hósdagur 28. mai 2015síða 18
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. MAI 2015
SOSIALURIN 60
18
NØVN
Føðingar
Tann 28. apríl fingu Bjartur og Sandra eina lítla systur. Hon var
53 cm long og vigaði 3840 gr. Foreldrini eru Jakoba S. Hansen og
Jákup Durhuus, Vestmanna.
8. mai fingu Jona Joensen & Kjartan Johannesen, Froðba, eina
dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 4040 gr.
Petur Martin Petersen sjeyti ár 6. juni
Ja, 6. juni 1945 stóðu og lógu allar gamlar
sálmabøkur og letsrabøkur á borðum og í
reolum við hondini upp undir kinn og sóu
so glaðlyntar út, tí okkurt var í bygdini, sum
var sera sjáldsamt. Ein og hvør sálma-bók og
lestrabók hava sína sál, sum føroyingar hava
notið gott av í farnum tíðum. Ja, mangar av
hesum bókum, sum lógu og brosaðu 6. juni
1945, standa nú undir bitunum hjá Unnu og
Petur Martin og njóta tign og sóma frá hesum
fólkum, serliga nú Petur Martin fer um tann
skaldakenda kappan á sínum sjeyti ára degi.
Tínar kæru sálma- og lestrabøkur -
og aðrar ílatnar, poetiskar brøkur
standa henda dag við brosandi eygum
á øðrvísi hillum
við skaldakendum dillum á baki
og siga sína søgu:
Hjartaliga til lukku, okkara bókavinur!
Vit onnur mugu bert tiga,
Petur Martin veit alt um hesar bøkur og
brøkur at siga.
Málningar, bøkur og yrkingar
Ja, Petur Martin, 6. juni verður ein stravin dagur
hjá Unnu. Tá skal hon í song við einum sjeyti
ára gomlum manni... og bøkurnar, ja, allar fara
at brosa. Ikki bert bøkurnar. Hvat við máln
ingunum hjá Jóannes Kristiansen á vegginum
og teir, tú goymir undir væðingini? Hetta er
einki kurpali. Himmalin úti við sjónarkringin
er so víður og reinur í tíni verð, at vit onnur
ikki røkka hesum. Her er ein onnur væðing,
sum er guðagivin, sum tú ofta fert um við
tínum frásagnum um málningarnar hjá mor
bróðrinum og allar tær bøkur, sum henda dag
dansa ein fegin dans. Allar tær yrkingarnar,
sum tú hevur skrivað, so glaðlyntar smírast...
Tínir kæru málningar,
tínar kæru yrkingar
og kæru bøkur
lata seg í morgunskrúð,
nú tú sum sjeyti ára gamal stígur út í tún.
Tað impressionistiska strokið, skaldakenda
orðið,
tann ediligi, skaldakendi heimur
stendur í einum roki.
Málningarnir tutla ug mutla,
um alt tað, sum Jóannes hevur “krutlað”
á ein impressionistiskum máta
um henda yndisliga skaldskap,
syngjandi fuglar munnu láta.
Runda borðið
Við tínum føstu fetum fert tú oman á kunn
ingarstovuna, bókasavnið, hvønn morgun at gera
kaffi til teir edlu riddararnar(fermenningarnar)
kring tað runda borðið og at avgreiða mál, í
samband við kunningina um Fuglafjørð, sum
fer allar vegir og steðir- kring tann víða heim.
Eisini at taka ímóti ferðafólki. Týskt dugir tú
á ræði, somuleiðis enskt, og sørur ert tú ikki í
tí franska.
Kaffi við tað runda borðið
er so dýrabart og snoðið.
Her flúgva orð um hendingar
og upplivingar við tann breiða fjørð
um mong onnur hugtøk
á hesi Guðs grønu jørð.
Myndir og brøv skulu um telduna -
sína leið út í tann víða heim
við gleði og gleim´
á onkran mentanarstein
í Orgel Büchlein.
Ferðafólkini standa og undrast
um land, fólk, mál og mentan.
Ja, es ist zu fragen, it is to wonder – il est à se
demander.
Høvdahúsini – Skálasa hús
Ja, tað er nógv at tríva í. Petur Martin var
høvuðspersónurin, tá ið Høvdahúsini, sum hava
eina sjáldsama søgu, skuldu varðveitast. Hetta
er kanska stórsti dýrgripur, ið bygdin eigur, ið
stendur omanvert bókasavnið í dag. Av fyrstan
tíð stóðu húsini á Kinn í Lamba. Tað er møguligt,
at Jens Jacobsen, føddur 1875 í Kálvhúsunum á
Glyrum, hevur latið húsini byggja. Hann giftist
í 1805 við Malenu Jacobsdatter av Miðgerði
í Kollafirði, og búsettust tey á Kinn í Lamba.
Helst er tað hann, ið letur húsini byggja og
flytur tey til Fuglafjarðar um leið 1835. Hetta
eru eini søgulig hús, tí tey verða aftur flutt av
langabbasoninum, Jacob Midjord, ið var sonur
Poul Jacobsen, Poul vesturi í Húsi og Stranda
Cathrinu ( Klein). Hann var 18 ára gamal, fødd
ur 1867, tá ið hann tók húsini niður og flutti
tey norður í gerðið á Høvdanum, har tey
stóðu meira enn 100 ár. Tá ið sildaverksmiðjan
útbygdi her norðuri, stóðu hesi ediligu hús fyri
og kundu verið smildrað. Lukkutíð vóru tað
nakrir fuglfirðingar við Petur Martin á odda í
1993, sum tóku hendur saman um hesi hús –
tóku tey niður á ein skinsaman hátt og goymdu
at teimum í húsunum á Kambsdali eina tíð,
har Dugni heldur til í dag. Tá ið tann lagaliga
løtan kom ár 2000, vórðu tey aftur reist tætt
við bókasavnið. Hesi hús hava eina sjáldsama
sál – eru grundað og reist fýra ferðir.
Hygg at skjøldrunum, hygg at fólkunum
far um geilarhorn, tak um hesi klinkubond -
í Lamba, Vestur í Húsi, Norðuri á Høvda
og omanvert bókasavnið.
Kenn tann yl, sum er í hesum skjøldrum
av ættarbondum, eisini í øðrum londum.
Lat hurðar upp, kenn farran av
Osvaldi(Grimsby),
Jákupi(Skála Jóhanna ), Per á Høvdanum,
Palla Jens
og Rachel Malene( fyrra kona Jens Elias).
Hvør kvistur andar av vitsku í teirra navni.
Vit minnast við gleði
búðfólk á teirra degi, Jacob, Skáli,
átti manga løtu her líka til 1998 á sínum
seinasta degi.
Skarðið
Petur Martin er dag og dagliga næst sjóar
málanum, men hann fer eisini í sínari ment
anarligu gongd, niðan á Skarðið í august. Tá
ið hesin mánaður kemur undan kavi, fara fyri
reikingar í gongd, har fólkafundur verður á
Skarðinum fyrsta sunnudag í august. Nú eru
21 ár farin í tíðarinnar hav, síðani Petur Martin
fór undir hetta tiltak. Hetta er ein vøkur glóð
í okkara mentanarligu gongd at vera millum
hesar staðkendu varðar. Hvør steinur í hesum
varðum er vælsignaður. Gud fader, Guds søn,
Gud den hellig ånd, søgdu tey gomlu , og kanska
ger onkur hetta enn tann dag í dag, men eg
hugsi, at ikki so fáir steinar hava nú fingið ta
føroysku vælsigningina í krýllin: Ì faðirsins,
sonarins og hins heilaga anda. Her liggja hesir
dýrdarsteinar og hyggja at tær við víðopnum
eygum, tá ið vit sessast kring hesa steinsettu
pyramidu.
Kom niðan á Skarðið í august
og lurta eftir orðum av mannavørr.
Undir hesum sæla lofti -
millum hesar heilagu varðar
av Guði, Guðs soni og heilagum anda reinir
standa
í okkara huga so skaldakendir anda.
Góði Petur Martin, hjartaliga til lukku við
teimum sjeyti árunum. Takk fyri manga góða
løtu í tí farna.
Vinaliga
Frits
Hin 4. mai fingu Hanna í Horni og Janus Páll Rein ein son. Hann
vigaði 4130 g og var 53 cm langur.