Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mai 2015síða 8

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 29. mai 2015 sosialurin 60 8 persónssøga – Eg var forvitin og vildi royna nakað nýtt, men sjálvandi var nokk eitt sindur av útlongsli eisini uppií, tí eg vildi sleppa heimanifrá. So orsøkin til, at eg endaði í Oure, var nokk eisini eitt sindur »tannáringaslig«. Tá Katya byrjaði á Oure, bar ikki til at velja dans sum eitt fak, soleiðis sum tað ber til nú, men við góðum lærarum bar til at røkja dansin og skúlan parallelt. Av tí sama kundi hon dansa og fáa sær eitt matematiskt studentsprógv samstundis – umframt at Oure eisini hevði tann fyrimun, at har var alt á einum og sama stað. Upp á tann mátan slapp hon undan at brúka tíð uppá at ferðast millum fleiri støð, tí har kundi hon eta, sova, lesa og dansa á sama stað. – Gamaní kundu tað blíva langir dagar, tí eg eisini skuldi hava stundir til skúlating, umframt at eykavenjing var um vikuskiftini, men eg hevði alla tíð­ina fólk rundan um meg og fekk eisini vinir fyri lívið í tí umhvørvinum, eg var í har, sigur hon. Sær og upplivir heimin Tá Katya tók triðja studentaskúlaárið, kom hon eisini inn á Den Danske Scene­kunstskole, sum er tann al­ menni dansiskúlin og liggur beint við Operuna á Holmen. Har eru dansur, sjón­leikur, ljós, ljóð, leikstjórnan, pall­smíð, framleiðsla og alt møguligt annað, sum hoyrir til palllist – og í veru­leikanum alt, uttan operu- og ballett­útbúgvingarnar, sum enn eru eftir á kongliga leikhúsinum. – Har tók eg so eina fýra ára listar­liga útbúgving innan dans, sum svarar til eitt millumting mill­ um kandidat og bachelor. Eg fekk eisini mín fyrsta sáttmála sum pro­ fessio­nellur dansari, beint áðrenn eg var liðug á Den Danske Scene­ kunst­skole, og soleiðis fekk eg eina sera góða byrjan í tí annars rætt­iliga hørðu dansibransjuni, har tú hevur »kappingarneytar« úr øllum heim­ inum, sigur Katya Rannváar­dóttir Dezilva Nielsen. Hennara fyrsta arbeiðspláss var eitt svenskt kompaní, sum æt Fuse, og teir átta mánaðirnar har upplivdi hon millum annað at fara heilt til Suðurafrika at dansa. Annars hava uppgávurnar verið nógvar og ymiskar, og nevnast kann eisini, at Katya millum annað hevur arbeitt á Tjóðpalli Føroya í sambandi við leikin Harlekin. – Síðsta arbeiðsplássið, nú áðrenn eg fekk kjansin í Dansk Danseteater, er Black Box Dance Company, har eg havi verið síðani 2013. Har hava vit gjørt tríggjar stórar framleiðslur við ferð­um til Brasil, Spania og Kina, so eg eri komin víða við arbeiðinum. Tað passar mær fínt, tí eg haldi tað vera øgiliga stuttligt at sleppa út at síggja og uppliva heimin, sigur Katya. Enn er hon við í Black Box Dance Company, og tann næsta sýningin hjá henni verður í sambandi við, at 150 ára jubileum verður hildið fyri Carl Nielsen. Talan er um samstarv við Ensemble MidtVest og MidtVest Pigekor, sum byggir á sjónleikin »Moderen« eftir Helge Rode, har eis­ini kendi sjónleikarin, Kirsten Olesen, verð­ur við sum søguforteljari. Møðandi at dansa Hóast tað kann síggja so leikandi lætt út, tá dansarar á palli folda seg út og vísa síni bestu kynstur, ásannar Katya, at tað krevur nógv og fer við nógv­ari tíð, tá tú ert professionellur dansari. – Tað er kropsliga øgiliga møðandi, tí tú hevur altíð ilt onkrastaðni. Tú verður ikki bara troytt í høvdinum, men deyðamóð, øll sum tú ert, og ser­ liga ger tað vart við seg, tá vit skapa eitt nýtt verk, tí tá fái eg kanska eina ávísa uppgávu at loysa. Gjarna roynir tú tá eisini at finna upp á okkurt nýtt, sum aftur merkir, at tú roynir okkurt, Katya fekk dreyma­ sáttmálan Millum annað hevur Katya verið við í danska stuttfilminum »Inferno«, sum Rasmus Kloster Bro og Carina Lin gjørdu í 2011 Mynd: Rasmus Kloster Bro Visti tú? Katya savnaði saman við einum starvsfelaga yvir 820.000 krónur inn til eina verkætlan um, hvar ísbjarnirnar skulu búgva, tá ísurin er bránaður