Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mai 2015síða 6

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 29. mai 2015 sosialurin 60 6 persónssøga – Eg vil gjarna blíva við, so leingi tað er stuttligt og eg havi tað gott. Dansurin fyllir heilt øgiliga nógv í mínum lívi, og tað hevur hann gjørt, líka síðani eg sum 16 ára gomul fór úr Føroyum, sigur 28 ára gamla Katya Rannváardóttir Dezilva Nielsen, sum umvegis dansin hevur ferðast víða, men nú hevur rokkið einum dreymi við nýggja sáttmála sínum við Dansk Danseteater í Kjøpinhavn Katya fekk dreyma­ sáttmálan Hilmar Jan Hansen T að allarfyrsta, sum eg yvirhøvur minnist til dans, er frá barnagarðinum undir Fjalli, har eg gekk. Har var eitt kassettuband við Lambada-sanginum, sum vit so dans­ aðu okkurt salsakent afturvið. Eg minn­ist, at eg helt tað vera ordiliga kul, tí eg var bara eini fýra ella fimm ára gomul tá, og í øllum førum helt eg tað vera ótrúliga stuttligt at sleppa at røra meg aftur við tí sanginum. Soleiðis greiðir 28 ára gamla Katya Rannváardóttir Dezilva Nielsen úr Havn frá sínum fyrsta møti við dansin, ið seinni skuldi gerast hennara livi­breyð, og sum nú hevur ført hana so mikið langt fram á yrkisleiðini, at hon fyri kortum skrivaði undir sátt­ mála við Dansk Danseteater, sum verð­ur hennara nýggja arbeiðspláss frá mána­morgninum 20. juli, tá hon byrjar har. – At eg nú havi fingið tann møgu­ leikan, er uttan iva ein dreymur hjá mær, sum gongur út, og tað eri eg ordil­iga glað fyri. Í veruleikanum fekk longu í fjør bjóðaðan ein sáttmála, men av tí eg tá hevði skrivað undir við Black Box Dance Company, sum eg enn arbeiði fyri, mátti tað bara bíða. Tí­betur høvdu tey framvegis áhuga fyri mær, og tí fekk eg so sáttmála í ár í staðin, sigur Katya, ið greiðir frá, at hjá henni hevur talan eisini verið um fleiri ítróttargreinar á veg ímóti at dansa burturav. – Okkara familja er eitt sindur av eini »hondbóltsfamilju«, so sjálv­ andi havi eg spælt hondbólt við Neistanum, umframt at eg sam­ stundis fekst við fimleik í Havnar Fim­leika­felag. Og so var eg eisini hjá Elsu Mariu Bærendsen í eitt ár, tá eg var heilt lítil, so dansurin bleiv kanska ikki eitt so óvæntað val allíkavæl, tá av­torn­aði. Tað var ikki fullkomuliga fremm­ant fyri mær, hóast eg ikki av álvara byrjaði at dansa, fyrr enn eg sum 16 ára gomul fór úr Føroyum. Í stuttum er bakgrundin hjá Katyu, at hon er elst av trimum systkjum, og hevur eina 20 ára gamla lítlusystir, sum eitur Katarina Kyster Unadóttir, og ein 18 ára gamlan lítlabeiggja, sum eitur Kári Nielsen. Mamman, Rannvá Nielsen, arbeiðir hjá Landsverki, og pápin, Uni Nielsen, er málarameistari. Forvitni skal til Einki kemur av ongum, plagar at verða sagt, og soleiðis hevur tað eisini verið við dansiáhuganum hjá Katyu, sum altíð var tann, ið vildi »gera seriur« sum barn, og fáa vinkonurnar at dansa við. – Sjálvt tá vit skuldu gera høvuðs­ verkætlan í níggjunda flokki í Komm­unu­skúlanum, so skuldi eg eis­ini líka »gera eina seriu« um evnið, eftir at hava sýnt stabbamyndir og annað gott, flennir hon og vísir á, at Norður­landahúsið eisini hevur havt sín stóra týdning. – Eg havi altíð elskað Norðurlandahúsið og allar tær upplivingar, sum eg havi havt á pall­ inum har sum barn og ung vid Fimleikafagnaði, Elsu Mariu Bærendsen og Ung í Føroyum. Tað uni­versið, ein kann skapa á palli við ljósi, ljóði og rørslum, og hvussu tað ber til at fáa eina narra­tiva ella abstrakta uppliving, havi eg altíð hildið verið lokkandi og spenn­andi. Hinvegin er tað eisini ein sann­ roynd, at tá tað kemur til dans og dansi­undirvísing í Føroyum, er talan um rættiliga avmarkaðar av­ bjóð­ingarnar, og hugurin at røra seg verður hjá mongum gentum og kvinn­um helst nøktaður av tí, sum Tað universið, ein kann skapa á palli við ljósi, ljóði og rørslum, havi eg altíð hildið verið lokk­andi og spennandi« – Ein arbeiðsdagur er soleiðis, at tú alla tíðina skalt halda teg í gongd og vera »on«, sigur Katya, ið her situr við sminkuborðið og ger seg klára til at fara á pallin Visti tú? Í dansi svarar Dansk Danseteater til tað, sum FCK er í fótbólti Mynd: Morten Stricker