Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-28, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mai 2015síða 7

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 29. mai 2015 sosialurin 60 7 fyrr var rútmiskur fimleikur og seinnu árini er farið yvir í estetiska fim­leikin, sum ikki minst ger vart við seg um eina viku, tá Føroyar hýsa heims­meistara­kappingini í estet­ iskum fimleiki. – Eg var við á fyrsta liðnum hjá Havnar Fimleikarfelag, sum var við til heimsmeistarakapping í estet­ iskum fimleiki. Og eg kann gott siga í dag, at hevði eg ikki havt gingið til fimleik, hevði eg ikki havt tær grund­ fortreytirnar, sum eg hóast alt hevði, tá eg byrjaði, sjálvt um eg sjálv­andi ikki kendi nógv til dansilist og dansi­ teknikk. Men eg trúgvi, at estetiski fim­leik­urin gjørdi sítt til at kveikja í mær hugin til at dansa og at gera meira við dansin, sigur Katya. – Í Føroyum fyllir serliga estetiski fimleikurin øgiliga nógv í mun til fólkatalið, og fimleikarfeløgini gera eisini eitt fantastiskt arbeiði. Men eg trúgvi eisini, at hetta kann koma av, at tað finst ikki eitt veruligt dansi­ um­hvørvi, har rørslutørvurin verður nøktaður og har tað regluliga ber til at ganga til dans og dansiundirvísing. Tí er fimleikurin eitt fínt tilboð til teirra, ið dáma væl at røra seg aftur við tón­ leiki, tí har fáa tey seriøsa venjing. Samstundis sum ein ítróttargrein sum fimleikurin kann geva eina góða grund undir tí, ið tað hevur at siga at røra seg, heldur Katya eisini, at tað hevur øgiliga nógv at siga, at tú hevur eitt opið sinni: – Tað ræður um at vera for­vitin eftir at læra onnur ting, tí møgu­leik­ arnir eru stórir, um tú bara fert eftir teimum. Og so ræður tað eisini um at tora at royna okkurt, sum í byrjan­ini kann kennast øgiliga løgið. Tá tú bara ert vanur við at røra teg innan fyri tey van­ligu mørkini, kann tað vera løgið knappliga at skula gera okk­ urt annað. Men tað finst eitt hav av dansi­skúlum allastaðni, so hjá tí, ið fegin vil, eru nógv í at velja, sigur hon. Alt á einum stað Lykilin til, at nakað av álvara spurdist burtur úr dansinum hjá Katyu Rannváardóttir Dezilva Nielsen, ligg­ ur í tí, at hon sum 16 ára gomul fór á eftir­skúla í Oure, sum liggur har suðuri á Fyn. Har sá hon brádliga teir møgu­leikar, sum lógu í dansi, og tá kveiktist av álvara áhugi hennara fyri at leggja leiðina á tann bógvin. – Tað var ikki, fyrr enn eg ordiliga bleiv presenterað fyri dansinum, at eg bleiv forelskað í honum. Eftir hetta eina eftirskúlaárið fór eg heimaftur at ganga eitt ár í Hoydølum, men so mátti eg bara avstað aftur. Kanska eisini, tí eg dugdi at síggja, at skuldi eg gera meira við dansin, so mátti tað vera nú, og tí bleiv tað til, at eg tók annað og triðja stundentaskúlaárið á Oure, greiðir hon frá. Framhald á næstu síðu »Nú eri eg ikki tann, sum hevur lætt við at leggja meg út, men kosturin er mín egna ábyrgd« Katya Rannváardóttir »Being Me Being You«, sum henda myndin er frá, er eitt av trimum verkum í »Viva, Vive!«, sum Black Box Dance Company framførdi í fjør Mynd: Micheal With