovic
Mynd: Micheal With