Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-28, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mai 2015síða 19

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 29. mai 2015 sosialurin 60 19 Einastandandi jubileumsskemt Terji Nielsen H eldur ikki hesa Norð­oya­ stevnuna verða norð­oy­ ingar ella stevnugestir annars snýttir fyri gott undirhald í Badmintonhøllini, tí aftur í ár spílar Klaksvíkar Sjónleikarafelag seg út við góðum skemti, ið hesaferð tó verður eitt sindur øðrvísi enn undan­farnu árini. – Tað verða ikki so nógv fólk á palli, og talan verður ikki um eina traditionella karabett, men afturfyri geva vit fólk eitt upplivilsi av teimum heilt sjáldsomu, tí vit hava fingið nøkur heit nøvn á pall hjá okkum hesa Norðoyastevnuna, sigur Rudolf Joensen, fyrrverandi formaður í Klaksvíkar Sjónleikarfelag, men tó fram­vegis maðurin aftan fyri stóra norðoya­stevnuundirhaldið, felagið skipar fyri á stevnuni í Klaksvík. – Konseptið hjá okkum hesaferð er eitt sindur meira samansett, enn vit eru von við, og hóast hetta ikki er reint »stand-up«, so ber tað á brá av at vera einastandandi undirhald av besta slagi. Ikki minst kemst hetta av, at vit hava fingið veruliga kremið í før­oyskum undirhaldi at vera við í ár. Ótrúlig samanseting Nøvnini, Rudolf sipar til, eru Alvi Justinussen og John Andersen, ið er penara helvtin av Fýra Fýrar, systrar­ nar Tórgarð, Ria og Súsanna, ið hava roynt alt, ið roynast kann á palli, og so at enda Hilmar Jan, sum í ár hevur 40 ára jubileum sum undirhaldari í breið­astu merking. – Alvi Justinussen og John Andersen eru tiltiknir fyri at venja nógv og fyrireika seg framúr væl, og teir eru onkursvegna nøvn á veg fram. Fyri at siga tað, sum tað er, so slapp eingin skemtari niðan fyri 50 ára aldur á pall yvirhøvur, stóð tað til teir. Alvi hevur áður staðið á palli á Norðoyastevnu, men hjá John er talan um jomfrútúr í hesum høpi, hóast báðir hava royndir frá sjónleiki í Gøtu og aðrastaðni, sigur Rudolf Joensen. – Og tá talan er um systrarnar Riu og Súsanna Tórgarð, so finast ikki tann pallur her á landi, har tær ikki hava staðið, og tær eru kendar frá allahanda sjónleiki og sínum heilt egna stíli, tá tað kemur til gott borðskemt. Søstrene Fjell eru legen­dariskar, men harumframt eru Sigvald og aðrar góðar typur við, so tær hava eitt øgiligt úrval av ymsum figurum, tær kunnu hála fram. Tað skerst ikki burtur, at tær eru úr góðum bergi brotnar, tí pápin var Axel Tórgarð og beiggin Hans er eis­ini royndur og kendur sjónleikari. Hilmar Jan í 40 ár Tá tosið kemur inn á Hilmar Jan, sum er síðsta navnið í hesum høpi, tekur Rudolf fram eitt heilt serstakt høvi, sum ger runavíkingin serliga áhugaverdan í júst 2015, tí hetta árið er einki minni enn jubileumsár. Og hesum ætlar Klaksvíkar Sjónleikara­ felag at gera nógv burturúr. – Longu frá fyrsta skúladegi, tá Hilmar Jan í skúlabussinum bað hini børnini tiga, tí nú skuldi hann siga okkurt, hevur hann bergtikið fjøld oman á fjøld við sínum góða undirhaldi. Hvørt kvøld og hvønn morgun fyrireikaði hann seg til buss­túrin úr Runavík til Rituvíkar, so hann skuldi hava okkurt nýtt at fortelja skúlafeløgunum, og eftir at hava koyrt hetta sum eina royndarverkætlan frá 1972 til 74, fór hann av álvara undir hetta skipaða undir­haldsvirksemi í skúlabussinum í 1975 – altso fyri júst 40 árum síðani, sigur fyrrverandi formaðurin í Klaks­ víkar Sjónleikarafelag. – Við øðrum orðum var fyrsta tíðin hjá Hilmar Jan mestsum fyri afturlatnum hurðum, tí tað untist bara skúlabørnunum og hundinum hjá buss­føraranum at fáa nakað við av tí, hann framførdi so trúliga fimm dagar um vikuna. Men í 1979 – ella fyri júst 36 árum síðani – tók yrkisleiðin av álvara dik á seg, tá hann gyklaði og framførdi óteljandi triks á palli í Glyvra Bio á Eystanstevnuni tað árið. Forrestin eru hvørki Glyvra Bio, gamli skúlin í Rituvík ella reyði skúla­ bussurin til longur, so hetta er veru­ liga søguligt! Persónligt undirhald Rudolf Joensen sigur seg vera sann­ førdan um, at við nevndu nøvnum stendur hallarundirhaldið í ár einki aftan fyri tað, sum hevur verið hini árini, tí ongantíð hevur talan um verið um eitt sovorðið úrvalslið sum hesaferð. – Nú havi eg verið við til at skipað fyri hesum í fleiri ár, men ongantíð havi eg verið so spentur og glett meg so nógv, sum júst í ár. Vit hava eisini gjørt aðrar broytingar, ið skulu gera framførslurnar uppaftur intimari og nærri enn undanfarin ár, so vit bara brúka helvtina av Badmintonhøllini, har 400 fólk sleppa inn til hvørja sýning, sigur hann og vísir á, at tá er ikki neyðugt við so stórum palli, tí dentur verður lagdur á, at øll skulu fáa alt við og hava eina kenslu av, at talan er um persónligt og inniligt undir­hald. Talan verður um fimm sýningar, sum verða frá fríggjakvøldinum 5. juni til sunnudagin 7. juni. terji@sosialurin.fo Hvørja Norðoyastevnu stendur Klaksvíkar Sjónleikarafelag fyri hallarskemti, og hesa stevnuna er heldur einki undantak, nú systrarnar Tórgarð, penara helvtin av Fýra Fýrum og ein 40 ára jubilantur fara á pall við sínum avgjørdu bestubitum mangt og hvat